Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 KRISTIAN JOENSEN Hevði sum heild gott tamarhald á øllum tí sum fyrifórst, men hevði ov lítið at gera til veruliga at prógva seg. 3 SØRMUNDUR KALSØ Hevði sum heild fult tamarhald á í verjupartinum, og kom væl framvið. Men innleggini hava onkuntíð ligið betur enn sunnudagin. 3 AHMED MUJDRAGIC Var mestsum arbeiðsleysur allan fyrra hálvleik, tá KÍ hevði bóltin fyri tað mesta. Var heldur ongantíð av álvara settur undir trýst. 3 ÍSAK SIMONSEN Var fluttur inn í miðverjuna, og gjørdi tað fínt. Men eins og restina av KÍ verjuni, var hann ongantíð orduliga settur undir trýst. 4 SÚNI OLSEN Spældi heldur merkisvert sum vinstri bakkur. Kom tó fínt frá uppgávuni. Hevði tvey fín skot, sum væl kundu havt enda í B68 málinum. 4 JÁKUP B. ANDREASEN Sannførandi avrik frá unga KÍ miðvallaranum. Var tryggur á bóltinum, og var eisini tann sum fekk hol á fyri KÍ tá hann skoraði til 1-0. 4 SEMIR HADZIBULIC Reisti seg aftur eftir heldur laka avrikið í Klaksvík seinast. Er serstakliga tryggur á bóltinum, og telist millum týdningarmestu menn á KÍ liðnum. 3 HEÐIN KLAKSTEIN Fekk møguleikan frá byrjan aftur. Var við í nógvum góðum KÍ álopum, men manglaði avgerandi neyvleikan fyri at koma á mál ella assist talvuna. 4 HJALGRÍM ELTTØR Var saman við Bjartalíð tann maðurin á KÍ liðnum sum stóð fyri tí mesta skapandi. Kom eisini á máltalvuna í seinna hálvleiki. 5 JÓANNES BJARTALÍÐ Dagsins maður á Svangaskarði sunnudagin. Reisti seg eftir vánaliga avrikið móti ÍF, tí sunnudagin legði hann upp til tvey mál, umframt at hann skoraði eitt sjálvur. 3 PÁLL A. KLETTSKARÐ Kundi væl havt fingið okkurt málið, um neyvleikin var betri hendan dagin. Arbeiddi væl, men manglaði at vera avgerandi. Jóannes Bjartalíð var avgerandi Tað var tí eitt kanska eitt sindur ímóti dystar­gongd­ ini akkurát ta løtuna, at KÍ skoraði til 2-0. Eftir eitt gott skjót­álop slapp altíð vanda­ mikli Jóannes Bjartalíð til stroks í høgru síðu. Hann bjóðaði av, og kom mestsum heilt til baklinjuna, tá hann spældi bóltin uppá tvørs av feltinum, har ein púra ódekkaður Hjalgrím Elttør kundi smekka bóltin trygt í málið til 2-0. Akkurát tað sum KÍ hevði brúk fyri ta løtuna, tí málið tók brodd­ in av tofta­monn­um, sum annars byrjaðu at síggja sær møgu­leik­ar fyri at koma inn­ aftur í dystin. Tað sum eftir var av dystinum, kláraði B68 ongan­ tíð av álvara at seta KÍ undir trýst aftur, og ístaðin var tað KÍ sum økti til 3-0. Mál­ skjúttin til 3-0, var eingin annar enn Jóannes Bjartalíð, sum eisini legði upp til hini bæði málini í dystinum. Málið kom eftir at KÍ tók eitt fríspark skjótt, har Jóannes Bjartalíð slapp at bjóða av í høgru síðu. Hann trekti lættliga inn í vøllin, og smekkaði síðani eitt langskot í málið, uttan at Ragnar Lindholm í B68 málinum hevði nakran møguleika. Uppiborin KÍ sigur Samanumtikið var 3-0 eisini eitt rættvíst úrslit av dyst­ inum, tí hóast B68 trýsti eina løtu í seinna hálv­leiki, vóru klaks­vík­ing­ar gjøgnum­gang­ andi greitt tað betra liðið gjøgnum allan dystin. Tað einasta KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, kann iðra seg um eftir dystin er, at KÍ ikki var á odda við meira enn einum máli í hálv­leik­ inum, og at tað gekk so long tíð áðrenn KÍ av álvara fekk lukkað dystin. Tí leikliga vóru teir alla tíðina greitt omaná, har teir eisini skaptu nokk av málmøguleikum. Sær ómøguligt út hjá B68 Fyri B68 sær hvørt tap svart­ ari og svart­ari út fyri restina av kapp­ingar­ár­in­um. Av tí at TB eisini vann á Skála, sær tað nú upp­aftur truplari út. B68 hevur nú tíggju stig upp til Skála og TB, sum eru røttu megin niður­flytingar­strik­ una, og skulu tí í minsta lagi vinna fýra av teimum níggju dyst­un­um sum eru eftir av kapp­ing­ini. Tað verður tó trupult, tí enn hava tofta­ menn ongan sigur fingið enn í kappingarárinum. Harafturat er umráðandi hjá teimum at hvørki Skála ella TB koma at fáa nøkur stig afturat, sum tó neyvan kemur at henda. Tað er tí helst ikki ov nógv sagt, at tað skal eitt størri undur til, um B68 aftur verður at síggja í Effo-deildini komandi kappingar­ár. SPÆLARAMETING Myndir: Danial Viðoy, Norðlýsið 1 til 6 B68-KÍ 0-3 (0-1) 0-1: Jákup B. Andreasen 30. 0-2: Hjalgrím Elttør 68. 0-3: Jóannes Bjartalíð 80. Dómari: Helgi Mikael Jónasson B68: Ragnar Lindholm – Oddur Højgaard, Ari Johannesen, Pedro Tarancon Anton – Niklas Poulsen (Helgi Johannesen, 52.), Jóhan Dávur Højgaard, Michal Przybylski, Evrard Blé (Leivur Højgaard, 88.), Kristian Anton Andreassen – Líggjas Bjartalíð (Jóhannus Hansen, 73.), Óli H. Olsen Gult kort: Evrard Blé Venjari: Eliesar Olsen KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic (Ólavur Niclasen, 84.), Ísak Simonsen, Súni Olsen – Heðin Klakstein (Niels Pauli Danielsen, 80.), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (David Langgaard, 77.), Hjalgrím Elttør – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð Gult kort: Ísak Simonsen Venjari: Mikkjal Thomassen FÓTBÓLTUR KÍ spælið fyrstu løtuna. Fyrstu løtuna vísti KÍ av álvara hví tað eru teir sum eru oddalið í Effo-deildini. Hesa løtuna var reinur klassamunur millum liðini Avrikð hjá B68 fyrsta korterið í dystinum. Toftamenn eiga meira í sær enn teir vístu tá, og teir fingu eisini fóta sær betur eftir fyrstu løtuna EIN FEKK DEBUT Á KÍ liðnum sunnudagin, var ein leikari, sum á fyrsta sinni spældi í Effo-deildini. Talan var um Ólav Niclasen, sum var innskiftur seint í dystinum. Hann hevur tó fingið spælitíð í kappingini um Løgmanssteypið fyri KÍ.