Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 172 - 10. september 2004 Nr. 172 - 10. september 2004 5 Eitt bakkast at seta mvg á bøkur Landsstýrismaðurin í mentamálum heldur ikki, at tað er rætt at seta mvg á bøkur BØKUR OG MVG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað ljóðar ikki sum nakað gott hugskot at leggja mvg á bøkur. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um tilmælið frá einum arbeiðsbólki hjá fíggjarmálaráðnum um at seta mvg á bøkur sum eitt lið í royndunum at gera mvg lógina einfaldari og greiðari at umsita. Arbeiðsbólkurin heldur, at tað finst eingin orsøk til at bøkur skulu frítakast fyri mvg. Hetta er ein óbein- leiðis stuðul til bókasølu og mvg lógin er ikki ætlað at vera ein stuðulslóg. Arbeiðsbólkurin sigur, at bøkur eru ein vanlig vøra, eins og disklar og ljóðbond, har tað er fult mvg. Í Sosialinum ein dagin í vikuni, mæltu bæði leiðarin á Bòkadeild Lærarafelags og formaðurin í forleggj- arafelagnum frá at fylgja tilmælinum. Teir vístu báðir á, at tað fer at gera bøkur dýrari og sostatt fer tað at gera tað verri at geva bøkur út. Nóg dýrt sum er Hesum er landsstýrismað- urin í mentamálum samdur í. Hann vísur á, at spurn- ingurin um at leggja mvg ábøkur, er als ikki við- gjørdur og enn minni er nøkur avgerð tikin. Hann er sjálvsagt eisini til reiðar at viðgera spurn- ingin, verður hann lagdur fyri landsstýrið og Løgting til politiska viðferð. Men í fyrstu atløgu held- ur hann ikki, at tað er rætt at leggja mvg á bøkur. Hann sigur, at tað hevði gjørt bøkur dýrari og tað hevði verið eitt afturstig fyri mentanarpolitikkin. – Bøkur eru nóg dýrar sum er og eg haldi ikki, at tað er rætt at gera tær dýrari við almennum avgjøldum. Jógvan á Lakjuni sigur eis- ini, at tað er tungt at geva føroyskar bøkur út, tí marknaðurin er so lítil. – Verða bøkurnar dýrari við mvg, fer sølan uttan iva at minka, og sostatt fer tað at vera enn truplari at geva føroyskar bøkur út, enn tað longri er. Hann heldur ikki, at hetta er rætti vegurin at ganga, serliga í hesum døgum, har tað skrivaða orðið er undir sera hørðum trýsti frá sjónvarpi og telduspølum. – Sum kappingin um børnini og tey ungu er nú, hevur tað tvørturímóti al- stóran týudning at stimbra lesihugin og tað gerast ikki við at gera tað truplari at geva bøkur út, sigur lands- stýrismaðurin í menta- málum. Í morgin skipar ferðavinnan í Suð- uroy fri enn einum gongutúri. Hesuferð gongur leiðin úr Hvalba til Sandvíkar FERÐAVINNAN Í SUÐUROY Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum ikki hava roynt at gingið tað gomlu bygdar- gøtuna ímillum Sandvík og Hvalba, fáa nú høvi til at royna tað. Og hjá teimum, sum enn minnast, at hendan farleiðin var einasta sam- band úr Sandvík eftir landi, stendst nú í boðið at vekja gomul minni aftur Í morgin skipar ferða- vinnan í Suðuroy nevni- ligafyri gonguferð úr Hvalba til Sandvíkar eftir teirri gomlu bygdargøtuni, upp um fjallið. Og tað eru sjálvsagt mong, sum enn minnast tíðina, tá í henda farleiðin var álitið hjá sandvíkingum, tí tað eru ikki meiri enn 24 ár síðani, at Sandvík fekk vegasamband við "um- heimin" gjøgnum tunnilin. Bussur koyrir av Kunn- ingarstovuni í Gamla Skúla í Vági klokkan 10 í morgin árini og av Kunningarstov- uni á Tvøroyri kl. 10.30. Gongutúrurin byrjar í Giljum, haðani gingið verður niðan á Heiðarnar og síðani niðan á Eggina. Síðani verður farið niður í Ovara dal og oman í Niðara Dal. Nú koma vit oman á slætt við Steinin við Vaðið. Fara so eftir Mýravegnum og inn í Bø. Staðkend heimildarfólk eru við á túrinum. Síggja bygdarsavnið Í Sandvík er eitt bygdar- savn, sum høvið eisini verður at vitja. Tað eru hálvtannaðhundrað ára gomlu Bóndahúsini Uttan Ánna, sum eru partur av gomlu bygdasøguni í Sand- vík og ein dýrgripur fyri bygdina. Aftaná gongutúrin verður farið at síggja gomlu húsini og tað sum inni og har verður eisini ein heitur munnur at fáa við onkrum góðum afturvið. Drekka- munnur og at síggja bónda- húsini kostar 50 krónur. Eftir loknan túr verður farið aftur við bussi úr Sandvík til ávikavist Kunn- ingarstovurnar á Tvøroyri og í Vági. Kostnaður fyri gongu- túrin og busskoyring er 100 krónur fyri vaksin, men hjá børnum er tað ókeypis. Bindandi tilmelding skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342 ella á 284342 ella á kunningar- stovuni á Tvøroyri tlf. 372480 ella á 284480 í sein- asta lagi fríggjadagin 16.00. Hetta er næstseinasti gonguferðin, sum ferða- vinnan í Suðuroy skipar fyri í ár eftir teimum gomlu varðagøtunum. Seinasti túrurin verður næsta leyg- ardag og hann verður úr Øravík til Vágs. Til gongu úr Hvalba til Sandvíkar – Bøkur eru dýrar sum er, og eg haldi ikki, at tað er rætt at fera tær enn dýrari við at leggja mvg omaná prísin afturat, sum ein arbeiðsbólkur hjá Fíggjarmálaráðnum mælir til, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum Seinasta leygardag skipaði ferðavinnan í Suðuroy fyri gonguferð av Hestinum, í Kjøtholuna, oman í Kasparsholu og oman í Akraberg. Fleiri børn um skúlaaldur vóru við túrinum Fyrireika handilsmiðstøð í Vágum Ein arbeiðsbólkur ar- beiðir við ætlanum um at byggja ein stóra handilsmiðstøð í Miðvági. Ætlanin er at savna handlar og tænastufyritøkur bæði úr Vágum og av oynni HANDILSMIÐSTØÐ Edvard Joensen Miðvági: Arbeitt verður við at byggja eina handilsmiðstøð norða- laga í Miðvági. Økið, sum játtan er fingin um, liggur norðan fyri kirkjugarðin yvir av Føroya Keyps- samtøku. Ein av stigtakarunum, Heðin Poulsen á Vatnsoyra Snikkaravirki, sum saman við Odmari Ravnsfjall og Rólanti Haraldsen í Mið- vági, arbeiðir við hugskot- inum, sigur, at ætlanin er at savna handlar og skriv- stovur, sum hava nógva avgreiðslu í hesi miðstøðini og á tann hátt kunna geva fólki so góða tænastu, sum til ber. Hugsað er eisini um at fáa serhandlar at húsast í bygninginum, soleiðis at hesir kunnu vera við til at draga fólk til oynna, sum hann tekur til. Kunningarskriv eru send handilsfólki í Vágum fyri líkasum at lodda dýpið, siga fyrireikararnir. Og aft- urmeldingarnar tykjast sum heild positivar. H e t t a hugskotið at fara til Mið- vágs er ikki tað fyrsta av hesum slagnum. Fyrr hevur verið roynt at sleppa nær- indis flogvøllinum við ein- um slíkum bygningi, men tað tóktist ov tungt at koma ígjøgnum, tí og nógvir »instansir« vóru at fara ígjøgnum har. Nú tykist líkasum lættari at koma í gongd, og tilsøgn um lendi er fingin frá Miðvágs Kommunu, sigur Heðin Poulsen, sum vegna Vatnsoyra Snikkaravirki er við í ætlanini. Heðin Poulsen sigur,at fyrireikararnir halda, at handilslívið í Vágum hevur gott av eini slíkari ætlan, tí sum er, liggja handlarnir sera spjaddir kring í oynni. Vinnumálaráðharrin vil endurskoða før- oyskan vinnupolitikk íroknað vinnuliga lóggávu, við sikti at mótsvara ES stigi í eitt nú roknskaparlóg og partafelagslóg VINNUPOLITIKKUR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Vit skulu endurskoða vinnupolitikkin, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, sum herfyri legði eitt upprit um hendan spurning fyri landsstýrisfund í Tinganesi. Innihaldið í uppritinum er enn ikki alment, líka so lít- ið sum tann politiska við- gerðin er komin nakað áleiðis. Men sum skilst er breið semja um tær stóru linjurnar. Bakgrundin kann millum annað síggjast í at grann- skoðarar og onnur hava víst á at tann føroyska rokn- skaparlógin hvørki livir upp til ein veruligan virðis- brævamarknað ella gevur legalar karmar ið attrahera altjóða íleggjarar. Ein endurskoðan av vinnupolitikkinum má, meir ella minni sum ein sjálvfygja, gera upp partar av tí lóggávu sum varð smíðjað oman yvir okkum tað svarta árið 1992. Júst hvørjir partar ið verða endurskoðaðir, vildi vinnu- málaráðharrin ikki siga serliga nógv um; men hann indikeraði nakað um rokn- skaparlóg, partafelagslóg, skatta- og avgjaldslógir og so vinnuframa skipanir. »Í altjóða samhandli er tað grundleggjandi at hava framkomna lóggávu,« segði Bjarni Djurholm. »Tað er eingin ivi um at vit mugu dagføra okkara rokn- skaparlóg og partafelagslóg umframt hyggja nærri at okkara skatta- og avgjalds- lóggávu. Vit mugu gera nýggjar metingar av hvørj- ar leiðbeiningar skulu galda fyri vinnuframa skipanir so sum Ferðaráðið og Menn- ingarstovan, og vit mugu orða ein greiðan og ítøki- ligan vinnupolitikk… Vit mugu geva týðiligari signal um hvussu vit ynskja at menna vinnuna sum heild.« Skulu vit hava eina enn meira politiseraða vinnu? »Nei. Breið semja er um at vit skulu ikki hava politiska uppílegging í vinnuna, hóast okkara vinnutól í óvanliga stóran mun eru ogn hjá tí al- menna. Vit skulu rætta okkum eftir nútíðini og tað merkir sum oftast, fyri okk- ara viðkomandi, ES stand- ardir. Tað nógva av okkara vinnulóggávu stavar frá lidnum loysnum uttanifrá í sambandi við kreppuna í 1990-unum; nú er tíð uppá at vit sjálv fara undir at leggja nakrar linjur og orða nakrar setningar.« Ætla tit bara at kopiera danskar reglur? »Nú er jú Danmark part- ur av ES… Danskar reglur kunnu tí eisini brúkast sum fyrimynd í tann mun tær hóska til okkara viðurskifti. Vit skulu jú eisini hugsa um tað praktiska arbeiðið í at smíða lógir, tað tekur nógva tíð og orku, og vit kunnu hava fyrimunir av at taka til okkum lógir frá dønum so væl sum øðrum.« Summa summarum er tað enn rættiliga ógreitt hvat ítøkiligt vit skulu vænta okkum. Men tað verður so ikki ein hækking av skatti fyri vinnuna, segði Bjarni Djurholm. »Nú skulu vit millum annað hoyra bæði Fíggjar- málaráðið og Fiskimála- ráðið í sambandi við partar av hesari endurskoðan, men tað tori eg at siga rættiliga hart, her er ikki upp á tal at økja skattir.« Sum skilst skal ein ar- beiðsbólkur við luttøku av vinnumálaráðnum og fólki uttanifrá setast fyrsta dagin at gera eitt upplegg til næsta ár. Vinnulóggáva frá kreppuárunum skal endurskoðast – Ein endurskoðan av vinnupolitikkinum má meir ella minni sum ein sjálvfygja gera upp partar av tí lóggávu, sum varð smíðjað oman yvir okkum tað svarta árið 1992, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum Arbeitt verður við at byggja eina handilsmiðstøð á økinum norðan fyri kirkjugarðin í Miðvági fremst á myndini Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4