Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 9 Árni Gregersen Løgmaður gjørdi í ólavsøkurøðu síni greitt, at nógv mál mugu loysast í hesi ting­setuni og komandi tingsetum í valskeiðnum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, gjørdi enn einaferð greitt, at trý høvuðsmál eru: nýskipan av fiskivinnuni, pen­sjóns­ nýskipanin og menningin av heilsu­ verkinum. Men bæði í røðuni og í fylgiskjølum var víst á, at talan er um hóp av øðrum málum, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri at loysa. Ein stórur partur av tí, sum er nevnt í ólav­søkurøðuni og í fylgiskjølum, eru at kenna aftur úr samgonguskjalinum hjá samgonguni millum Javnaðarflokk­in, Tjóð­veldi og Framsókn. Málini eru sett høgt, men í fleiri før­um er tað soleiðis, at kanningararbeiðið skal gerast áðrenn til ber at taka avgerðir. Utanríkis- og vinnumálaráðið arbeið­ir við at gera eina yvirskipaða rammu­avtalu við ES samstundis, sum møguleikarnir fyri limaskapi í Efta verða kannaðir. Landsstýrismaðurin, Poul Michel­sen, Framsókn, hevur havt fundir við lima­ londini í EFTA um hetta og arbeitt verð­ur víðari við álinum. Familju og arvarættur verður yvirtikið sum málsøki. Har eru samráðingar í gongd á embætisstigi millum føroying­ar og danir. Vinnumálaráðið hevur arbeitt við ali­lógini og alikunngerðum. 28. juni var ein kunngerð lýst, sum herðir krøvini til, hvussu nógv lús kann í meðal vera á hvørjum laksi í einum alibrúki. Á almannaøkinum er ætlanin at gera eina nýggja tænastulóg. Almannamálaráðið arbeiðir sam­an við einum arbeiðsbólki, sum er breitt samansettur, við at orða ein tæn­astu­ politikk, sum skal seta kós fyri, hvussu vit skipa okkara vælferðartænastur á almannaøkinum. Politikkurin skal verða grundarlag undir einari nýggjari tænastulóg, sum lands­stýriskvinnan í almannamálum vænt­andi leggur fram í hesi tingsetu. Í heilsuverkinum er størsta uppgáv­ an helst at taka støðu til uppskot­ini um eina menningarætlan í samlaða heilsu­verkinum. Hetta verður eitt tógvi politiskt stríð at fáa uppá pláss. Summi av aðalráðunum hava stór­ari verk­ætlanir í gongd. Samferðslumálaráðið hevur risa­stóru verkætlanina um at gera tveir und­ir­ sjóvartunnlar, mentamálaráðið hevur Glasir og heilsumálaráðið hevur nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Fíggjarmálaráðið skal yvirskipa halda skil á búskapinum. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur sett eina nevnd at gera eina nýggja skattaskip­an, hon hevur lovað yvirskot á fíggjarlóg­ ini, so ein búskapargrunnur kann set­ ast á stovn, har stovnsfæið er partur av avlopinum á fíggjarlógini. Politist verður takið at halda aftur og ikki brúka allar pengarnar nú, sam­ stundis sum skattir og avgjøld verða um­ løgd. Eitt øðrvísi býti av virðunum í sam­ felagnum, er eitt av høvuðsmálunum hjá sam­gonguni Stór politisk og búskaparliga tøk mugu takast Fylgiskjølini til ólavsøkurøðuna vísa, at sam­gong­an hevur nógv mál at loysa í valskeiðnum – mál sum eisini kosta nógv Ólavsøkurøðan til viðgerðar Í morgin klokkan 10 fer Løgtingið undir at við­gera ólavsøkurøðuna, sum Aksel V. Johan­ne­sen, løgmaður, helt ólavsøkudag. Viðgerðin er set tila t vera týsdagin og mikudagin. Hósdagin fer tingið so undir at taka støðu til talið av fiskidøgum komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, skjýtur upp, at fiskidagatalið verður skert við 15 prosentum bands­flokkinum, er rættuliga samd­ur við hinar báðar um, at røð­an var góð, men hann heldur at hon var lítið konkret politiskt. - Løgmaður segði, hvat tey ætla og fara at gera, men kundi ann­ars bert vísa á góðu gongdina, sum byrjaði undir und­anfarnu sam­gongu, sig­ur hann. Bárður Nielsen legði eis­ini til merkis, at javn­að­ar­flokk­ urin eftir øllum at døma hevur latið seg drigið nærri loys­ing­ini av Fram­sókn og Tjóðveldi. - Alt bendir á, at loys­ing­ in verð­ur sníkt inn á okkum gjøgnum eina stjórn­ar­ skipanarlóg, sum altso skal til fólkaatkvøðu longu næsta heyst, sigur formaðurin í Sam­bands­flokkinum. Tað eydnaðist ikki at fáa eina við­merking frá Miðflokkinum áðrenn blaðið fór til prentingar. Ein pensjónsbólkur hev­ur sitið við málinum og lands­ stýriskvinnan við almanna­ málum, Eyðgunn Sam­uelsen, ætlaði, at arbeiði skuldi gerast liðugt undan summar­ frítíðini. Tað eydnaðist ikki. Nógvar útroknignar skulu gerast og nógvar metingar leggjast inn í tey modell, arbeitt verður við. Semja er millum politisku flokkarnar, at hetta má gerast. Ósemjan er meira um, hvussu samhaldsføst pen­sjón­in skal gerast og hvussu nógv hvør einstakur skal gjalda inn av lønini til pensjónina. - Nýggja pensjónsskip­an­in skal vera búskapar­liga hald­ før og leggja uppfyri, at fleiri gerast eldri. Tí hyggja vit nú at pensjóns­aldrin­um, mót­ rokningini og upp­spar­ingini, og javn­vágin skal finn­ast. - Skipanin skal eggja fólki at arbeiða eftir pen­sjóns­ald­ ur, hava tey hug og møgu­ leika til tað. Samstund­is skal skipanin tryggja teim­um, ið eru niðurslitin fyri pen­sjóns­ aldur, møgu­leik­an at fara av arbeiðs­mark­nað­inum, segði løgmaður í ólav­søkurøðuni í sein­astu viku. Heilsuverkið Eitt mál afturat hevur sam­ gongan raðfest høgt. Broytingar mugu ger­ast í heilsuverkinum og lands­ stýriskvinnan við heilsu­ mál­um, Sirið Stenberg, hev­ ur fingið eitt álit frá einum arb­eiðsbólki, um hetta kann gerst. Myndugleikarnir hava áður staðfest, at vit ikki fáa nóg mikið fyri hvørja einstaka krónu, sum verður brúkt í heilsuverkinum. Tí má arbeiðast øðrvísi og meira effektivt. Heilsuverk­ ið verður mett sum eitt mát fyri, hvussu Føroyar eru sum vælferðarsamfelag, sam­anborið við hini norð­an­ londini. Arbeiðsbólkurin hevur sett fleiri uppskot fram um, hvat eigur at broyt­ast. Alment hevur undirtøkan ikki verið serliga stór – ser­ liga ikki um uppskotini at hava eina felags leiðslu fyri øll sjúkrahúsini og held­ur ikki um uppskotið at part­vís niðurleggja akutt­mann­ing­ar­ skipanina á sjúk­ra­hús­inum í Klaksvík. Politiskt hvur álitið enn ikki fingið viðgerð, men eitt aðal­orðaskifti verður um heilsu­verkið í Løgtinginum í heyst Poul Michelsen, landsstýrismaður Aksel V. Johannesen, løgmaður, staðfesti enn einaferð, at fiskivinnan, pensjónin og heilsuverkið verða raðfest hægst Mynd: Sigmar Mørkøre