mánadagur 1. august 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÓLAVSØKURØÐA
SAMAN AT HALDA VA
Góðu ólavsøkugestir - góðu føroy
ingar!
Tað blíðkar fyri hugaðum fólki
í Føroyum. Uppgongutíðir eru,
og bjartskygni valdar. Fólkatalið
veksur støðugt og er nú methøgt.
Tey ungu eru farin at støðast betur
heima, og alt fleiri ætla sær undir
hægri lestur í Føroyum. Summar
ið hevur verið óvanliga gott, og
sólskinssøgur av Hagstovuni um,
at fleiri ungar kvinnur í burðarfør
um aldri nú flyta heim, loysa av
ræðumyndirnar um Føroyar sum
ein komandi kraftdepil fyri Ellis-
og Hvíldarheim. Við hetta lag
verða vit helst 50.000 í Føroyum
áðrenn langt um líður.
Tað gongur ófatiliga væl! So
leiðis tók fyrrverandi danski for
sætisráðharrin, Poul Schlúter, til
um støðuna í Danmark miðskeiðis
í 80-unum. Og kanska fer løgmað
ur at koma til somu niðurstøðu,
tá ið hann í morgin fer at greiða
okkum frá støðuni í samfelag
num, nú ið farið verður undir eina
nýggja tingsetu.
Og tað eru stórir og grund
leggjandi spurningar, sum okkara
fólkavaldu fara at umrøða í næst
um. Høvuðsvinnan skal nýskipast,
vit skulu hava eina nýggja stjórn
arskipan fyri Føroyar, og so er
tað heilsuverkið, sum skal endur
skoðast. Hetta eru stórmál, men
samstundis so eym og viðbrekin,
at líkindini fyri breiðum semjum
tykjast mestsum vónleys.
Her renna vit okkum í eitt fyri
brigdi, sum er okkum so eyðkent.
Sundurlyndið. "Saman at halda
varð ei okkum givið", yrkti Hans
Andrias Djurhuus longu í 1904 til
ein fólkafund, sum varð hildin
uppi á Klakki grundlógardagin
sama ár. Hans Andrias tykist her
at hóma tann tvídrátt millum aft
urhald og framburð, sum av álvara
vísti seg, tá vit nøkur ár seinni
fingu tveir politiskar flokkar í
Føroyum.
Oyggjabúgvum so líkt, er okkara
sjálvsfatan býtt sundur í smærri
eindir heldur enn eina heild. Døm
ini um tað eru so mong. Tað er bygd
móti býi, Framleiðslu-Føroyar og
almennu Kontórshavn, tað sið
bundna har og hitt modernaða her,
Fólkakirkjan øðrumegin og mongu
trúarsamkomurnar hinumegin, og
so er tað politiska tvívíddarspennið
yvir bæði vinstra-høgra og sam
band-loysing. Í hesum meldrinum
av antin-ella tvístøðum skulu vit
finna okkara felags tjóðarsamleika.
Er tað nakað at undrast á, at
hvør dystur í húsinum aftanfyri
meg endar 17-16? "Saman at halda,
varð ei okkum givið". Soleiðis
yrkti meginskaldið í 1904, og
vit mugu bara ásanna, at hóast
stórur framburður hevur verið í
okkara landi síðani Fólkafundin á
Klakki, so eru vit, sum her búgva
- føroyingar - grundleggjandi lítið
broyttir.
Men í okkara ymiskleika og
tvørrandi samanhaldi er kortini
ein stór andsøgn. Ólavsøkan
man vera besta dømið um hesa
andsøgn. Neyvan nakrastaðni í
heiminum sært tú sum á ólavsøku
so nógv fólk ganga í tjóðbúna
í samfullar tveir dagar fyri at
savnast um alt tað, sum er okkara
og bara okkara, um tað, sum ger
okkum til eitt fólk, og sum savnar
fittan part av okkum øllum her
ólavsøkunátt til midnáttarsang at
syngja, at vit eru føroyingar, ser
støk tjóð.
Vit eru eitt einsháttað, homo
gent fólk. Ídnir ættargranskarar
siga, at tá ið til stykkis kemur,
eru vit næstan øll her á landi
skyld hvør við annan. Og okkara
fremsta frítíðarítriv er at tosa
um slekt. Altjóðagerðin sæst ikki
á sama hátt her hjá okkum sum
aðrastaðni. Sjálvt í útlondum
kennir tú ein føroying aftur á
skræðuni. Kanska áttu vit at miða
eftir einum meira eksotiskum
blandi í framtíðini, skulu vit ikki
ganga undir í innannøring. Ikki
tí, tú sært neyvan nakað vakrari
og
stórbærari
enn
føroysku
kvinnuna í tjóðbúna.
Føroyar taka seg í dag út sum
eitt nógv framfarið og væl skipað,
demokratiskt samfelag við stórari
vælferð. Her eru hákonjunkturar.
Soleiðis er ikki allastaðni. Tað er
helst ikki ov nógv sagt, at tað brýtur
í bæði borð uttan um okkum.
Evropa hýkur undir trýstinum av
humanitera sorgarleikinum suðuri
í Miðjarðarhavinum, har flóttafólk
drukna hvønn dag, men uppaftur
nógv fleiri reka upp á land við
dreyminum um eina mannsømi
ligari tilveru.
Yvirgangsatsóknir at sivilum
málum í framkomnum vestan
londum er vorðin ein óhugnalig
ur veruleiki. Avlagaðir hópdráps
menn og rótleysir ungdómar fáa
sítt egna reality-show í heimsins
fjølmiðlum við at taka sakleys
fólk við sær í deyðan í sjúkari fyri
gyklan um at verða ríkiliga aftur
løntir fyri illgerningin handanfyri
okkara foldarlív.
Og hvar standa vit so í hesum
meldrinum? Føroyski blíðskap
urin er tiltikin, og vit syngja, at
"stongd var ei bóndans stova,
um ókunnufólk kom á leið". Men
samstundis himprast vit at hýsa
neyðstøddum, sum søkja sær
skjól í Evropa, og hóast vit teljast
millum tey ríku londini, kundi
upphæddin, sum tær almennu
Føroyar lata í menningarhjálp
óivað verið størri, uttan at tað fór
nakað av nøkrum okkara.
Er tað ikki ein mótsøgn, at tað
í einum so kristnum landi sum
okkara, har vit taka tað sum eina
sjálvfylgju, at onnur fíggja okkara
vælferð, eru so fá, sum halda, at vit
hava skyldu at gáa um tey, sum
eru verri fyri enn vit? Ella eru
vit farin at stigbenda læruna um
næstrakærleika og miskunsemi?
Fær fremmandaóttin okkum at
tvíhalda um tað homogena eind
arsamfelagið? Ætla vit ikki at vera
partur av altjóðagerðini? Ella vilja
vit sum heimsborgarar bara vera
hvílandi limir uttan skyldu at út
inna ábyrgd?
Skaldið Heðin Brú segði eina
ferð, at vit búgva ikki í Føroyum
av praktiskum grundum. Tað
kunnu vit ivaleyst sanna tann dag
í dag, tó at praktisku tvørleikarnir
munnu vera lítið fyri at rokna í
dag í mun til fyrr. Vit búgva væl
saktans í Føroyum, tí at vit eru
fødd og uppvaksin her og kenna
á okkum, at her hoyra vit til. Tað
er ein grundleggjandi kensla, sum
framvegis hevur sítt gildi í einum
alt meira globaliseraðum heimi.
At tað hevur borið til at búleik
ast í Føroyum í øldir undir ógvu
liga vánaligum korum og kortini
ment samfelagið til eitt av teim
um framkomnu í heiminum er í
veruleikanum eitt bragd - ein hug
takandi og romantiskur tanki hjá
øllum okkum, sum eru komin til
skorin klæðir.
Men einki kemur av sær sjálv
um. Eldhugað hugsjónarfólk -
tey, sum droyma fagrar dreymar
og vilja gera mun uttan at hava
persónligan vinning sum drív
megi - eru tey, sum ganga und
an og byggja land. Í 1945 komu
tey mannsterk heim aftur - tey,
sum øll krígsárini høvdu ligið
innistongd í Danmark. At fara
aftur til Føroyar var teimum
eitt kall. Føroyar høvdu brúk
fyri teimum. Drívmegin var ein
romantisk og kanska eitt sindur
naiv hugsjón. Og hetta var langt
áðrenn, at amerikanski forsetin,
John F. Kennedy, í minniligari
røðu í 1961mælti: mínir lands
menn, spyrji ikki, hvat USA hevur
at bjóða tykkum, spyrji heldur,
hvussu tit kunnu gagna og menna
tykkara fosturland.
Fyrimyndirnar hjá føroysku
útisetunum mundu vera fleiri.
Suni Merkistein, útvarpsmaður, setti ólav
søkuna í ár, og niðanfyri prenta vit røðuna,
hann helt á Vaglinum ólavsøkuaftan: