mánadagur 1. august 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
TUNLAR NORÐUR UM FJALL
N
Áki Bertholdsen
– Eg eri við upp á alt, sum
kann framskunda ætlan
ina at gera nýggjar tunlar
Norður um Fjall.
Tað sigur Jógvan Skor
heim, borgarstjóri í Klaks
vík.
Sum tað sæst í
aðrari grein her á
síðunum vil Atli
Justinussen,
bý
ráðslimur í Klaks
vík, hava, at Klaks
víkar
kommuna
gongur heilt nýggjar
leiðir fyri at fram
skundað arbeiðið at
gera tunlarnar Norður
um Fjall.
Í
hesum
sam
bandi heldur hann, at
Klaksvíkar kommuna skal
gera tunlarnar sjálv og so
avtala við landstýrið um
at landið skal keypa teir,
tá ið teir eru lidnir.
Við upp á alt
Jógvan Skorheim sigur,
at hann er við upp á alt,
sum
kann
framskunda
ætlanina at gera nýggjar
tunlar Norður um Fjall.
Hann sigur tað er nak
að síðani at hann bað
um fund við Henrik Old,
landsstýrismann í sam
ferðslumálum, um sam
ferðsluna í Norðoyggjum.
Tann fundurin hevur ikki
verið, og hann sigur, at
hetta verður ein spurn
ingur, sum fer at verða
reistur á tí fundinum, nær
hann so verður.
Hann vísir á, at tað er
neyðugt hjá Klaksvíkar
Kommunu at útvega eitt
grótbrot. Hann sigur eis
ini, at tosað hevur áður
verið um, at kommunan
skal gera tunlar, tí so fæst
tvey fyri eitt, nevniliga
bæði tunlar og grót.
Men tá varð ikki mett,
at hetta var rætta loysnin,
tí grótið, sum fæst úr ein
um tunli, er so smátt, at
tað er ógvuliga avmarkað,
hvat tað kann brúkast til.
Men eitt, grót úr einum
tunli
kundi
verið
væl
brúkiligt til, var at fylt í
Norðhavnina fyri at fingið
hana størri, heldur Jógvan
Skorheim.
Og tí heldur hann eisini,
at hetta er ein spurningur,
ið er verdur at kanna.
– Hetta er eitt áhuga
vert hugskot, men spurn
ingurin er so, hvussu vit
fáa skrúvað eina loysn av
hesum slagi, saman, leggur
hann afturat.
Men hann heldur, at
hetta er ein spurningur,
allar
kommunurnar
í
Norðoyggjum áttu at hava
ein áhuga í. Og tí heldur
hann eisini, at hetta kundi
verið ein uppgáva, sum
allar
kommunurnar
í
Norðoyggjum kundu verið
saman um, akkurát, sum
kommunurnar áður hava
verið saman um eldraøkið
og nógv onnur viðurskifti.
Uppskotið er áhugavert, og eg eri við upp á alt, sum kann
framskunda ætlanina at gera nýggjar tunlar í Norðoyggjum
Eg eri við upp á alt
ÁHUGAVERT
– Hetta er eitt áhugavert men spurningurin er
so, hvussu vit fáa skrúvað eina loysn saman,
sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
Áki Bertholdsen
– Eg fari ikki at seta føtur
í spenni.
Tað sigur Henrik Old,
landsstýrismaður í sam
ferðslumálum.
Sum
tað
stendur
í
hinum greinunum her á
síðunum, hevur Atli S.
Justinussen, mælt til, at
Klaksvíkar kommuna nú
tekur um endan og fer
sjálv undir at gera tunl
arnar Norður um fjall,
men so skal landið keypa
tunlarnar, tá ið teir eru
lidnir, og reka teir fram
eftir, akkurát, sum landið
rekur aðrar tunlar.
Samstundis
heldur
Jógvan Skorheim, borgar
stjóri, at hugskotið er
áhugavert.
Leggi meg ikki tvøran
Henrik Old sigur, at vilja
klaksvíkingar bora tunlar,
og eisini rinda fyri teir,
fer hann ikki at leggja seg
tvøran.
Hann leggur kortini
dent á, at sjálvsagt skulu
tunlarnir lúka tey almennu
krøvini, sum verða sett til
slíkar tunlar.
Men hann sigur eisini,
at ongin skal vænta sær,
at landið fer at rinda
Klaksvíkar
Kommunu
fyri nakrar tunlar, fyrrenn
tað annars var ætlanin, at
landið skuldi byggja teir.
Í íløguætlanini, Løg
tingið
hevur
samtykt,
stendur, at tunlarnir Norð
ur um Fjall fara at kosta
205 milliónir, og at farast
skal undir teir í 2021 so at
teir verða lidnir í 2024.
Henrik Old sigur, at
talan verður ikki um, at
landskassin fer at fram
skunda at gjalda fyri tunl
ar Norður um Fjall.
Eftir íløguætlanini skal
nýggjur tunnil til Hvalbiar
nevniliga gerast fyrst, og
tað er ein raðfylgja, sum
tað verður hildið rimmar
fast um.
–
Landskassin
kann
ikki fíggja fleiri so stórar
verkætlanir
ísenn.
Og
tað verður undir ongum
umstøðum talan um, at
tunlarnir Norður um Fjall
verða drignir fram um
Hvalbiartunnilin, og tað
verður heldur ikki talan
um at framskunda fígg
ingina, staðfestir lands
stýrismaðurin
í
sam
ferðslumálum.
Vilja klaksvíkingar bora tunlarnar norður um fjall sjálvur, mugu teir gjarna tað
Eg fari ikki at seta
føtur í spenni
Tað
er ein
raðfylgja,
sum tað
verður
hildið
rimmar
fast um
Henrik Old,
landsstýrismaður
SKAL HALDAST
Klaksvíkingar mugu gjarna bora, men fíggingin
frá landinum verður ikki framskundað, tí
ætlanin, sum er løgd, skal haldast, sigur Henrik
Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum