Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Burturstaddur. Tíbetur kanska. Nú loðar undir okkum. KRISTIAN JOENSEN KÍ 3 stig a Toftum var eitt krav, vit megnaðu at liva upp til tað. Nú er tað Skala a SF. Kom so KÍ, vit minnast hvussu stuttligt tað var at verða a SF í fjør. 3 stig, so verður tað stuttligari í ár. Koyr a KÍ SÆBJØRN LEITI ÍF Tja hatta var ikki tað vit roknaðu við aftaná KÍ dystin Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB - LISSI MOURITSEN B36 Áaaa nei Áaaa nei Áaa nei .... Seriøst -eg gráti ! Vit burdu haft avgjørt dystin í fyrra hálvleiki ! Men einaferð og altíð ❤ Tað positiva í tí heila var at eg fekk klemm frá Tróndur Arge ;) JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Ólavsøkan varð bjargað, áðrenn hon yvirhøvur byrjaði! Tað bleiv dekan ov knapt hjá okkum, men tað gekk! Viktugt! Vit mosa víðari! FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað letur til, at tað í heyst verður talan um tætta og javna kapping. Undan ólav­ søku­um­farin­um spøkti møgu­ leik­in, at tað skuldi eydnast KÍ at taka sjey stiga leiðslu­na aftur, sum varð mist á heima­ vølli ímóti ÍF. Onnur treytin var, at KÍ vann á Toftum, og hin var, at Víkingur einki fekk við burtur úr upp­gerðini í Gundadali ímóti meistar­un­ um í B36. KÍ loysti sína uppgávu við 3-0 sigri á Toftum í gjár. Hóast B68 spruttaði eina løtu eftir steðgin, so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða: – At vit fingu ein ordiligan frammaná ímóti ÍF var stað­ festing av, at einki kemur av sær sjálvum, og vit hava brúkt ta royndina positivt í fyri­reiking­un­um, og vit fegnast um sigurin, sigur KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør, sum skoraði mál nummar 101 í bestu deildini. Næstu vikurnar vera rættiliga avgerandi. Um­ framt á heimavølli ímóti Skála og TB bíða topp­liðnum risa av­bjóðing­ar á úti­vølli ímóti HB, NSÍ og Víkingi, sum átjanda september fær vitjan av KÍ. Undan tí uppgerðini hava tey bæði fremstu spælt steypafinaluna! Skráin hjá Víkingi sær betri út, enn hon ger hjá kappingar­neyt­un­um. KÍ eigur fýra heima­dystir eftir, meðan Víkingur eigur seks heima­dystir – millum annað ímóti KÍ, NSÍ og B36. B36 uttanfyri Europa B36 er í aldudali, sum á ólavsøku kostaði 2-0 tap ímóti Víkingi. Framrættaða spælið er í longum løtum einki aftanfyri í fjør og í fyrra árið, tá ið tað eydnaðist at vinna FM. Ólavsøkudag varð tað sera eyðsýnt, at stóri trupulleikin er at vinna úrtøku úr møguleikunum: – Vit vassa í mál­møgu­ leikum, men vit megna ikki at umseta teir til mál og harvið sigrar. Í Trongis­ vági spældu vit okkum til nógvar møguleikar, men tá skoraðu vit bara einaferð – í sam­bandi við brotsspark. Ímóti Víkingi spældu vit fínt í fyrra hálvleiki, tá ið vit áttu at havt skorað tvey mál ella fleiri, men tað megnaðu vit ikki, og so sektaðu teir mistak í okkara verjuspæli, áðrenn vit vóru óhepnir og skoraðu sjálvmál, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze ásannar, at tað í fyrra hálvleiki ikki sá so gott út: – Teir vóru góðir í saman­ spælinum, og vit brúktu orku at renna aftan á teimum. Tað varð væl betri eftir steðgin, tá ið Philip Djordjevic var avgerandi. Hann skoraði fínt mál, og sjálvandi eigur hann at verða skrásettur fyri seinna málið eisini, tí hann royndi ímóti málinum. Hesum síðsta var dóm­ ar­in ikki samdur í, tí hann skrá­setti Hørð Askham fyri sjálv­mál, tá ið bólt­ur­in um­ vegis bringuna á honum broytti kós og fór í málið eftir innlegg úr høgru frá Philip Djordjevic. Sámal Erik Hentze tosar ikki um FM: – Vit hugsa um okkara av­rik, og vit gera upp innan­ hýsis, hvussu tað stendur til sammett við tað, vit ætla okkum. Í løtuni sær tað gott út, men tað er langt á mál. Tað rennur nógv í HB kassan Mest upp og niður higartil í ár hevur tað verið hjá HB. Eftir fyrsta lítla triðingin av kappingini vóru Jan C. Dam og hansara menn topplið. So var úrtøkan tvey stig í sjey dystum, men nú sær ljósari út aftur. Ólavsøkuaftan runnu trý stig aftrat í kassan, tá ið HB vann 1-0 á ÍF. Tólv stig í fýra tær seinastu ferðirnar boðar frá, at teir í HB nú eru væl upplagdir. Einsamallur málskjútti var Ári Mohr Olsen. Hann var ætlaður at vera á beinkinum, men tá ið Rókur av Fløtum Jespersen ikki var nóg birgur, fekk Ári Mohr Olsen møguleikan, og hann takkaði fyri við at skora sigursmálið við høvdinum, tá ið eitt korter var farið. HB liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen fegnast: – Hetta var annar tepri sigurin eftir summarsteðgin, og hann er ógvuliga kærkomin. Vit vóru væl fyrireikaðir at taka okkum av Lawal og Clayton, og teir fingu ikki møguleikarnar, sum vóru orsøk til, at ÍF vann í Klaksvík. Annar av ÍF venjarunum, Jákup Mikkelsen, var øgiliga vónbrotin: – Í fyrra hálvleiki lógu vit alt ov langt frá teimum, og tá brúktu vit orku at renna aftan á teimum. Eftir steðgin varð tað væl betri. Tá lógu vit tætt í teimum, og síðstu løtuna pressaðu vit fyri at fáa mál, og eg bíðaði bara eftir, at tað skuldi eydnast hjá Lawal ella Clayton, men tað eydnaðist tíverri ikki. Nú skulu vit til Runavíkar. Í løtuni eru vit nakað frá europeisku plássunum, men vit hava ikki mist mótið, sigur ÍF venjarin. NSÍ lúrir Við 2-1 sigri á Argjum er NSÍ framvegis væl við. Tað er bara eitt stig fram til silvurplássið og fimm stig fram til gullplássið. NSÍ eigur heimadyst ímóti HB og KÍ, meðan Víkingur og B36 bíða á útivølli. Á Argjum var Jonleif Høj­gaard millum teir fyrstu ellivu, og hann takk­ aði fyri við at seta hol á, tá ið hálv­ur tími var farin. Patrik Johannesen javnaði tíðliga í seinna hálvleiki við rimmar skoti av brots­teigar­ markinum, og so reið leingi um snarið. Sigursmálið skoraði Klæmint A. Olsen í næst­ síðsta minutti, eftir at Jonleif Ólavsøkusigurin á meistarunum vigar nógv hjá víkingunum, sum oftast eiga heimavøll, meðan KÍ næstu vikurnar eigur tríggjar torførar avbjóðingar á útivølli EFFO-DEILDIN VÍKINGA VEGURIN ER TANN SLÆTTASTI