mánadagur 1. august 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
Árni Gregersen
At løgmaður fegnast um, at fólk
flyta heimaftur er gott og tað er
eisini gott, at hann nevnir teir
møguleikar, sum eru nú Arktis er so
lagt frammi á altjóða dagsskránni.
Men formaður Fólkafloksins
heldur, at løgmaður vísir ov nógv
til teirra, sum flyta heimaftur nú,
heldur enn at nevna tey, sum hava
skapt stóra vøkstruin seinastu
árini.
- Eitt annað, sum eg óttist fyri,
tá ið eg lesi røðuna og skjølini er,
at nógvar broytingar skulu gerast,
sum fara at kosta nógvan pening.
Og við einari vinstrahallari stjórn,
so hevur hetta hægri skatt við sær,
sigur Jørgen Niclassen.
Hann sigur, at røðan ber brá av,
a tað eru einstøku aðalráðini, sum
hava skrivað teirra part í røðuni um
hvat tey ætla og hvat má gerast.
- Tað er hetta, sum ger at eg óttist
fyri, hvussu hetta fer at enda. Talan
er um eina útgjaring, sum á ongan
hátt fer at halda seg innan fyri
tey 1,8 prosentini, sum løgmaður
nevnir í røðuni, sigur hann.
Kári P. Højgaard, Sjálvstýris
flokkurin, er væl nøgdur við tað,
sum løgmaður segði í røðuni, men
hann heldur, at hetta í nógvum
førum minnir um samgonguskjalið.
- Ferð eftir ferð verður sagt, hvat
tað er sum samgongan ætlar og mál
verða nevnd, sum eru í nevndum.
Eg haldi ikki, at løgmaður hevur
so nógv úrslit at vísa á, sum ikki
byggja á tað, sum undanfarna sam
gongan framdi, sigur Kári P. Høj
gaard.
Hann sigur, at tað er ómetaliga
gott, at løgmaður nevnir Arktis.
- Vit eru mitt í tí, sum Arktis
snýr seg um. Alt virksemi flytur
norðureftir í løtuni og við okkara
samstarvið við Ísland og Grønland
eiga vit eisini at fáa okkara part av
hesum virksemi, sigur Kári P. Høj
gaard, Sjálvstýrisflokkurin.
Lumpa loysing
Bárður Nielsen, formaður í Sam
Óttast fyri stórum vøkstri í úreiðslunum
Andstøðan tekur undir við stórum parti í ólavsøkurøðu
løgmans, men óttast fyri útreiðsluvøkstrinum
FISKIVINNAN ER
STÓRI KNÚTURIN
AT LOYSA NÚ
Árni Gregersen
Skulu vit fáa sum mest burturúr
føroyskum tilfeingi, so er neyðugt
at vit fáa eina fiskivinnunýskipan
1. janar 2018.
Løgmaður er fult greiður yvir,
at hetta er rein fortreyt fyri, at
tað fer at bera til at menna før
oyska samfelagið, so tað á flestu
økjum kann samanberast við hini
norðurlendsku samfeløgini.
Í skjølunum, sum fylgja við
ólavsøkurøðuni stendur, at vit fáa
eina nýggja skipan frá 1. janaur
2018.
Hetta er eisini neyðugt, tí 31.
desember næsta ár fer galdandi lóg
um vinnuligan fiskiskap úr gildi og
øll veiðiloyvir fara úr gildi.
Ein arbeiðsbólkur arbeiðir vi at
gera uppskot til eina nýskipan av
fiskivinnuni, men bólkurin bleiv
ikki liðugur við sítt arbeiði til í dag,
1. august, sum annars var ætlanin.
Formansskapurin í bólkinum,
Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri,
hevur biðið um og fingið freistina
longda.
Arbeiðsuppgávan hjá bólkinum
er stór og tíðin rann undan, verður
sagt.
Hetta er rætt, men samstundis
kann staðfestast, at útlitini fyri, at
samlaði bólkurin megnar at gera
eitt álit til politisku skipanina ikki
eru serliga stór.
Ósemjan í bólkinum er stór –
serliga millum teirra, sum umboða
vinnuna og so hini í bólkinum.
Uppboðssølan
Meðan nýskpanarbólkurin hevur
arbeitt við einum uppskoti til,
hvussu øll fiskivinnan skal skipast,
so hevur landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum og hansara um
siting eisini fingið heimild til og
gjøgnumført
eina
royndarupp
boðssølu.
Uppboðssøla er eitt av lykla
orðunum í nýskipanini. Tí vildi
landsstýrismaðurin sleppa at gera
eina royndaruppboðssølu í ár.
Nógv eru ónøgd við úrslitið
av royndaruppboðssøluni, men
landsstýrismaðurin heldur, at vit
hava fingið nakrar virðismiklar
royndir, sum nú skulu greinast.
Í ólavsøkurøðuni vísir løgmaður
á, hvønn týdning tað hevur, at
samfelagið fær lut í tí tilfeingið,
sum er ogn Føroya Fólks.
- Vit kunnu staðfesta, at inn
tøkurnar seinastu vikurnar kunnu
rinda fyri umleið tað, sum Smyril
kostar árliga. Ella tað, sum bæði
tyrlutilbúgvingin og tænastan kost
ar árliga. Ella stóran part av tí, sum
vit brúka til at viðgera føroyskar
krabbameinssjúklingar árliga.
Alt bendir á, at sitandi sam
gonga fer at halda fast í, at okkurt
slag av uppboðssølu verður av
fiskirættindum, tá ið vit fáa eina
nýggja fiskivinnunýskipan.
Tvey onnur stórmál
Umframt eina fiskivinnunýskpan,
so hevur samgongan eisini sett sær
fyri at loysa tvey onnur stórmál nú.
Tað fyrra er pensjónsskipan,
sum skal dagførast og gerast av
nýggjum.
Samansetingin av borgarunum
komandi árini verður soleiðis, at
vit blíva fleiri eldri. Tað kostar sam
felagnum pening.
Vit gerast dýrari og vit skulu øll
hava peniing at liva fyri.
Fyri at tryggja eitt búskaparligt
haldføri er neyðugt, at vit spara
saman til pensjónina. Hvussu hetta
skal gerast er óvist, men alt bendir
á, at hetta í stóran mun skal gerast
uttanfyri almenna búskapin.
Ólavsøkurøðan og skjølini, sum fylgja
við, staðfesta enn einaferð, at ein
fiskivinnunýskipan er størsti knúturin at loysa
Johnny í Grótinum, formaður í bólkinum, sum skal gera uppskot
til nýggja fiskivinnuskipan, hevur biðið um meira tíð