mánadagur 1. august 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 1. august 2016 · Nr. 86
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Ein tann størsta andsøgnin í altjóða ítrótti er
enskur fótbóltur. Ligan í Onglandi er heimsins
best umtókta, og hevur ofta teir mest spennandi
dystirnar, sum síggjast kunnu í sjónvarpinum.
Premier League skuldi borgað fyri, at landsliðið
hjá landinum, sum hýsir Premier League átti
at verið á sigurspallinum, ella rundanum
sigurspallin í heilum, men so er ikki. Farna
leygardag vóru liðin 50 ár - ein hálv øld - síðani
Ongland vann sítt higartil einasta heitið. Ongland
vann HM í fótbólti á heimavølli í 1966. Tað vóru
ikki nakrir spiltir dreingir, sum mannaðu enska
landsliðið í 1966. Talan var alt um hetjur hjá
arbeiðarastættini, sum búðu og virkaðu millum
vanliga fólkið, og sum tóku bussin og tokið á
veg til arbeiðis, sum øll hini í Onglandi. Bobby
Moore, Bobby Charlton, Nobby Stiles, Jack
Charlton, Gordon Banks og allar hinar ensku
HM-hetjurnar fingu bara 1.000 bretsk pund í part,
sum eina viðurkenning fyri at vinna heimsins
størstu fótbóltskapping. Men gomlu hetjurnar
spældu við hjartanum uttanfyri troyggjuna, og
teir sóu eina stóra æru í at umboða sítt land,
og løgdu lítið í pengar. Nú hoyra allir enskir
landsliðsspælarar til fíggjarligu yvirstættuna
í Onglandi, og teir vinna einki heitið, og stóra
enska viðhaldsfjøldin leingist sárliga eftir, at
teirra land skal vinna eitt HM-heitið ella eitt
EM-heitið, men tað tykist ikki at fara at henda
við tað fyrsta. Tað var eisini lagnunnar speisemi,
at Ongland krasjaði út úr EM-kappingini í ár
ímóti einum liði, sum eins og enska landsliðið
í 1966 var eitt við fólkið í heimlandinum.
Ísland vísti nógv av tí samanhaldinum, og tí
eyðmjúkleikanum, sum ensku spælararnir vístu
fyri 50 árum síðani. Ein onnur andsøgn er, at
tað nú eru fleiri italskir enn enskir venjarar í
Premier League. Og nú hevur Ongland fingið ein
landsliðsvenjara, Sam Allardyce, sum ikki hevur
vunnið nakað heitið, men hevur bjargað liðum
undan niðurflyting, sum fremstu ávísing. Eingin
enskur høvuðsvenjari hevur higartil vunnið
Premier League, og tað sær ikki út til, at nakar
enskur venjari ger tað í bræði. Talið av enskum
spælarum í Premier League er eisini rættiliga
lágt, sammett við hvussu nógvir onglendingar
spældu í bestu ensku deildini í farnu øld.
Samstundis er teir dýrastu spælararnir at keypa
hjá enskum feløgum, júst enskir spælarar. Og tá
er skjótt at hugt verður eftir skandinaviskum,
eysturevropeiskum, latínamerikonskum og
afrikonskum spælarum, sum kosta nógv minni,
og kortini kunnu borga fyri einari ávísari
góðsku. Eingin av okkum kann lasta teimum
onglendingum, sum leingjast aftur til 1966, tá
teir høvdu eitt landslið, har menn spældu við
hjartanum, og spælararnir vóru hetjurnar hjá
arbeiðarastættini. Premier League hevur uttan
iva verið góð fyri ensku ferðavinnuna, men
neyvan er hon bara góð fyri enskan fótbólt, tá
landsliðið er so afturúrsiglt, og fleiri ikki hava ráð
at fara til dystir longur. Men vit í Føroyum gleða
okkum til Premier League byrjar aftur, kortini. .
Hálv øld síðani
móðirlandið hjá
fótbóltinum vann
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
Neli Heldarskarð
Danska Superligain er blivin
meira áhugaverd enn áður
at fylgja við í fyri fótbólts
áhugaðar fjepparar, tí at í
ár spæla heili fýra føroyskir
landsliðsleikarar í fínasta sel
skapinum í Danmark. Tveir
av hesum fingu stig í gjár,
meðan tveir teir síðstu skulu
dystast ímóti hvørjum øðrum
seinni í dag.
Hallur mundi avgjørt
ímóti Brøndby
Hallur Hansson hevur fingið
eina góða byrjan í nýggja
felagi sínum, AC Horsens,
ið er uppflytari í Super
ligaini.
Undan
dystinum
í gjár á Brøndby Stadion
ímóti Brøndby høvdu Hallur
liðfelagarnir
skavað
tveir
javnleikir saman í tveimum
teimum fyrstu umførunum.
Í báðum førum byrjaði Hallur
Hansson inni á vinstra vongi,
og tað gjørdi hann eisini í
gjár.
Tó hevði Brøndby gjørt
tað enn betri enn Horsens, tí
at undan dystinum í gjár var
Brøndby oddalið í deildini
og hevði vunnið báðar sínar
fyrstu dystir. Tískil var onki
at siga til, at Brøndby var
favorittur hóast alt.
Tað sá onki serligt út hjá
Hallur og liðfeløgunum ein
stóran part av dystinum.
Eftir 52 minuttir var Brøndby
á odda 2-0, og tað líktist
einum tryggum heimasigri.
Men so raknaði Horsens
við. Fyrst minkaði íslendski
Kjartan
Finnbogason
um
munin eftir 58 minuttir, og
síðani javnaði Kim Aabech
við einum dundurskoti eftir
82 minuttir.
Tá ið bert tveir minuttir
restaðu í av vanligu leiktíðini
hevði
Hallur
Hansson
kunnað avgjørt dystin, tá ið
hann kom at standa væl fyri
í brotsteiginum hjá Brøndby.
Hallur royndi seg við skoti,
men ólukkutíð fór bólturin
dygst framvið stongina. Tað
endaði 2-2, og sostatt hava AC
Horsens og Hallur Hansson
ognað sær tríggjar janvleikir
og trý stig eftir trý umfør.
Liðfelagi hjá Brandi
gjørdi ógvusliga
takkling við vilja
Randers FC vann í gjár 2-1 á
útivølli ímóti AGF. Sæð úr
føroyska sjónarhorninum var
tað nú keðiligt, at Brandur
Hendriksson Olsen eiheldur
kom inn á vøllin fyri sítt
nýgja felag hesaferð. Hann
sat á bonkinum allan dystin.
Tað
mest
sermerkta,
sum fótbóltsdanmark tosar
um aftan á dystin er, at
verjuleikarin og liðfelagin
hjá Brandi, Mads Fenger, í
beinleiðis sjónvarpssamrøðu
viðgekk, at hann gjørdi eina
heldur
svínska
takkling
ímóti Kasper Junker hjá
AGF tilætlað. Orsøkin er, at
Kasper Junker skifti ímillum
feløgini í summarsteðginum.
Ongin vann í
næstbestu deildini
Enn eru nakrir føroyskir
leikarar at finna í næstbestu
donsku deildini. Vejle og
Viljormur Davidsen spældu
væl á heimavølli ímóti FC
Roskilde, men tað endaði
kortini 0-0. Tá ið eitt korter
var
eftir
brendi
Vejle
brotsspark.
Á heimavøllinum á Sund
by Idrætspark tók Fremad
Amager,
ið
hevur
fyrr
verandi evropameistaran og
Arsenal-leikaran, John Faxe
Jensen, sum venjara, ímóti
FC Fredericia. Bæði Bárður
Hansen og Heini Vatnsdal
byrjaðu inni og spældu allan
dystin, men dysturin var júst
líka málfátækur sum tann
hjá Viljormi og Vejle - hann
endaði 0-0.
Vendsyssel hevur fingið
eina keðiliga byrjan upp á
nýggja kappingarárið, har
føroyingafelagið er einsamalt
botnlið við 0 stigum eftir
tveir dystir. Í gjár tapti
Vendsyssel 3-2 á útivølli ímóti
uppflytarunum úr Nykøbing.
René Shaki Joensen varð
skiftur inn eftir 70 minuttir,
meðan Hákun Edmunsson
sat á bonkinum allan dystin.
Meinhard Olsen er skaddur
og var sostatt ikki við í
hópinum.
–
Komandi
dystur
er
ímóti Vejle og Viljormi hós
dagin, og hetta er ein sera
týdningarmikil dystur fyri
okkum. Vit hava fingið eina
ringa byrjan, og tað er sera
týdningarmikið, at vit koma
fyri okkum, sigur René Shaki
Joensen í viðmerking.
Føroyingabrak
seinni í dag
Hetta umfarið hjá fótbólts
útisetunum endar seinni í
dag, tá ið Aab og OB hittast
í
Aalborg.
Gilli
Rólants
son kom á besta liðið í
Superliguni í farnu viku, og
tískil kann væntast, at sterki
føroyingurin enn einaferð
byrjar inni hjá Aab í kvøld.
Jóan Símun Edmundsson
sat í farnu viku á bonkinum
hjá OB allan dystin, men sum
minst væntast hann at vera
við í hópinum hjá OB í kvøld.
Dysturin byrjar klokkan 18
føroyska tíð.
Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens komu sterkt aftur, tá ið teir
vendu 0-2 til 2-2. Í seinastu minuttunum var eisini líka við, at føroyski
landsliðsmiðvallarin avgjørdi dystin til fyrimuns fyri AC Horsens. Aðrir
føroyingar hava eisini verið í leiki í bestu og næstbestu deildini í Danmark
HALLUR MUNDI AVGJØRT
DYSTIN Á BRØNDBY STADION