mánadagur 1. august 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
04-06/08
20
GRANDMA’S BASEMENT
BLUE COAT BRASS BAND
EYÐUN NOLSØE
Nakrar av lívligastu og festlig
astu framførslunum á Summar
Festivalinum hava verið, tá ið
Grandma’s Basement hevur
spælt í stóra tjaldinum. Klaks-
víksbólkurin við teimum fang
andi sangunum hevur sum fáur
megnað at fingið áhoyrara
fjøldina at liva og syngja við.
– Tá ið vit eru á palli sum
Grandma’s Basement, skal tað
ikki verða ov seriøst. Tað skal
heldur vera fest og ballada,
siga tónleikarar í Grandma’s
Basement.
Grandma’s Basement byrjaði
sum ein kjallarabólkur í 2010
teir fóru at spæla inn og geva út,
vunnu Planet Awards, hittaðu
við fleiri sangum og hava síðani
havt herligar framførslur – ikki
minst á Summar Festivalinum.
Orkestrið Blue Coat Brass Band
spælir lívsglaðan og festligan
gøtutónleik. Løgini eru ein
samanrenning av New Orleans
tónum, funk, soul og hip-hop,
og so hevur tónleikurin eisini
føroyskar rútmur og huglag yvir
sær.
Blue Coat Brass Band hevur
verið virkið síðani 2014, og í fjør
gav bólkurin út fyrstu fløguna
við heitinum Blue Coat. Í august
mánaði fer bólkurin aftur í
studio at taka tónleik upp til
nýggja útgávu.
Tónleikararnir í Blue Coat
Brass Band: Johan Hentze (trump
et), Tróndur H. Olsen (trumpet
and flugelhorn), Ólavur Olsen
(trompet og baryton), Milja Matras
Niclasen (trombone), Dávur Juul
Magnussen (trombone), Atli K.
Petersen (tuba) og Rógvi á Rógvu
(trummur)
Poppsangarin og sangskrivarin
Eyðun Nolsøe er millum stóru
profilarnar í føroyskum tónleiki.
Hann hevur síðani ungdómsárini
skriva og spælt tónleik, og
hann er framvegis sera virkin í
føroyskum tónleikalívi.
Fyrstu nógvu árini var Eyðun
Nolsøe partur av Frændum,
og sangirnir, hann skrivaði og
spældi, vóru í flestu førum partur
av tónleikinum hjá Frændum.
Serliga síðani 90’ini hevur Eyðun
Nolsøe eisini framført og útgivið
tónleik sum solistur.
Eyðun hevur gjøgnum árini
skrivað sangir sum Mítt Land,
80’ini, Dansa, Til Tey Stressaðu
og aðrar. Hann hevur eina
stórt savn av sangum, sum
fólk flest kenna, og á Summar
Festivalinum fer hann at tríva
í nakrar teirra. Framførslan hjá
Eyðuni verður tann seinasta,
sum verður á ársins Summar
Festivali.
Tónleikurin hjá Bluesette er fang
andi og fullførdur, og tey eru væl
samanspæld. Bluesette vann í
ár tónleikakappingina Sement,
og tá fingu tey nógv rósandi orð
fyri framførsluna. Bólkurin spælir
lívligan tónleik, sum er merktur av
eitt nú blues og funk.
Bluesette vann í Sement kapp
ingini studiotímar, og tey arbeiða
við at gera tónleik til nýggja útgávu.
Tónleikararnir í Bluesette eru:
Marianna Winther Nagata (sang)
Ragnar Finsson (gittar), Kári Fossa
berg Ellingsgaard (bass) og Tórður
Dam Jacobsen (trummur).
Teir teljast millum slóðbrótararnar í
føroyskum rocktónleiki, og teir eru
framvegis í sera góðum formi og
klárir at spæla á landsins størsta
tónleikatiltaki.
Tað eru liðin fýra áratíggju,
síðani Hjarnar byrjaðu at spæla, og
hóast teir í tíðarskeiðum hava verið
minni virknir, hevur bólkurin øll árini
síðani verið partur av føroyska tón
leikalívinum.
Fyri kortum høvdu teir tríggjar
útseldar konsertir í Klaksvík og
Havn, og í nú fara teir á pallin á
Summar Festivalinum. Hjarnar
verða fullmannaðir til framførsluna.
Karl Martin Samuelsen er nú sum
áður sangari í bólkinum, og afturat
honum verða Jørgin Dahl, Graham
Stewart, Eyðun Nolsøe, Hans Black,
Jógvan Olsen og Ólavur Øster.
Lagt er upp til eina stóra løtu á
Summar Festivalinum, tá ið Hjarnar
fara at spæla sangir sum Alla Nátt,
Breaking My Heart og So Excited.
BLUESETTE
HJARNAR
Bólkur The Reverends bjóðar
country og amaricana tónleik á
høgum stigi. Karismatiski live-
bólkurin hevur verið virkin síðani
2004, tá ið teir byrjaðu sum
útisetabólkur í Keypmannahavn.
Teir góvu fyrstu fløguna út sum
útisetabólkur. Útgávan kallast
When You’re Done.
The Reverends hava spælt víða
hvar, bæði uttanlands og í Føroyum.
Eitt nú luttóku teir tvær ferðir á
Silkeborg Countryfestival, og teir
vóru við til størsta country og folk
festivalin í Letlandi.
The Reverends arbeiða við
nýggjum tilfari, og teir eru eisini
klárir til eina live-framførslu á
Summar Festivalinum.
Manningin er: Niclas Thorsteins
son (Sang), Janus Kampmann
(Guitar), Jens V. Jakobsen (Guitar),
Kristin Nolsøe Bech (Bass) og Rúni
Mouritsen (Trummur).
THE REVERENDS