mánadagur 1. august 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til lukku við týdningar
mikla dystinum í gjár.
Hvussu nógv lætnaður
ert tú eftir dystin?
Hetta var ein viktigur sigur.
Málið er at yvirliva, og tað er tað
vit arbeiða fram ímóti. Enn er tó
nógv eftir, so tað er ov tíðliga at
vera lætnaður.
Var hetta fyribils
bjargingin hjá TB, ella
hvussu sært tú uppá tað?
Vanligt skulu 26 stig til fyri at
yvirliva við vissu. Vit hava 17, so
tað er enn langt á mál. Eingin
sigur heldur at 26 stig vera nokk
í ár.
Tú hevur verið á
Tvøroyri í eina tíð.
Hvussu trívist tú har?
Eg trívist væl í Suðuroy. Merki
væl hvussu fólk brenna fyri TB,
og ynskja teir at vera verandi
í deildini, so tað er ein jaligur
stemningur.
Leikararnir
hava
eisini verið fyrimyndarligir, og
halda teir áfram, skulu vit nokk
røkka okkara málið.
Væntar tú at halda
fram á Tvøroyri?
Enn hava vit ikki snakka um tað.
Eg havi sáttmála árið út, og tað
fyrihaldi eg meg til. Men fái eg tað
bjóða, er tað avgjørt nakað sum eg
fari at umhugsa.
At enda, hvør vinnur
FM í 2016?
Tað verður antin Kí, Víkingur ella
NSÍ. HB og B36 eru dottin ov langt
burturúr.
Áðrenn
kappingina
tippaði eg Víking, og eg havi eitt
fornemmilsi at tað vera teir. So
mítt boð er Víkingur.
Vikan ið fór
Kaj Leo í Bartalsstovu finnur
sær nýtt felag eftir skilnaðin við
Dinamo Bukarest. Nýggja felag
hansara er FH Hafnarfjørður, ið
er íslendska meistaraliðið, har
Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar
Nattestad frammanundan spæla.
Hann náddi tó ikki at vera
liðfelagi hjá Sonna Ragnari leingi,
tí fáar dagar eftir verður 21 ára
gamli miðverjuleikarin útleigaður
til Fylkir, sum er á næstaftasta
plássi í bestu íslendsku deildini.
Talan er um leigusáttmála,
ið er galdandi árið út.
Zlatan Ibrahimovic skjýtur eitt
vakurt mál, tá ið hann eftir
einans fýra minuttum í United-
troyggjuni leggur enska felagið
á odda 1-0 í venjingardysti
ímóti Galatasaray, sum
varð vunnin 5-2.
Eliesar Olsen verður útnevndur
sum nýggjur høvuðsvenjari
hjá B68. Fyrrverandi EB/
Streyma-venjarin fær ikki vent
gongdini í fyrstu royndini,
sum er ímóti oddaliðnum
KÍ. KÍ vann dystin 3-0.
Eysturoyingur, sum longu
hevði tryggjað sær FM-
gullið, endar aftastur í
10-mannafarsróðurinum á
ólavsøku. Ormurin Langi vinnur
róðurin og tryggar sær sær silvur
frammanfyri Havnarbátin.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Peter Ingemann, ið er kendur
sum vertur í sendingum so sum
Hammerslag og Størst, hevur í
samband við OL gjørt tvær heilt
serligar sendingar av Størst, ið
hann kallar fyri Størst i Rio.
Hetta er ein sending, ið varpar
ljós á fyrireikingarnar til OL, sum
byrjar fríggjadagin. Stutt sagt er
talan um eina upptakt til OL.
Vanliga er Peter Ingemann
einsamallur vertur, men hesaferð
hevur hann fingið tveir kendar
mans við sær til OL-býin, Rio
de Janeiro. Teir eru Rasmus
Tantholdt og Morten Ankerdal.
Tantholdt er kendur sum
útsendur
tíðindamaður
hjá
TV2, har hann greinar kríggj og
spentar støður kring allan heimin.
Tað er eisini hansara uppgáva í
hesari sendingi. Hann fer aftur
um tað glæsiligu myndina av Rio
og hyggur nærri at brotsverkum
og teimum fátæku.
Ankerdal hevur hinvegin eina
breiða vitan um ymiskan ítrótt,
og tað framgongur eisini í hesi
sendingini, har hann ferðast í
ítróttarumhvørvinum og hyggur
nærri at umstøðunum og varpar
ljós á tað ítróttarliga.
Peter Ingemann veit einki um
ítrótt, og tískil er hann hesaferð
tann fólksligi verturin, ið er farin
eina sanna rannsóknarferð. Hann
ferðast til ymisk kend støð í Rio,
men er annars sum altíð tann
skemtingarsami verturin, sum
hesaferð eisini má hugsa um at
samansjóva eitt toymi, ið telur
tríggjar vertir.
Sendingin fevnir víða. Vertir
nir hava nomið sær vitan innan
ógvuliga ólíka økir, men øll hava
áhuga og relevans, nú OL er á
gáttini. Hvør sær eru vertirnir
frálíkir, men saman eru teir enn
betri!
HYGG UM: Tú gleðir teg til OL og
vil koma í rætta hýrin
IKKI HYGG UM: Tú ikki leggur
í OL-umstøðurnar ella OL sum
heild.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Hug
takandi og skemtingarsamt hvørt
um annað, so ymiskir sum vertir
nir eru.
HVAT SIGUR TÚ? Hetta er júst
tann sendingin, ið ein hevur gott
av at síggja beint áðrenn OL.
Frálík upptakt!
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
FAKTA Størst i Rio er ein OL-sending, sum er smáan hálvan annan tíma til longdar. Hon er býtt upp í tveir partar. Vertir eru Peter Ingemann,
Rasmus Tantholdt og Morten Ankerdal. Sendingin er send á TV2, men kann framvegis síggjast á TV2 Play
Kaj Leo í Bartalsstovu um skiftið til FH Hafnafjørð
Arnbjørn Hansen (HB) eftir at hava fingið
fipurspreinging í fyrsta dystinum í eitt ár
- Eg fari fyrst og fremst yvir her fyri at útvikla
meg so nógv sum gjørligt sum yrkisspælari. Men
ein gularót er eisini, at eg veit at tað eru ótrúliga
nógv eygu vend móti íslendsku deildini uttanifrá.
- Tað hevur verið drúgt. Eg var ógvuliga uppsettur
og tað var ein góð kensla at koma á vøllin
aftur, men nú fekk eg so enn eitt afturslag. Eg
má bara royna at síggja ljóst upp á tað
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Sigfríður Skaale Clementsen
Aldur: 43
Starv: TB venjari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvønn dag verður OL-setanin?
2 Hvussu eitur kendi leikvøllurin, har OL-setanin verður?
3 Hvat land hevur vunnið flest heiðursmerki í summar-OL?
4 Hvør einstaklingur hevur vunnið flest heiðursmerki í
summar-OL?
5 Pál Joensen luttekur í OL. Hvørjum teini skal
hann luttaka í?
6 Hvussu ofta áður hevur OL verið hildið í Suðuramerika?
7 Nær varð fyrsta OL hildið (í nýggjari tíð)?
8 Hvør er maðurin á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1. Fríggjadagin, 2. Maracana
3. USA (2.189), 4. Michael Phelps (22)
5. 1500m frísvimjing, 6. Ongantíð
7. 1896, 8. Niklas Landin
SJÓNVARPSSENDING:
Størst i Rio
ÍTRÓTTAR UMMÆLI