mánadagur 1. august 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TUNLAR NORÐUR UM FJALL
Soleiðis kunnu norðoyingar fáa nýggjar
tunlar Norður um Fjall beinanvegin
HETTA ER EIN
GENIAL LOYSN
Áki Bertholdsen
Tað kundi borið væl til at
fingið nýggjar tunlar Norð
ur um Fjall gjørdar beinan-
vegin.
Tað heldur Atli S. Justin
ussen, býráðslimur í Klaks
vík.
Og hann sigur, at tá ið
landið ikki vil gera tunlarnar,
eigur Klaksvíkar Kommuna
rætt og slætt at taka um
endan, og at gera teir sjálv.
Men hann ásannar, at tað
krevur at ein søgulig semja
verður gjørd ímillum Klaks
víkar býráð og landsstýrið.
Talan er um ein arbeiðs-
hátt, sum aldrin er royndur
í Føroyum áður, men sjálvur
heldur Atli S. Justinussen, at
hetta er »ein genialur máti«
at fáa tunlarnar gjørdar
beinanvegin, sum hann mál
ber seg
Kunnu ikki bíða
Annars liggur ikki í kort
unum, at nýggir tunlar Norð
ur um Fjall verða ikki gjørd-
ur fyrrenn um sjey, átta ár,
og teir norðoyingar.
Hetta er eftir langtíðar
ætlanini hjá Landinum, men
norðoyingar, sum hava sagt
sína hugsan um tað, eru at
kalla á einum máli um, at so
leingi kunnu tey ikki bíða.
Men Atli S. Justinussen
heldur, at tað er heldur ikki
neyðugt at bíða so leingi, tí
eru allir partar til reiðar at
ganga óvanligar leiðir, ber
væl til at fáa tunlarnar gjørd
ar beinanvegin.
Hann heldur rætt og
slætt, at Klaksvíkar Komm-
una eigur bara at gera tunl
arnar sjálv.
Hann sigur, at við eini
slíkari loysn fæst tvey fyri
eitt.
Klaksvíkar Kommuna er
nevniliga í teirri støðu, at
tað er átrokandi neyðugt at
útvega eitt nýtt grótbrot.
– Vit sleppa ikki undan,
at gera eitt grótbrot, tí her
er so nógv byggivirksemi,
sum krevur grót, og tað er
ein tørvur, vit mugu ganga á
møti, sigur hann.
Í býráðnum hava tey
tosað nógv um, hvar tað er
frægast at leggja eitt nýtt
grótbrot, og eitt, tey hava
tosað um, er at gera tunlar
við Norðhavnina fyri at
sleppa undan at gera eitt
stórt sár í náturuna afturat.
Tunlarnir kunnu síðani ger
ast til frystigoymslur, tí tað
er eisini eitt, tað er nógv brúk
fyri.
Men Atli S Justinussen
sigur, at við loysnini, hann
mælir til, fáa tey bæði grót,
og nýggjar tunlar.
Hann sigur, at grótið,
sum fæst úr tunlunum, skal
brúkast til at gera Norðhavn
ina størri við, tí tað er eisini
eitt, mett verður, at tørvur á.
Óvanligt samstarv
Tí mælir hann til, at Klaks
víkar Býráð tekur samráð
ingar upp við Landsstýrið
um, at kommunan sleppur
at bora tunlarnar afturfyri
at kommunan so kann fáa
grótið til at fylla upp í Norð-
havnini.
Ein loysn er, at landið
játtar Klaksvíkar Kommuna
eina ávísa upphædd um árið
at arbeiða fyri, og so yvir
tekur landið tunlarnar, tá ið
teir eru lidnir.
Ein annars máti er, at
Klaksvíkar Kommuna ger
teir, og so keypir landið teir
aftur frá kommununi, tá ið
teir eru lidnir.
– Men tað skulu vera
stórir og framkomnir tunlar,
sum bæði hava súkklureyt
og rennibreyt afturat sjálvari
koyribreytini, leggur hann
afturat.
– Upp á tann mátan kosta
teir
ikki
landinum
eina
krónu, fyrrenn teir eru lidnir,
sigur Atli S. Justinussen, sum
sjálvur er úr Árnafirði, og
brúkar tunlarnar javnan.
Hann sigur, at hetta er eitt
uppskot, hann hevur ført
fram fleiri ferðir, men at enn
hevur ongin bitið á.
Og tað heldur hann er
spell, tí sum tað sær út,
sær út til, at vit noyðast at
brynja okkum við toli í nógv
ár afturat, áðrenn vit fáa
nýggjar tunlar, leggur hann
afturat.
ONGIN BÍTUR Á
–Eg havi tosað um hetta fleiri ferðir, men enn hevur ongin bitið
á, sigur Atli S. Justinussen, býráðslimur í Klaksvík
Upp á tann mátan
kosta teir ikki
landinum eina krónum
Atli S. Justinussen, býráðslimur í Klaksvík