Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20 Jóannes Hansen Kappróðrarárið 2016 er av. Síðstu tøkini vórðu tik­ in í kappingini millum 10-manna­førini á ólavsøku. Tann kappingin var fram­ úr spenn­andi. Heilt merkis­ vert var tað, at Eysturoying­ ur, sum vann FM, endaði aft­ast­ur. Tað man neyvan vera komið fyri áður, at 10-manna­farið, sum hevur vunnið FM, er endað aftast í final­uni, men soleiðis var tað á ólavsøku 2016. 2016 var ikki róðr­ar­árið hjá sig­urs­vandu róð­rar­fel­ øg­un­um í hø­v­uðs­stað­num. Burtursæð frá í mini kapp­ ingini millum 6-mannafør Masters við kvinnum, har Gongurólvur vann FM, tí Riddarin varð kolldømdur á ólavsøku, so vann Havnar Róðrarfelag einki FM, og Argja Róðrarfelag vann held­ ur einki FM. Heldur ikki Róðar­fel­ ag­num Knørri eydnaðist tað at vinna nakað FM. Men í endaspurtinum í síð­ sta ólavsøkuróðrinum og harvið í finaluni í 2016 vóru øll trý 10-mannaførini í høvuðsstaðnum framm­ an­fyri Eyst­uroying, sum longu undan ólavsøku hevði tryggjað sær FM heitið og har­við hevði rokkið tí, sum sig­urs­vandu veter­an­ar­nir mið­aðu eftir, tá ið teir um árs­skiftið fóru undir enn eitt róð­rar­ár. Ormurin Langi vann á fjarð­astevnu í Vestmanna, og aft­ur á ólavsøku vóru Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og hansara menn fyrstir á mál. Myndin var talandi og tøl­ andi, tá ið skotini brustu, og drop­arnir fyri síðstu ferð í hesum róðrarárinum sleptu ára­bløðunum. Allir høvdu givið alt tað, sum teir vóru mentir. Sek­ undini, meðan bíðað varð eftir úrslitinum, kendist tað sum um, at alt stóð stilt. So ljóð­aði, at Ormurin Langi hev­ði vunnið. Tá kendist tað sum um, at møðin hvarv sum døgg fyri sól umborð á bláa bátinum, meðan teir um­borð á hinum trimum 10-mannaførunum kendu møðina nógv tyngri og hingu niður á árarnar. Umborð á Havnar­bát­i­ num løgdu teir nógv fyri í royndini at vinna á Havn­ ar­vág. Eina løtu sá tað út til, at tað fór at eyd­nast, tí Havnarbát­ur­in var fremstur fittan tein fram við Mol­ anum. Í end­a­spurt­inum sást var tað øgiligi vinn­ ara­hugburðurin umborð á Orm­inum Langa, sum gjørdi munin. Suverenir klaksvíkingar Spenningur var undan róð­ rinum, hvussu tað fór at verða í kappingini mill­um 5-mannaførini við dreingj­ um. Tjaldrið hevði møguleika at taka FM heitið frá Fíp­uni Føgru. Treytin var, at Tjald­ rið endaði tvey pláss framm­ anfyri Fípuna. Junkarin var leingi við í kappingini um fremsta plássið, og harvið var møguleiki fyri, at tað kundi tørna soleiðis út, at Tjaldrið við ólavsøkusigri eis­ ini kundi vinna FM, tí eisini Junkarin tók Fípuna. Tá ið tað stóð mest á, vístu teir úr Klaksvík, at tað vóru flestar knotur í teim­um. Fípan Fagra stakk seg fram um kappingarneytarnar og vann bæði FM og ólav­søku­ róðurin. Tað leyp ikki nógv av, tí Tjaldrið var bara stavn­ in aftanfyri klaksvíkingar, sum stórfegnaðust um, at øgiliga íløgan síðani á nýggj­ árinum bar fulla úrtøku við sær – sigur á ólavsøku og FM. Soleiðis endaði tað eis­ ini hjá 8-mannafarinum Nev­ið Reyða, sum vann bæði FM og á ólavsøku. Í hesi kappingini var sigur­in sann­førandi. Nevið Reyða stakk seg beinanveg­in fram­ um avbjóðarar­nar, og Nevið Reyða helt tørn. Kapp­ing­ ina um næstfremsta pláss­ið vann Gullbrandur úr Fugla­ firði, sum eisini í FM kapp­ ingini var næstbestur. Fuglfirðingar vunnu trivaligar sigrar Rádni var aftur bestur í kappingini millum 6-manna­ før við kvinnum. Harvið vann Rádni FM við fullari úr­tøku. Eisini hesa ferð var sig­urin sera sannførandi. Enn einaferð bjóðaði Søl­ mund­ur av. Men tá ið alt kom til alt vann Rádni mest sann­førandi sigurin av øllum á ólavsøku í teimum sjey FM kapp­ingunum, ið hava verið á skránni í summar. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir góvu Punktum er sett fyri hetta árið, og nú greiða mamma og pápi frá, hvussu tey hava stuðlað og upplivað spennandi kappingina, sum suðuroyingar, norðoyingar og eysturoyingar í ár vóru best í KAPPRÓÐUR KAPPRÓÐURIN ER FELAGSSKAPUR FYRI ALLA FAMILJUNA