mánadagur 1. august 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
04-06/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
11
LETUR NÓGVAR GÁVUR
Cliff Richard verður ofta nevnd
ur sum tann peni drongurin
innan tónleikin. Hann hevur
fyri tað nógva hildið seg burtur
frá gølusøgunum, og hann
hevur øll árini viðgingið sterku
ávirkanina, sum átrúnaður
hevur hjá sær.
Eitt nú hevur hann í hálva
øld havt sum fast prinsipp at
lata tíggjund av øllum inn
tøkum sínum til vælgerandi
endamál. Orsøkina til hetta
sigur hann vera, at grammleiki
eftir ríkidømi er rótin til alt ilt,
og heldur vil hann vísa í verki,
at tey, ið hava nóg mikið, eisini
skulu lata burturav til onnur, ið
ikki eru eins vælbjargað.
Eitt nú er hann fastur stuðul
hjá Tearfund-grunninum, sum
stríðist móti fátækradømi í
heiminum. Hann hevur latið
stórar upphæddir til gransking
innan alzheimer, og umvegis
egna Cliff Richard Charity Trust
letur hann stuðul til á leið 200
vælgerandi átøk um árið.
COUNTRY-DROTNINGIN
VIÐ SALTANGARÁ
Seinnu árini hevur Kristina
Bærendsen verið millum fremstu
– um ikki tann fremsta – country-
songkvinnan her á landi. Heilt
óvæntað mundi tað ikki vera, tá
hon er dóttir Alex Bærendsen,
men sum einstaklingur hevur
Kristina langt síðani traðkað úr
fótasporunum hjá pápanum.
Bæði sum solistur og saman
við øðrum hevur Kristina í fleiri ár
framført sínar framúr tulkingar
av country- og gospelsangum.
Ein part av lønini fekk hon, tá
hon í 2011 saman við country-
legenduni, Bobby Bare, hevði
eina minniliga útseting av Let
it be Me. Seinnu árini hevur hon
ofta framført saman við Halli
Joensen, sum av mongum verður
roknaður sum føroyski country-
kongurin.
Nú hon er vorðin 25 ára gomul,
hevur Kristina longu staðið fyri
tveimum fløgu-útgávum, sum
báðar hava verið framúr væl
móttiknar, og somuleiðis eru um
mælini framúr, hvørja ferð hon er
á palli.
Fyri stuttum hevur Kristina
verið á konsertferð í Danmark, og
tí kann roknast við, at formurin er
í toppi, nú hon fer á pall á Summ-
arfestivalinum.
Har verður tað uttan iva ein
blanding av egnum løgum og
nøkrum løgum frá kendum út
lendskum nøvnum, har Kristina
við síni framúr rødd tulkar stóru
meistararnar.
SIGNAR Á STÓRA PALLIN
Seinastu tríggjar ferðirnar hevur
Signar í Homrum verið partur av
skránni hjá Summarfestivalinum.
Bæði við framførslum í tjaldinum
og á Torginum.
Hvørja ferð hevur breið semja
verið um, at framførslurnar hjá
Signari hava verið millum tær
allar bestu í eini annars frálíkari
skrá, og í ár skal hann veruliga
standa royndina, tá Signar verður
eitt av nøvnunum, sum sleppa á
Vágsbø at framføra.
Signar er ikki nakar ársungi
innan føroyskan tónleik. Longu
fyrst í 90’unum var hann saman
við Kjølum ofta at hoyra á ymsum
dansigólvum kring landið, og tað
var eisini her, at eitt stóru hittum
hansara, Sorgblídni, fyrstu ferð
var at hoyra.
Stílurin hevur alla tíðina verið
melodiøsur rockur, sum er skriv
aður á føroyskum til føroy-ingar,
og sjálvandi sleppa vit ikki undan
at nevna, at onkur framúr góð
umseting úr íslendskum eisini er
millum úrvalið.
Tað er tó fyrst og fremst hetta
at skriva rock á føroyskum, sum
Signar hevur verið eksponentur
fyri. Tað nógva av tíðini hevur
tað kanska verið hart arbeiði, har
takkarlønin ikki hevur verið tann
heilt stóra, men í dag kunnu vit
øll siga, at føroyingar hava tikið
hetta til sín. Seinastu trý-fýra
árini man Signar hava verið eitt
tað mest spælda tónleikanavnið
í føroysku loftmiðlunum, og tað
er eisini upp á tíðina, at hann nú
sleppur á stóra pallin at royna
seg. Torgið tóktist í øllum førum
dekan ov lítið, tá Signar í fjør
hevði enn eina minniliga festi
valframførslu.
PUNJAB VIÐ LÍVLIGUM BLANDI
Punjab hevur seinastu árini sett
veruligt lív í føroyskan tónleik.
Bólkurin Punjab spælir
alternativan funk-rock við jazz
íblástri og er nakað heilt fyri seg
á tónleikapallinum í Føroyum.
Bólkurin var stovnaður í
2012, og í fjør góvu teir fyrstu
útgávuna, The Flying Elephant,
út. Teir hava eisini gjørt vart við
seg við framførslum á størri og
smærri tiltøkum og konsertum
kring landið.
Framførslurnar hjá Punjab eru
lívligar og grundaðar á framúr
samanspæl hjá dugnaligum
tónleikarum. Teir hava skrivað
frálíkar sangir og lagt til rættis
sera fangandi tónleik.
Nú er tíðin komin til, at Pun
jab vitjar landsins størsta tón
leikatiltak.
Cliff Richard er føddur
entertainari. Síðani fyrstu
framførslurnar afturi í
50’unum hevur pallurin
hevur verið heimstað hans
ara, og enn sum áður eru
ummælarar á einum máli
um, at talan er um ein tann
fremsta popparan. Ikki
bara í tónleikasøguni, tí har
verður hann mest sum ikki
tikin, men eisini í dagsins
útgávu dugir hann betur enn
teir flestu at framføra sítt
show og fáa lív í fjøldina.
– Tað eru helst fá ting,
ið eru eins surrealistisk,
sum sjónin, tá ein nøkur-
og-hálvfjerðsára gamal
maður í leðurbuksum stend
ur á palli og syngur løg,
meðan ung sprung rista
við mjadnunum á pallinum.
Men tað er ikki ein tann
einasti í áskoðarafjøldini,
sum leggur petti í tað,
skrivaði ummælarin hjá The
Guardian, tá Sir Cliff Richard
hevði fyrstu framførslurnar
av síni 75-ára konsertferð.
Hóast ágangurin við
følskum ákærum um bæði
líkt og ólíkt hevur verið
harður, er Cliff Richard
framvegis hin sami, tá
hann fer á pallin. Hann
megnar framvegis at koyra
á í hálvan triðja tíma, og
størsti trupulleikin er uttan
iva, at hann ikki hevur ein
livandi kjans at framføra alt
tað, sum áhoyrararnir vilja
sleppa at hoyra. Nógvir av
kendastu góðbitunum eru
tó altíð á skránni, og tí
skulu vit uttan iva rokna
við eini enskari hitparadu av
teimum stóru hóskvøldið.
STÓRTRÍVIST
Á PALLINUM