mánadagur 1. august 2016síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
04-06/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2016
21
Nólsoyingurin Kim Hansen er millum
størstu profilarnar í føroyskum
tónleiki. Dugnaligi klaverspælarin
og sangarin hevur framført nógv
sum solistur og í skiftandi bólkum.
Hann er ein av teimum, sum fær alt
at rigga og dugir at lofta løtum og
tiltøkum, so framførslurnar altíð
sita í skápinum.
Kim hevur verið partur av týðandi
føroyskum bólkum sum Moirae,
Showmonnum og Frændum, og
harafturat hevur hann spælt saman
við einari langari røð av føroyskum
tónleikarum og bólkum.
Sum solistur hevur Kim eisini
verið framúr. Hann hevur spælt
til størri og smærri tiltøk, og við
hittum sum Maria, Meistarin og
Fagri Flokkur í bakhondini, kann
hann altíð fáa lív í áhoyrarafjøldina,
umframt at hann sjálvandi kann
tríva í eina langa røð av øðrum
sangum, sum hann ella onnur hava
framført.
Kim hevur framførslu á Torginum
leygarkvøldið.
KIM HANSEN
DØGG NÓNSGJÓGV
BÁRA SILVANSDÓTTIR
ELINBORG PÁLSDÓTTIR
RANNVÁ ÁLABERG
Døgg Nónsgjógv hevur sungið,
síðani hon var smágenta, og
hóast hon bert er 20 ára gomul,
hevur hon verið frammi í før
oyskum tónleiki í fleiri ár. Hon
skrivar sjálv sangir, og í 2014
varð sangurin Tú tók mína hond
heiðraður á FMA tiltakinum.
Døgg hevur síðani 2013 givið
einstakar sangir út, og í fjør kom
hon við útgávu við 8 sangum á.
20 ára gamla Bára Silvansdóttir
hevur givið tvey stakløg út, og
fyrr í ár kom hon við EP útgávuni
Skuggar, ið inniheldur fýra
sangir.
Sangirnir hjá Báru eru per
sónligir og byggja á upplivingar
og royndir í lívinum. Hon setur
orð á tankar og kenslur, og
hon hugleiðir um sambond og
skilnað.
Hetta verður fyrstu ferð, at
evnaríka songkvinnan framførir
á Summar Festivalinum.
Elinborg Pálsdóttir hevur eina
stórasystur, ið er víðakend sum
songkvinna, men Eliborg hevur
við útgávum og framførslum
eisini víst, at hon er evnarík
songkvinna og sangskrivari.
19 ára gamla Elinborg gav í
2013 síni fyrstu stakløg út, og
síðani hevur hon eisini útgivið
eina EP við fýra sangum. Hon var
fyrr í ár heiðrað á FMA tiltakinum
í Norðurlandahúsinum.
Rannvá Álaberg hevur seinastu
sjey árini verið virkin sum song
kvinna í Føroyum. Eftir uppihald
á tónleikaskúla í Danmark av
gjørdi hon at fylgja sínum tón
leikadreymi.
Hon skrivar egnar sangir, og
hon framførir javnan á tiltøkum.
Í fjør var Rannvá Álaberg við á
Summar Festivalinum, og vit
eru fegin um, at hon aftur í ár
fer á pall á landsins størsta tón
leikatiltaki.
Fólkakæri fólkatónleikarin Hanus
G. Johansen var ein av teimum,
sum spældi á fyrsta Summar Festi
valinum í 2004. Síðani hevur Hanus
verið afturvendandi gestur og hevur
spælt á teimum flestu Summar
Festivalunum.
Hanus er sjálvandi aftur á pall
inum í ár, og hesaferð fer hann at
spæla á Torginum leygarkvøldið.
Hanus G. Johansen er serliga
kendur fyri at hava sett løg til orðini
hjá Pól F. Joensen, men hann hevur
eisini skrivað sangir sjálvir og sett
løg til yrkingar hjá øðrum kendum
yrkjarum. Eisini hevur hann týtt
sangir til føroyskt.
Tað er altíð hugaligt at bjóða
Hanus á festival, og vit gleða okk
um til hansara framførslu leygar
kvøldið.
HANUS G.
JOHANSEN
Hann hevur ein av teimum heilt
kendu og mest royndu tónleik-ar
unum í Føroyum.
Hann hevur spælt á mest sum
hvørjum tanga, og eisini í út
landinum hevur hann ferðast sum
tónleikari.
Sámal Ravnsfjall er ein profilur í
føroyskum tónleiki, og umframt at
hava verið partur av onkrum bólkum
– til dømis Vágaverk – hevur hann
framført nógv sum solistur.
Tá ið hann spælir live, kann hann
bæði tulka sangir hjá øðrum, og
hann framførir sangir, sum hann er
landskendur fyri at syngja.
Sámal fer at spæla til eina
hugnaliga løtu á Torginum fríggja
kvøldið á ársins Summar Festivali.
SÁMAL RAVNSFJALL