mánadagur 1. august 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
10
Barbara Holm
Fleiri túsundtals fólk vórðu
savnað í Vágsbotni Ólavsøkudag,
tá ið Hilmar Jan Hansen, Danny
and the Veetos og Signar í
Homrum trinu á pallin uttanfyri
vindeyga hjá Rás2.
Seinastu árini hava Miðlahúsið
og Rás2 skipað fyri stórum
Ólavsøkubrakið í Vágsbotni og
á hvørjum árið hevur tað verið
ótrúliga stór undirtøka millum
føroyingar.
Fyrsta árið Rás2 skipaði fyri
Ólavsøkubrakinum, vóru starvs
fólkini í Miðlahúsinum tikin av
bóli, tá ið hugt var út gjøgnum
vindeyga og staðfestast kundi, at
fleiri túsundtals fólk høvdu leitað
sær oman í Vágsbotn at líða á.
Síðani hevur støðan verið
hin sama hvørt ár. Túsundtals
fólk hava vitjað á hvørjum árið.
Júst hvussu nógv túsund vóru í
Vágsbotni í ár er trupult at meta
um, men ivaleyst vóru nøkur
túsund, tá ið hugsað verður um,
at Vágsbotnur var á tremur allur
sum hann var. Myndirnar her á
síðuni tala fyri seg.
Molly Malone, loysing
og tónleikur
Eins og vanligt er til
Ólavsøkubrakið, var bæði
tónleikur og skemt á skránni.
Hesaferð vóru tað Danny and
the Veetos úr Klaksvík og Signar
í Homrum, sum stóðu fyri tí
tónlistarliga.
Skemtingarpartinum stóð
Hilmar Jan Hansen fyri. Hesaferð
var Hilmar Jan løgmaður eina
løtu, har hann tók um endan á
ólavsøkurøðuni hjá løgmanni. Og
løgmaður gjørdi bart í Vágsbotni
hesa løtu – tað skal loysast frá
Danmark eftir Ólavsøkuna.
Sum siður er, vóru eisini
politiskar viðmerkingar frá
ymiskum politikarum eftir sjálva
røðuna, har millum annað Magni
Arge var bersøgin og treiv í Molly
Malone. Øll fjøldin sang við, tá ið
Hilmar Jan – sum Magni Arge –
legði fyri við tiltikna lagnum um
góðu gomlu Molly.
Tiltakið hjá Rás2 verður
á hvørjum árið hildið 29. Juli
klokkan 22.00 og soleiðis verður
aftur næsta ár.
barbara@sosialurin.fo
ALIVE, ALIVE OH!
Eg fari at biðja um loysing frá Danmark beint eftir
Ólavsøkuna, segði “løgmaður”, tá ið Ólavsøkutiltakið
hjá Rás2 varð hildið Ólavsøkudag í Vágsbotni