Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SUMMAR FESTIVALURIN 2016 04-06/08 4 Síðani hálvvaksnu dreingjaárini hevur Hans Marius Ziska – ella bara Marius – verið eitt heitt navn innan føroyskan tónleik. Sum sangskrivari er hann sum tikin úr leikum. Bæði á enskum og før­oyskum hevur hann sýnt framúr hegni, og tað sæst eisini aftur í, at hann fleiri ferðir er eftirspurdur at framføra uttan fyri føroyska bø­ garðarnar. Tónlistarliga spennið er vítt. Marius hevur spælt lívligan rock, hann hevur framført vakrar, stillar sangir, men í øllum meldrinum av tónleikasjangrum hevur hann altíð hildið fast um tann góða sangin. Við einum sterkum bólki afturat sær hevur Marius Ziska veruligt flog og innihald í sínum framførslum, og hann kann verða rúnarbindandi á palli. Marius Ziska er stutt og greitt føroyskur tónleikur á hægsta altjóða stigi, og á Summarfestivalurin hava føroyingar høvi at síggja og hoyra Marius á palli. SKUMPAÐIR Á STÓRA PALLIN Eitt av heitastu nøvnunum á før­ oyska tónleikapallinum í løtuni eru Danny & the Veetos. Talan er her um popputan fólka­tónleik – onkur sigur kanska fólksligan poptónleik – og í øllum førum eru teir fólks­ ligir. Løg teirra eru óvanliga fang­andi, tær báðar seinastu landa­plágurnar, Sunnukvøld í mai og Allright, hava verið tráð­ spældar í øllum loftbornum miðl­um her á landi. Upprunaliga var ætlanin, at Danny & the Veetos skuldu spæla í tjaldinum á Summar Festi­valinum, men stóra fram­ brotið seinastu mánaðirnar fekk fyri­reikararnar at flyta teir til stóra pallin á Vágsbøi. Summarfestivalurin legði eina kykmynd út av løtuni, tá manningin fekk at vita, at teir eiga Vágsbø hóskvøldið klokkan 01, og sum teir sjálvir tóku til, so merkti hetta, at nú kann tað bara ganga ein veg. Nevnliga beint uppeftir og út í heim. Bólkurin er mannaður av Danny Baldursson, Páll Brim Joen­sen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Símun Dam, Leivur Vitalis og Rúna Hentze. Nú fer punkbólkurin at spæla á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð. Punkbólkurin 200 hevur verið virkin seinastu 20 árini, og síðani 2004 hevur Summar Festivalurin verið hildin í Klaksvík. Men onk­ ursvegna hevur 200, sum hava spælt regluliga øll hesi árini, ongantíð verið á palli á Summar Festivalinum. Hetta verður nú broytt, tí 200 eru á skránni fyri Summar Festivalin 2016. 200 spæla punkrock við við­ merkjandi – stundum provo­ ker­andi – tekstum um føroyska samfelagið, politikk og annað. Teir tríggir tónleikararnir spæla og syngja beint fram, og sum í røttum punktónleiki verður ikki kínt fyri detaljunum, men heldur spælt við fullari ferð út eftir landavegnum. – Vit larma altíð illa, og tað verður ikki minni hesaferð. Tað er hugaligt at spæla fyri einari stórari fjøld mitt á sumri. Tað plaga vit at gera á G! Festi­valin­ um, men nú verður tað á Summar Festivalinum, siga teir í 200. MARIUS HEVUR ALTJÓÐA STØÐI Hóast løgini hjá Lenu Anderssen og manninum og makkaranum, Niclas Johannesen, sjáldan kunnu roknast millum landaplágurnar, so hava tey bæði seinastu tvey áratíggjuni rist navnið á Lenu fast sum ein tann fremsta sangrøddin í Føroyum. Útgávurnar hjá teimum eru nú fimm í tali, og tann seinasta av slag­num, Eagle In The Sky fekk fram­úr góða móttøku frá bæði um­ mælarum og lurtarum. Talan er aloftast um inniligar framførslur, har Lena við síni framúr góðu og sermerktu rødd veruliga fær kenslurnar fram, so samband verður skapt til áhoyrarafjøldina. Ein partur av hesi er sjálvandi eisini framúr lagasmíðið, sum Niclas altíð hevur verið garantur fyri, og eingin sum helst ivi er um, at her verður talan um eina av teim­ um heilt vøkru løtunum á ársins Summarfestivali. LENA ER SÍN EGNA 200 FYRI FYRSTU FERÐ