Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 172 - 10. september 2004 Nr. 172 - 10. september 2004 7 Nógv umtalaði kvinnulistin, sum tóktiskt fáa eina so strálandi byrjan, tykist nú vera dottin niðurfyri. Hóast áhugin var stórur, tá byrjað varð at tosa um flokkin, sýnist tað nú, sum tað bert var eitt upplop KVINNULISTIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Røddirnar, sum hart gjørdu vart við, at »Vit vilja gera kvinnur sjónligari í poli- tikki« ella »Kvinnurnar skulu eisini framat«, eru nú, eftir øllum at døma, tagnaðar. At byrja við, var áhugin fyri kvinnulistanum sera stórur ímillum landsins kvinnur. Fundir vóru hildn- ir, nevndir vóru settar og gongd kom eisini á arbeiðið við kvinnulistanum. Men nú er alt arbeiðið steðgað, og at fáa eina við- merking frá teimum, ið vóru við í arbeiðinum, er sum at leita eftir eini nál í eini sátu. Vónleyst. Eingin sigur seg vita nakað, og eingin ynskir at gera nakra viðmerking. Eingin eldsál Súsanna Danielsen váttar tó í stuttari viðmerking, at áhugin fyri listanum tókt- iskt ógvuliga stórur. Fundir vóru hildnir m.a. á Verts- húsinum, og í fyrstu syftu var stórur áhugi fyri ar- beiðnum. Kvinnurnar tóku avgjørt undir við hugskot- inum um ein kvinnulista. Ein samskipanarbólkur varð tí settur at taka sær av arbeiðnum við at skipa kvinnulistan, og tær byrj- aðu eisini arbeiðið. Seinasti fundurin, tær hildu, var í juli, men tá onk- ur so tók seg úr arbeiðs- bólkinum, datt alt arbeiðið mestsum niðurfyri. – Tað sum okkum tørvar, er eina eldsál. Tað er eingin slík við í arbeiðnum, sum er. Tá viðkomandi tók seg burturúr arbeiðnum vegna arbeiðið, datt alt niðurfyri. Tað er eingin, sum líkasum fær hinar við sær. Allar sita mestsum bara og bíða eftir hvørji aðrari, og á tann hátt koma vit ongan veg, sigur Súsanna Danielsen. Súsanna leggur tó afturat, at hon ikki vil avskriva kvinnulistan heilt, bert tí, at hon ikki hevur frætt nakað meiri um arbeiðið við hon- um. – Samskipanarbólkurin hevur, sum sagt, ikki havt fund síðani í juli mánaða, og sum eg veit um, er einki annað arbeiði farið fram, við at fáa ein kvinnulista kláran til býráðsvalið. So tað sær út til, at hann er dottin niðurfyri. Men tað er bara tað sum eg veit. Tað kann so væl vera, at okkurt arbeiði er, sum eg bara ikki veit nakað um. So hóast tað sær svart út, vil eg ikki avskriva kvinnulistan heilt, sigur Súsanna Danielsen at enda. Nú nærkast komm- unuvalið í hvørj- um, og graml hev- ur eisini verið um onkrar nýggjar valevnislistar. Nógv umtalaði kvinnu- listin var ein, og einaferð varð eisini prátað um ein Havnarlista. Stig- takararnir skulu tó bera skjótt at, um teir ætla sær við, tí freistin at lata listar inn er sett KOMMUNUVAL Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tosað hevur verið um tveir nýggjar listar til komandi kommunuval. Kvinnulistan og ein so- nevndan Havnarlista. Einki hevur tó verið at hoyrt aftur um hesar listarnar. Men nú byrjar tíðarfreistin at stramma samanum, og skulu nýggju listarnir við, hava teir júst ein mánaða at leggja seinastu hond á arbeiðið. Lógin sigur greitt, at valevnislistarnir skulu vera valnevndarfor- manninum í hendi fýra vikur áðrenn valdagin, og í ár er freistin at lata listarnar inn, sett at vera 9. oktober, kl 18. Fyri at verða galdandi, skal listin hava ímillum 15-25 stillarar. Lógin um kommunu- val ásetur eisini, at valið skal fara fram annan týsdag í november, sum í ár fellur á 9. november. Tá verða kommunuval sostatt hildin um alt landið. Ein skylda Jens Marius Poulsen, á býráðnum í Havn, greið- ir frá, at tey, ið verða stillað, hava ikki loyvi at nokta. – Um eg velji at stilla teg, so hevur tú ikki loyvi at siga nei. Komm- unuvalini fungera ikki á sama hátt, sum løgtings- valini, har tú stillar upp. Hetta er ein skylda, ið áliggur øllum borgarum, sigur Jens Marius. Víðari sigur hann, at tað er tí, at teir velja ikki at kalla tað býráðs- politikarar, men heldur borgarlig umboð. Tað er ein skylda, at gerast eitt borgarligt umboð, um tú verður valdur til tess. Vilt tú ikki, skal skrivlig umsókn sendast til val- nevndina, har frágreið- ing skal gevast. Tað kann vera sjúka ella okkurt tílíkt. Men av og á standast trupulleikar av hesi skipanini. – Í summum bygdum kann hetta elva til trupulleikar, tá fólk hava til fragd at stilla mammu og dóttur á hvør sín lista, í berari óreinheit. Tá tekur eitt familjustríð seg ofta upp, og familjan fer í tvíningar. Men hetta hendir ikki í Havn, tí her eru viðurskiftini meiri skipað, staðfestir Jens Marius, at enda. Kommunuvalið 9. november Kvinnulistin rokin Hóast framtíðin fyri kvinnulistan sá út til at vera bjørt, sær nú út til, at listin doyði longu í føðingini Savnsmynd TÍÐINDASKRIV Vinnuhúsið Fríggjadagin 10. september skipar Føroya Arbeiðsgev- arafelag fyri skeið í nevnd- ararbeiði. Evnið var frammi á Vinnudegnum í fjør, og sum íblástur til at viðgera evnið nærri, gav Føroya Arbeiðsgevarafelag út bók- ling um virkisleiðslu við serligum denti á nevndar- arbeiði. Nú verður hetta fylgt upp við einum skeiði um evnið Tað mesta av vinnuligum virksemi verður rikið gjøg- num feløg. Partafelagslóg- gávan ásetur nøkur formlig krøv um, hvussu leiðslan, tað vil siga, hvussu nevnd og stjórn eiga at leiða eitt felag. Ásetingarnar eru ikki tilvildarligar, men ásettar tí tær eru hentar og hóskandi tá tað kemur til leiðsluna av einum felag. Í Føroyum er praksis tó ikki tann, sum lógin leggur upp til. Í Føroyum er tað ofta ein eigari av felagnum og í nevndini situr ofta familjan hjá eigaranum. Tað vil siga, at praksis í Føroyum virkar ikki sum lógin leggur upp til. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at tað hevði verið gagnligt fyri virkisemið hjá feløgun- um og harvið hjá øllum samfelagnum, um nevndar- arbeiðið í føroysku feløg- unum í størri mun livir upp til ásetingarnar í lóggávuni. Arbeiðsgevarafelagið hevur sum íblástur til evnið givið út bókling um virkis- leiðslu við serligum denti á nevdararbeiði. Hetta verður nú fylgt upp við einum skeiði um evnið. Endamálið við skeiðnum er at viðgera grundleggj- andi viðurskifti í sambandi við nevndararbeiði. Við- gjørt verður millum annað: – Nevndararbeiði gene- relt, eisini sæð í mun til lógargrundarlagið - Viðurskiftini millum nevnd og stjórn - Viðurskiftini millum nevnd og grannskoðarar - Leikluturin hjá nevndini í at menna felagið Skeiðið er ætlað verandi og komandi leiðslum (nevnd- arlimum og stjórum) á meðalstórum virkjum. Skeiðshaldarir eru Jógvan E. Ellefsen, advokatur, Rúni M. Hansen, stjóri, Malan Johansen, samskip- ari og Klaus Rasmussen, statsaut. grannskoðari Skeiðið verður fríggja- dagin 10. september, klokkan 8:00 - 17:00 á Hotel Føroyum. Pláss er fyri 20 persónum og enn eru 2 pláss eftir. Tit kunnu melda til á www.industry.fo Lær teg nevndararbeiði Sitandi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, hevur gjørt av, at hann stillar upp aftur til býráðsvalið í november BÝRÁÐSVAL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: – Eg havi hug at royna eina setu aftur, so eg havi gjørt av at stilla uppaftur, sigur Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri. Mangan hevur verðið ført fram, at tað ger mun, tá tað er sum sitandi borgar- stjóri ein stillar upp. Hetta viðgongur Steinbjørn eisini kann spæla ein leiklut, men hann dugir kortini ikki at ímynda sær, at tað er tann stóri munurin. – Til seinasta val fekk eg gott 230 atkvøður, í mun til 77 frammaundan, so hand- an framgongdin verður tor- før at endurtaka, sigur hann. Jógvan við Keldu hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur, so har verða 315 atkvøður leysar, um ein kann siga tað so. Men tað heldur Steinbjørn tó ikki. Hann sigur, at hann hevur ta fatanina, at tær at- kvøðurnar eru rættiliga flokstrúgvar. – Eg haldi sum heild ikki, at klaksvíkingar velja so politiskt til býráðsval sum til løgtingsval. Og tað er eisini tað rætta, men av tí sama er tað torført at fáa staðfest júst, hvar ein flýtur, heldur borgarstjórin fyri. Steinbjørn dylir tó ikki fyri, at hann meira enn feg- in hevði tikið eina setu afturat. – Tað er í síðsta enda upp til veljaran, men hetta hev- ur verið ein ótrúliga spenn- andi tíð, og eg havi trivist sera væl, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Mikukvøldið løgdu 291 springarar beinini í Klaksvík. Tað tók langa tíð at drepa teir, men dráp- ið gekk kortini væl GRIND Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Mitt meðan Føroyar og Frakland spældu dyst á Tórsvølli, komu grindaboð til Klaksvíkar. Illa gekst, at fáa nakran eftir henni, áðrenn skotski dómarin hevði bríkslað dystin av. Men tá so dystur- in var lokin, sást ein heilur herur av bátum fara út eftir vánni. Grindin varð funnin út fyri Húsar á Kalsoynni, men hetta var sum sagt mitt undir dystinum. Tá hálvur tími var eftir av dystinum, var grindin út fyri Syðra- dali, og tá bátarnir komu eftir dystarlok, mest sum møttu teir grindini á pollin- um. Karl Johansen, vara- sýslumaður, sigur, at drápið gekk longi, men væl. Dúgvan varð nakað seinkað av rakstrinum eis- ini. 40 bátar vóru við í dráp- inum, og tá liðugt var, høvdu 291 springarar lagt beinini. Hesi vórðu býtt millum tey, ið luttóku í drápinum og so sjúkrahús- ið, vistarheimið, sambýlið og líknandi. Seðlarnir komu út klokk- an trý hósmorgunin, og klokkan sjey var alt tikið upp. Steinbjørn stillar uppaftur Nú eru Óðalstíðindi aftur at fáa í teimum vanligu sølustøðunum TÍÐINDASKRIV Føroya Óðalsfelag Óðalstíðindi verða útgiv- in av Føroya Óðalsfelag, ið er áhugafelagið fyri tey, ið eiga ella ynskja at eiga jørð, og øll tey, sum fáast við tað, sum jørðin hevur at bjóða. Í nýggjastu útgávuni av Óðalstíðindunum er sum altíð mangt ymiskt for- vitnisligt at finna. Sum nakað nýtt, so hevur blaðið eitt høvuðsevni hesuferð, og er tað um haruveiðu og ymiskt, sum tí hoyrir til. Í blaðnum greiðir Dorethe Block frá livi- háttinum hjá haruni í Føroyum og hennara upprúna. Kári á Rógvi ummælir bókina hjá Lassa S. »Færøernes hvide hare«, harugentur greiða frá um, hvussu haruskinn kunnu gagn- nýtast við garving og samrøða er við Svend Krosstein um haruveiðu- útgerð og hugleiðingar um trygdina. Umframt høvuðsevn- ið, so eru aðrar greinar, millum annað ein sam- røða við Karsten Hansen, løgtingslim, um seyða- hald í Mikladali, har hann millum annað sigur sína hugsan um, hvussu umráðandi tað er, at rætt- urin til smábrúk ikki verður settur til síðis av tvørligum umsitingarlig- um ásetingum, og at tann einstaki sleppur at ráða yvir egnum brúki, tá ið umræður brúk til egna nýtslu. Áhugaverd grein er um uppskot, til eina endaliga loysn fyri at halda seyðin burtur av landsvegnum og harvið minkað um ferðsluvanlukkur, ið standast av seyði niður í mest sum einki. Greinin er gjørd við útgangsstøði í eina samrøðu við Ferðslutrygd. Óðalstíðindi er blað fyri øll, ið hava áhuga fyri tí, sum tann vakra og av Harranum gávuríka náttúra í Føroyum kann bjóða øllum føroyingum at gagnnýta, um farið verður fram við skili. Óðalstíðindi kosta 40 krónur í leysasølu og kann keypast á teimum vanligu sølustøðunum, men limir felagsins fáa limablaðið ókeypis. Ein og hvør kann gerast limur. 291 springarar í Klaksvík Óðalstíðindi aftur á gøtuni Sitandi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, verður aftur at síggja á uppstillingarlistanum hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í heyst Óðalstíðindi eru aftur at fáa í teimum vanligu sølustøð- unum. Kostnaðurin er 40 krónur Knapt 300 springarar løgdu beinini í Klaksvík beint eftir landsdystin millum Føroyar og Frakland á Tórsvølli Mynd: Norðlýsið Drápið tók langa tíð, men tað gekk kortini væl, sigur varasýslumaðurin í Klaksvík, Karl Johansen Mynd: Norðlýsið C M Y K 7 6