Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 ÓLAVSØKURØÐA ARÐ EI OKKUM GIVIÐ Vil­helm Magnussen var iva­ leyst ein. Hann var í 1936 sett­ur í starv sum ser­lækni í tuberkla­ sjúk­um á Dronning Alex­andr­i­ nes Sjúkrahúsi í Havn og san­at­ ori­inum í Hoydølum. Saman við sínum trúgvu hjálparfólkum ferð­ aðist hann ótrýttiligur í fleiri ár kring alt landið í báti og til gongu at kop­pseta allar føroyingar móti hesi herviligu sótt. Ein annar var helst Rasmus­ sen lækni á Eiði. Í nógv ár frá 1920 røkti hann einsamallur embætið sum komm­unulækni í sjeytan ymiskum bygdum fyri norðan í Eysturoy og Streymoy, sum hann ferðaðist til í øllum veðri til gongu um fjøll ella sjóvegis í útróðrarbátum. Og kort­ini megn­ aði hann at skriva fleiri virdar fakligar ritgerðir grundað­ar á kanningar, sum hann gjørdi í sínum dagliga arbeiði. Hesin hug­ burð­ur er ikki vanligur millum fólk long­ur. Individualisman hev­ ur loyst av idealismuna. Sjúkrahúsverkið bløðir og breið­ir reyða løbaran út fyri at lokka ungar føroyingar heim, men í okkara materialistisku tíð, eru vit øll til sølu. Ikki bara læknar, sum vilja vita, hvar teir fáa bestu sømd­ ir­nar, politikarar skifta ósmæd­nir flokk, journalistar fara glaðbeint­ir yvirum borðið sum spindoktar­ar og rithøvundar hjá hægstbjóð­andi, og ítróttafólk eru nú eisini farin at skifta landslið, um tað tæn­ir persónliga CV-inum. Rótfestur loyal­itet­ur er ómodernaður. At berjast fyri eini søk er ikki longur í hásæti. Nú snýr tað seg um teg sjálv­an. Opportunisktiskt svingarí er meira kul og sexut enn avoldað­ ir læru­setningar um trúfesti og álit. Framvellandi samskiftistøkn­ in dukar sum ein harður pulsur og krevur, at vit støðugt eru vak­ in. Vit tráa eftir tí regluliga snild­ tele­fon­plinginum, sum var tað turvelvandi drøgg. Við títtreikandi tumlum zappa vit okkum gjøgn­ um okkara egna, redigeraða veru­ leika. Tað skal vera lætt og lesk­ iligt. Tíðin er farin frá at dýpa okk­um. Mentalt eru vit eisini vorðin fast food brúkarar. Tíð­indi, upp­lýsing, mentan og und­irhald er eitt og tað sama. Selfiementanin blómar. Í sos­i­ alu miðlunum eru dagligar kunn­ ing­ar um lítið og lætt, ætl­að­ar at sann­føra onnur um, hvussu væleydn­að vit eru. Og hevur tú ikki við idýll­iskum mynda­ reportasjum á sosi­alu miðl­unum dokumenterað tað, tú hev­ur runnið, hvussu nógv tú ert lætn­ aður, ella hvat marathon tú fert at renna í næstum, og aftur­fyri fing­ið viðurkennandi tumlar í nóg stórum tali, so ert tú ikki væl­eydn­ aður. Eru vit farin at fyrigykla øðr­ um eina íspunna glæstrimynd av okk­um sjálvum? Hvíla vit ikki longur í okkum sjálvum sum fyrr? Eru vit vorðin klókari ella glaðari í okk­ara tikkandi og plingandi sam­ skiftisøld? Ella síggja vit tvørt­ur­ ímóti eitt vaksandi friðloysi breiða seg? Sama hvussu væleydnað og nøgd, vit siga okkum vera, so er vaksandi talið á ungum, sum hava ilt í sálini, helst dømi um ólag í okkara sjálvsfatan. Vandi er í hvørjari vælferð. Hava vit ov stóran skund? Eru vit vorðin ov kravmikil? Er strembanin eft­ir mark­leysum marglæti og ævin­ ligum ung­dómi eitt svikaligt logn­ brá? Er eyð­mjúkleikin lakari í dag? Passar ein gráur mána­morgun ikki inn í okkara Timemanagara? - Life is what happens while you´re busy making other plans, segði ein klókur maður úr Liver­ pool einaferð. - Veruliga lívið er løtan, tá ið tú situr og leggur ætl­ anir um ta lagaligu løtuna. Soleið­ is kunnu vit leysliga umskriva regluna í sang­inum "Beuatiful boy", sum John Lennon sang á heysti 1980, nakrar fáar vikur áðrenn ein vitleysur maður skeyt hann í køldum blóði. Havnarmaðurin Jørgen-Frantz Jac­obsen var sjáldsama væl gáv­að­ ur, men honum untust ikki meira enn 37 ár her á fold. Tá hev­ði hann longu verið nívdur av sjúku í fleiri ár. Í brævi, hann skrivaði á deyðastrá til vinmannin, Willi­am Heinesen, er takklæti og eyðmýkd í hásæti, tó at lagnan mundi kenn­ ast honum hørð og órættvís. Hann skrivar: - Eg eri enn sum áður lívinum djúpliga takksamur og fari fram­ vegis at sættast við tess kor, tí tað gevur meira enn tað tekur, ja eg havi longu fingið so nógv, at eg fari ongantíð at hava nakran rætt til at gremja meg. Lívið er stórt og demoniskt, vert at elska og akta. Mínar størstu stundir hava verið, tá ið neistarnir brestu millum sorg og gleði. Og deyðin er í royndum bakgrundin fyri lívsins geniala relieffi. Og hvat er tað so, sum Jørgen- Frantz er so takksamur fyri? Hvat er tað, sum fær hann at hámeta lívið so, at tað tekur broddin úr bondsku lagnuni? Jú, tað er kær­ leikin. Tað er listin; tónleikur­in og bókmentirnar. Tað er góðskan í menniskjum. Tað er vínið, tað er dans­urin, tað er láturin, tað eru tær ljósu summarnætur­nar í Føroyum. Tað er alt hetta, sum ólavsøkan snýr seg um. Hvussu umráðandi tað er at stutt­leika sær vistu okkara for­fedrar longu í miðøld. Í Jøkils kvæði siga teir: Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum. Latið okkum tí varðveita ólav­ søk­una og hjúkla um hana. Hon hevur alstóran týdning fyri okk­ ara trivnað og sjálvsfatan. Hon veitir okkum eisini fløvan móti tí óunniliga gjóstri, ið andar á okk­ um uttan úr heimi. Hvør okkara leik­lutur í tí stóra, umbroyti­liga heimi verður í komandi árum, kann ivaleyst tykjast ørkymlandi. Hvussu fóta vit okkum tildømis í einum grundbroyttum ella kanska syndraðum Evropasamveldi? Tað er bara ein av mongum spurning­ um, ið troka á í hesum døgum. Men hvat vilja vit føroyingar sjálvir? Ella vilja vit nakað sjálvir? Er okkara hugsan enn sum áður, at best man vera sum er? Himprast vit at taka nýggj stig av ótta fyri at missa tað, sum er? Søgan hevur kortini lært okkum, at øll verulig framstig, ið vunnin eru í Føroyum, eru børn av føgrum dreymum um nakað annað enn tað, sum er. Einki er so lívgandi, sum tá ið stórbærir dreym­ar ganga út. Íslendska fót­bólts­ævintýrið í Fraklandi í summ­ar er feskasta dømið. Men eitt upp á seg meira ævin­ týrligt bragd enn íslendska EM- avrikið varð útint í dag fyri júst 30 árum síðani. Tá kom føroyski víkingurin Ove Joensen inn at landi í Thyborøn á vesturstrond Jút­lands eftir at hava róð í fýra vik­ur í eitt koyr úr heimbygd­ini Nóls­oy til Danmarkar yvirum all­an hin vandafulla Norðsjógvin einsa­mallur maður í lítlum árabáti. Man nakar fara at gera honum hetta bragd eftir? Vit undrast framvegis og spyrja: hvat var hansara drív­megi? Tá ið hann í sjónvarpinum í 1986 varð spurdur, hví hann setti sær fyri at fara hesa hættisligu ferð á triðja sinni, tók hann øll á bóli við sínum svari: Eg geri tað fyri Føroyar! Sigur nakar soleiðis longur? Eg endi við Hans Andriasi: Saman at halda varð ei okkum givið, tí er so lítið burturúr her blivið; tí enn vit tala, men ov lítið gera. Samhald má vera! Takk fyri at tit lýddu á og góða ólavsøku! Myndir: Sigmar Mørkøre