Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KÍ VANN LEGENDUDYST Dagin fyri ólavsøku hittust tvey legendulið hjá HB og KÍ til dyst í Gundadali. Stuttsøgdu ítróttartíðindini bjóða eisini upp á onnur fótbóltstíðindi, hondbóltstíðindi og frælsan ítrótt Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Tað vóru ikki bara effo­ liðini hjá AB, HB og B36, ið spældu dyst um ólav­ søku­tíð. Mikudagin 27. juni hittust tvey legendu­ lið hjá HB og KÍ í Gunda­ dali, har nógvir av kendu og fyrr­verandi leik­arun­um hjá feløgunum hittust til dyst. Dysturin endaði 1-1 í vanligari leiktíð. Málini skor­aðu ávíkavist Uni Arge fyri HB og Jan Andreasen fyri KÍ. Síðani varð farið til brotssparkskapping, har klaks­vík­ing­ar­nir vóru stinnari og vunnu 5-4. Á liðnum hjá HB vóru legend­ur sum Kaj Leo Holm Johannesen, Kári Reyn­ heim, Hallur Danielsen og Ingi Rasmussen. KÍ-liðið var millum annað mannað við leikarum sum Rógva Jacob­sen, Allan Mørkøre og Eyðun Klakstein. Bretska Sky Sports sigur seg vita, at Arsenal ætlar at seta øll segl inn fyri at keypa Alexandre Lacazette hjá Lyon. Í farnu viku bjóðaði Arsenal Lyon 260 milliónir fyri franska framherjan, men Lyon takkaði nei. Tað fær tó ikki Arsenal at steðga við at dyrgja eftir 25 ára gamla áleyparanum, tí at sambært Sky Sports er London-felagið til reiðar at bjóða av nýggjum. Lacazette fer eftir øllum at døma at kosta Arsenal 350 milliónir, um fransin skal blíva reyður. FC Midtjylland hevur seinastu nógvu árini verið ímillum tey donsku liðini, sum hevur havt besta hegnið til at selja leikarar til størri feløg uttanlands. Áður eru leikarar sum Winston Reid og Simon Kjær blivnir seldir í dýrum dómum, og í vikuskiftinum gjørdist greitt, at FC Midtjylland nú hevur selt álopssinnaða leikaran, Pione Sisto, til spanska Celta Vigo. Sky Sports sigur seg eisini vita, at vinstri bakkurin hjá Chelsea, Baba Rahman, skiftir til týska Schalke 04. Talan er um eitt ára leigusáttmála. Svenska superstjørnan, Zlatan ibrahimovic, spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester United leygardagin, tá ið United spældi venjingardyst ímóti Galatasaray í Göteborg í heimlandi Zlatans, Svøríki. Og Zlatan líkt, so var hann beinanvegin klárur at gera um seg. Bert fýra minuttir vóru farnir, tá ið ein bóltur varð sendur innfyri, sum Zlatan ikki gjørdi mætari enn at saksa í netið. Dysturin endaði síðani 5-2 til Manchester United. HONDBÓLTUR Sum so mangan áður, so bleiv ólavsøkudystur spældur í høllini á Hálsi ímillum Kyndil og VÍF. Dysturin ímillum bestu mansliðini hjá feløgunum varð spældur ólavsøkuaftan, og tað var grøna heimaliðið, Kyndil, ið streyk avstað við ólavsøkusigrinum. A-landsliðið hjá monnum hevur undan­kapping á skránni í januar, tá ið Føroyar eru vertir fyri EM-undan­ kapp­ingar­dyst­um ímóti Grikka­landi og Kýpros. Farna mána­dag spældi lands­lið­ ið ímóti einum úr­vals­liði úr bestu deildini, ið eisini var mannað við fleiri av sterkastu út­lend­ing­u n­um í føroyskum feløg­un­um. Og lands­liðið hevur nokk at betra um til komandi undan­kapp­ing­ina, tí at úr­vals­liðið vann dystin 23-22. FR. ÍTRÓTTUR Sum árligur siður er, so er ólav­søku­renning blivin runn­in um ólav­søku­ mundið. Hjá monnum var tað Julian Gregersen, ið vann renningina við tíðini 16.21. Trý sekund vóru niður til næsta mann, Signar Røsvig, sum rann í mál við tíðini 16.24. Hjá kvinnunum var tað Marna Egholm, sum smurdi hinar rennararnar av. Hon rann í mál við tíðini 19.08. Heili 75 sekund vóru niður til nummar tvey, Duruta R. á Lofti, ið rann ólavsøkuteinin við tíðini 20.23 KAPPKOYR Týska Formel 1-grand prixið varð koyrt í gjár. Fyri fjórðu ferð á rað bleiv tað kendi, bretski koyrarin, Lewis Hamilton, ið var fyrstur á mál og fór avstað við sigrinum. Kappkoyringin í gjár varð koyrd í Hockenheim STUTTSØGD TÍÐINDI