Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SUMMAR FESTIVALURIN 2016 04-06/08 10 Cliff Richard er uttan iva størsta tón­leikanavnið, sum hevur staðið á eini plakat til framførslu her í Før­ oy­um. Tað kann væl vera, at tað eru liðin eini 20 ár, síðani hann seinast var ovastur á hitlistunum, men turru tølini staðfesta uttan nakran sum helst iva, at vit her tosa um ein av teimum allar-allar-størstu í tón­leikasøguni yvirhøvur. Samanlagt hevur hann selt fleiri enn 250 milliónir eintøk av útgáv- um sínum. Studio útgávurnar eru ikki færri enn 44 í tali, umframt at hann hevur sent 46 EP og 146 singlur á marknaðin. Fyrstu ferð hann rakti oddin á tóna­tindunum var í 1959, og tað bragdið hevur hann gjørd 13 aðrar ferðir. Hann er tann einasti, sum hevur havt top-hits í seks ymsum áratíggjum, og í Bretlandi eru tað bara Elvis og the Beatles, sum kunnu sammetast við sir Cliff, tá um ræður sølu av tónleiki. Samanlagt hevur hann hann verið á ensku hitlistunum fleiri enn 130 ferðir. Hann hevur eisini vunnið Eurovision sangkappingina, eins og hann hevur spælt í filmum, til stórar konsertir og annars alt tað, sum einans er unt teimum størstu stjørnunum. Við løgum sum Living Doll, Travelling Light, Please Don’t Tease, Some People, I Love You, Lucky Lips, Bachelor Boy, Summer Holiday, Congratulations, We Don’t Talk Tanymore og nógvum, nógvum øðrum hevur hann eina ørgrynnu av væl kendum slaggarum, og hann fer uttan iva at oysa eina rúgvu av hesum yvir Vágsbø, tá hann hós­ kvøldið fer á pall til sína fyrstu fram­førslu her á landi. Broytti enskan tónleik Harry Rodger Webb tók sær listar­ navnið Cliff Richard seint í fimmti- árunum, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn hann byrjaði at klintra upp eftir tindunum. »Move it« setti veruliga ferð á yrkisleið hansara. Ikki minst tí talan her var um stórt nýbrot innan enska tonleik. Eitt nú segði sjálvasti John Lennon, at enskur tónleikur fram til tá hevði lítið og einki at bjóða uppá, men at vit her fingu fyrsta veruliga rocklagið. Tað er serliga í Europa, at Cliff Richard hevur vunnið fram við tón­ leiki sínum. Ikki minst í heim­land­ inum, har hann hevur fingið fleiri heiðurslønir, og har hann framvegis ofta er navnið, sum verður togað fram, tá spælast skal til ser­lig høvi. Eitt nú hjá enska kongs­húsinum. Í USA hevur byrðurin ikki verið heilt tann sami, men nøkur hitt hava tó eisini verið har. Heima hjá okkum í Føroyum telist Cliff eisini millum teir stóru pop-dreingirnar. Síðani Útvarpið varð sett á stovn hevur hann átt eina rúgvu av løgum, sum hava verið nógv spæld í bæði kvøðuljómum og tónatindum, og uttan iva eru tey mong, sum kundu hugsað sær at sloppið til framførslu við honum. Tað verður nú fyri fyrstu ferð gjørligt, tá Summarfestivalurin fer av bakkastokki. Vanliga hevur enski pop-kongurin annars hildið summarfrí hesa ársins tíð, men for­kunnugu upplivingina við eini koncert í Føroyum vildi hann ikki vera fyriuttan, og tí verður frítíðin kubbað nakað. Tað kann væl vera, at Cliff Richard er farin um tey 75 men hann dugir framvegis at trýsta á speedaran, tá hann stendur á palli. Livandi legendan er stóra navnið á Vágsbøi hóskvøldið LIVANDI LEGENDA Á VÁGSBØ