mánadagur 1. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Eftir vánaliga
úrslitið í fyrsta
dystinum aftaná
steðgin, kom KÍ
av álvara í gongd
á Svangaskarði
sunnudagin, tá teir
vunnu 3-0 móti
botnliðnum B68
KÍ FÓTAÐI
SÆR AFTUR
LOVAR VÆL FYRI KÍ Sambært hagtølunum, talar nógv fyri einum
FM til KÍ. Seinastu fimm kappingarárini hevur tað liðið nevniliga
vunnið FM, sum hevur ligið á odda í deildini eftir 18 umfør.
DYSTURIN
HESA VIKUNA
4
RAGNAR LINDHOLM
Var í fleiri førum maðurin
sum helt B68 inni í dystinum.
Hevði eisini lítlan møguleika
til at gera nakað við nakað av
málunum. Besti maður á B68
liðnum.
2
PEDRO TARANCON
ANTON
Átti onkrar avgerandi takklingar í
byrjanini av dystinum, men hevði
tað eins og restina av B68 liðnum
trupult tá teir høvdu bóltin.
2
ODDUR HØJGAARD
Hevði sítt at síggja til í B68
verjuni. Var sterkur í luftini, men
misti onkrar lættar avleveringar.
Mundi javna fyri B68 í seinna
hálvleiki.
2
ARI JOHANNESEN
Var ofta útsettur í verjustøðu,
tá renningar komu afturum hann,
umframt tá dribblingar komu.
Talan var ikki um hansara besta
dyst.
2
NIKLAS POULSEN
Tóktist eitt sindur vilstur
fyrstu løtuna á vongbakkinum,
men fótaði sær vælt á liðið skifti
system. Tað merktist tá hann fór
út við skaða á B68 liðnum.
3
JÓHAN DÁVUR
HØJGAARD
Var sum heild ein av teimum fáu
B68 leikarunum sum tað glógvaði
í. Tordi at hava bóltin, men
hevði tað eins og restina av B68
miðvøllinum trupult móti sterku
KÍ miðjuni.
2
MICHAL PRZBYLSKI
Ikki hansara besti dystur.
Misti fleiri bóltar, tá hann royndi
ov nógv. Tað telur tó upp at hann
royndi, og í fyrra hálvleiki hevði
hann eina fína sending, tá hann
sendi Líggjas Bjartalíð avstað.
2
EVRARD BLÉ
Var sum heild fínur stóran
part av dystinum, men fall
í støðið móti endanum av
dystinum tá orkan gekk undan.
2
ÓLI H. OLSEN
Er farligasti maður á liðnum
hjá B68, men kom sjáldan til
sín rætt av álvara. Hevði tó
eitt fínt gjøgnumbrot í fyrra
hálvleiki, tá KÍ leikari mátti fella
hann.
1
LÍGGJAS BJARTALÍÐ
Hevði tað sum heild trupult
móti sterku KÍ verjuni. Kom í
avgerandi støðu í fyrra hálvleiki,
men trekkið mislukkaðist. Ikki
hansara besti dagur, hóast
arbeiðsinnsatsurin var í lagi.
1
HELGI JOHANNESEN
Kom inn tíðliga í seinna
hálvleiki fyri Niklas Poulsen.
Hevði tað sum heild trupult
í verjustøðu, og stóð skeivt
plaseraður tá Hjalgrím Elttør
skoraði til 2-0 fyri KÍ.
1
JÓHANNUS HANSEN
Kom inn seinasta korterið,
men fekk ongantíð sett sítt merki
á dystin.
SPÆLARAMETING
André Olsen
Eftir
eina
heldur
slaka
byrjan uppá seinnu hálvu,
fótaði KÍ sær av álvara
aftur í útidystinum móti
B68 sunnudagin á Svanga
skarði. Endaliga úrslitið av
dystinum var, at KÍ vann
dystin 3-0, eftir at hálvleiks
støðan hevði verið 1-0 til KÍ.
Sum heild var sigurin
hjá KÍ fult uppiborin, og
ein sat bara og undraðist
í hálveikinum, hví KÍ bert
var á odda við einum máli,
tí møguleikarnir fyri einari
størri leiðslu vóru avgjørt til
staðar.
Við sigrinum hevur KÍ
aftur lagt sjógv millum seg
og
nærmastu
kappingar
neytarnar sum eru Víkingur
og NSÍ. KÍ hevur nú ávikavist
fýra og fimm stig niður til
tey bæði liðini.
KÍ sat á øllum
KÍ legði út sum eitt ódnar
veður á Svangaskarði sunnu
dagin. Longu aftaná tríggjar
minuttir, hevði KÍ havt tvey
hornaspørk, har annað var
endað á stongini hjá B68,
meðan Ragnar Lindholm
kláraði at verja meistarliga
fyri hinum.
Tað var serliga fyrstu
løtuna at KÍ skaraði framúr á
Svangaskarði. KÍ leikararnir
fingu góða ferð á spælið, og
B68 leikararnir høvdu tað
sum heild sera trupult at
fylgja við í dystinum. Í fyrra
hálvleiki var eisini sjáldan at
heimaliðið kláraði nakað ser
ligt av avleveringum ímillum
sín, áðrenn KÍ leikarar komu
ímillum.
Tað gekk tó striltið hjá
KÍ at fáa hol á, tí hóast
málmøguleikarnir vóru til
staðar í hópatali, brendu
klaksvíkingar í fleiri førum
uppá tað skammiligasta.
Tað bragdaði ikki fyrr
enn ein hálvur tími av dyst
inum varð leiktur. Eftir frí
sparksinnlegg frá Jóannesi
Bjartalíð sum lá væl, eydnað
ist tað einum leysum Jákupi
B. Andreasen at stúta bóltin
í netið, soleiðis at hann legði
KÍ á odda 1-0. Máli gjørdi
tað at ferðin á KÍ spælinum
minkaði eitt vet í mun til
áðrenn, og av tí sama kom
B68 alsamt betri við í dystin.
B68 kom betri við
Í hálvleikinum høvdu B68
leikararnir uttan iva fingið
nøkur borgarlig orð við
sær út aftur, tí tað var eitt
mestsum hamskift B68 lið
sum kom á vøllin í seinna
hálvleiki í mun til í fyrra.
Frá byrjan av sást, at KÍ
ikki var líka greitt omaná í
dystinum, og tá góðir tíggju
minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki, byrjaði B68
at trýsta av álvara fyri at fáa
útjavnandi málið.
Trýstið elvdi eisini til
nakrar støður, sum væl
kundu havt givið mál til
toftamenn. Bestu royndirnar
høvdu Ari Johannesen og
Oddur
Højgaard,
men
í
báðum førunum fóru skotini
beint framvið málinum.