Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 172 - 10. september 2004 Nr. 172 - 10. september 2004 9 Oljuprísurin skal niður Viðurskiftini í Miðeystri og Irak og ótrygg polit- isk viðurskifti aðra- staðni í heiminum gera, at oljuprísurin er ímill- um 10 og 15 dollarar oman fyri tað, sum hann annars hevði verið. Tað heldur formaður- in í OPEC, indonesiski o l j u m á l a r á ð h a r r i n Pumomo Yugiantoro. Á einari orkuráðstevnu í Sidney fyrradagin segði hann, at høvdu viður- skiftini í Miðeystri og Irak batnað, og høvdu ymisk politisk viður- skifti aðrastaðni komið í rættlag, hevði oljuprís- urin farið niður á einar 30 dollarar fyri tunnuna. Men prísurin skal heldur ikki nógv niður um tað, tí sambært OPEC-for- manninum mugu fleiri av OPEC-londunum fáa minst 25 dollarar fyri tunnuna, fyri at tey kunnu hava avlop á fíggjarlógini. Mikudagin í næstu viku verður fundur í OPEC. Higartil hava fleiri av londunum sagt, at oljuprísurin eigur at liggja ímillum 22 og 28 dollarar, men nú halda tey, at prísurin eigur heldur at liggja ímillum 25 og 30 dollarar, skriv- ar Reuter. Neyðtaka doyvd- ar kvinnur Í Bretlandi er tað vorðið so vanligt, at menn lata ymisk doyvandi evni í vín- ella ølglasið hjá kvinnunum, at nógvar kvinnur tora ikki á vertshús, skrivar blaðið The Guardian. Tað er heldur ikki so løgið, tí sambært einari kanning, sum The Guardian og sjónvarpið Channel 4 hava gjørt, fáa umleið 30 bretskar kvinnur tílík doyvandi evni í vín- ella ølglasið hvørja viku. Tað eru menn, sum lata evnini í glasið, og tað verður gjørt, uttan at kvinnan varnast tað, og fleiri ferðir endar tað við, at maðurin seinni neyðtek- ur ta doyvdu kvinnuna. Men samkyndir menn eru eisini offur, skrivar The Guardian. Í 1999 bleiv ein kend- ur bretskur plátuvendari funnin sekur í at hava latið doyvandi evni í gløsini hjá 13 kvinnum og at hava neyðtikið fýra teirrra. Hann fekk lív- langa fongsulsrevsing. Ímóti at víga samkynd Í svenska ríkisdegnum eru politikararnir í ferð við at fyrireika eina reglugerð um rættindini hjá samkyndum at verða vígd innan kirkjugátt, men longu nú hava politikararnir fingið ein hóp av mótmælum. Sambært Svenska Dagbladet hevur løg- málaráðið fingið umleið 40.000 mótmælisskriv teir báðar seinastu mán- aðarnar. Í flestu førum er talan um brøv frá ein- staklingum, men í øðr- um førum hava fólk savnað undirskrivtir ímóti reglugerðini. Eitt av undangongufólkun- um fyri reglugerðini, Tasso Stafilidis úr Vinstraflokkinum, sigur við Svenska Dagbladet, at minst eitt ørindi úr Bíbliuni er í hvørjum einasta brævi, sum løg- málaráðið hevur fingið. Í næstu viku heldur svenska kirkjan ársfund. Á ársfundinum í fjør var spurningurin um viður- skiftini ímillum kirkjuna og tey samkyndu eitt av høvuðsevnunum, og roknað verður við, at so- leiðis verður tað eisini í ár. DNA upp á mánan Bretski vísindamaðurin Bernard Foing heldur, at tað hevði verið eitt skilagott hugskot at goymt DNA-royndir av øllum heimsins skapn- ingum uppi á mánanum. Talan er um eitt slag av einari nýmótans Nóa ørk. Vísindamaðurin, sum starvast hjá evrope- iska rúmdargransking- arstovninum ESA, sigur seg stúra fyri, hvat kann henda, um alt lív á Jørð- ini verður lagt oyðið av einum kjarnorkukríggi ella av einum saman- stoyti við ein stóran rúmdarstein. Sjálvur heldur hann, at ein tílíkt kríggj ella ein tílíkur samanstoytur hevði gjørt av við alt livandi á Jørð- ini, og tí heldur hann, at vit eiga at senda DNA- royndir av menniskjum, djórum og plantum upp á mánan, so tað kann goymast har. Aðrir granskarar siga við BBC, at tað er als ikki trupult at fullføra ætlanina hjá Bernardi Foing, men teir siga, at tað er umráðandi at goyva DNA-royndirnar væl. Tað besta er at grava tær niður á mán- anum, siga teir. UTTAN ÚR HEIMI Irakskir uppreistrar- menn taka valdið í einum býi fyri og øðr- um eftir. Amerikanar- arnir viðganga, at teir hava trupulleikar, og teir duga ikki at siga, nær teir kunnu taka valdið í býunum aftur IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Samstundis sum talið á amerikonskum hermonn- um, sum hava latið lív í Irak, er farið upp um 1.000, vinna irakskir uppreist- rarmenn fótafesti í alt fleiri av teimum stóru býunum. Í seinastuni hava upp- reistrarmenninir tikið vald- ið í býunum Fallujah, Ramadi og Baquba, og fyrr í vikuni løgdu teir eisini Samarra undir seg. Felags fyri hesar býirnar er, at teir eru í tí sokallaða sunni-trí- hyrninginum, har megin- parturin av fólkinum eru sunnimuslimar. Tíðinda- stovurnar skriva, at fleiri av leiðarunum í hesum býun- um eru fyribeindir, tí teir hava arbeitt saman við fyribilsstjórnini, sum sam- bært sunnumuslimunum er í lummanum hjá ameri- kanska hersetingar-valdin- um. Eitt av málunum við at beina fyri teimum, sum ar- beiða hjá fyribilsstjórnini, er at ræða onnur frá at gera tað sama, skrivar Aften- posten. Fyri nøkrum døg- um síðani beindu uppreist- rarmenninir fyri Suleiman Marawi, sum var ovasti fyri tjóðarhirðini í Fallujah. Hann bleiv hálshøgdur, og tann høvuðleysi kroppurin bleiv almannakunngjørdur á sjónbandi. Men fyribilsstjórnin og amerikanararnir møta eisini harðari mótstøðu í fleiri shiamuslimskum býum. Í Sadr City, sum er ein býarpartur í Bagdad, hevur Mehdi-herurin tikið valdið. Amerikanskir hermenn hava roynt at taka valdið aftur, men til fánýtis. Støð- an er tann sama í býunum Najaf og Karbala. Har hava amerikanararnir gjørt av at taka seg aftur. Ásanna trupul- leikarnar Amerikanska herleiðslan í Irak og verjumálaráðið í Washington viðganga, at støðan er versnað í seinast- uni, og at hetta kann enda við, at tað ætlaða valið í januar kemur í vanda. Donald Rumsfeld, verju- málaráðharri, segði á ein- um tíðindafundi fyrr í vik- uni, at irakska stjórnin má skilja, at yvirgangsmenn kunnu ikki hava valdið í pørtum av Irak. Tí hevur USA lagt dent á at venja irakskar hermenn og løg- reglumenn, so teir kunnu taka sær av uppreistrar- monnunum, men sambært Richard B. Myers, verju- ovasta eru tær iraksku deildirnar ikki førar fyri at loysa trupulleikarnar, og tað verða tær heldur ikki fyrr enn um ársskiftið, sigur hann við Washington Post. Amerikanararnir halda, at teir iraksku uppreistrar- menninir nýta teir stóru býirnar sum miðstøðir fyri bumbuálopum á mál aðra- staðni í landinum, og at tær nógvu burturflytingarnar verða eisini fyrireikaðar har. Í 30 av 35 londum vil meirilutin hava John Kerry at vinna for- setavalið ímóti George W. Bush VAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Bara í Nigeria, Filipsoyggj- unum og Pólandi hevur George W. Bush fleiri stuðlar enn John Kerry, og í India og Teilandi stendur á jøvnum. Tað vísir ein kanning, sum GlobeScan hevur gjørt. Kanningin umfatar 35 lond, og hon vísir, at í meðal fær Kerry undirtøku frá 46 prosentum av teim- um spurdu, meðan Bush fær 20 prosent í meðal. Steven Kull á lærda há- skúlanum í Maryland sigur við tíðindastovuna AFP, at sjálvt um Kerry ikki er so væl kendur sum Bush, hevði hann vunnið so ruddiliga, um heimurin skuldi velja amerikanska forsetan. Men tað eru amerikanararnir, sum velja forsetan´i USA, og har er Bush framman fyri Kerry. AFP nevnir úrslitið av kanningini í Noregi, og tað vísir, at norðmenn eru ikki í iva um, hvønn teir vilja hava í Hvítu Húsini. 74 prosent siga seg taka undir við Kerry, og bara sjey prosent stuðla Bush. Heimurin vil hava Kerry USA missir tamarhaldið á iraksku býunum Ein irakskur uppreistrarmaður á varðhaldi í Sadr City í Bagdad Mynd: Reuters Hevði verið ringt við ongum upsa Í vikuni hava tríggir trolarar lagt veiðina upp á Sandi. – Lítil og eingin toskur er at fáa, og tí er minni arbeiði á Sandi, har saltfiskaframleiðslan er enn í Skopun, har fiskurin verður skor- in til flak og frystur, sigur stjórin á Sandoy Seafood, Magnus Jespersen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin komu partrol- ararnir, Columbus og Nornagestur, aftur av túri. Teir høvdu nógvan fisk, eini 300.000 pund tilsam- ans. Meginparturin av veiðini var upsi og nakað var av hýsu. Columbus landaði 150.000 pund á Sandi, og Nornagestur landaði umleið somu nøgd í Miðvági. – Vit kundu keypt lastina hjá báðum bátunum, men hetta hevði verið ov nógvur fiskur at fingið inn í einum, tá ið eingin toskur er uppi í veiðini, sigur Magnus Jesp- ersen, stjóri á Sandoy Seafood. Upsin verður skorin í Skopun, og toskur- in saltaður á Sandi. Tá ið at kalla øll veiðan er upsi, er eingin fiskur til saltingar á Sandi, og tey megna ikki at skera meira enn ta einu stóru lastina í Skopun í senn. Nú minni toskur kemur upp á land, er eisini minni saltfiskaarbeiði á Sandi, har tey eisini hava saltað nakað av longu. Magnus Jespersen sigur, at eingin marknaður er fyri saltaðum upsa í løtuni. Í dag landa aftur tveir trolarar á Sandi, Grímur Kamban og Kalsevni, sum eru komnir í flotan fyri Research og Skansatanga. Hendan túrin hava teir eini 120.000 pund tilsamans. Meginparturin av veiðini er upsi, sum eisini verður skorin í Skopun. Eingin útróður Lítil og eingin útróður hev- ur verið í Sandoynni í summar, og Magnus Jesp- ersen heldur, at hetta árið sum heild man hava roynst sera vánaligt hjá útróðrar- vinnuni. – Fiskiskapurin á Norð- havinum royndist ikki nær til so væl, sum hann plagar, tá ið hann er góður, og í summar hava bátarnir lítið og einki fingið. Hann vísir á, at útróðrar- vinnan í Suðuroy eisini hevur havt eitt vánaligt ár í ár. – Skip og bátar fáa ongan tosk, og hetta er galdandi um allan grunnin í løtuni. Magnus Jespersen vísir á, at onkur søla av Føroya- banka hevur verið í vikuni, og her hevur heldur eingin toskur verið at tosað um. – Tað hevði verið lítið fiskaarbeiði kring landið, um eingin upsi kom uppá land. Prísirnir á upsa eru fram- vegis rættiliga lágir; teir liggja um 3,50 krónur fyri kilo – alt eftir støddini. Stjórin á Sandoy Seafood sigur, at støddin á upsanum hevur verið betur í sein- astuni, og hann heldur, at slagið, sum skipini hava fingið vestanfyri, hevur verið hampiliga gott. – Eg taki málið um hjáveiði av upsa og toski hjá nótaskipun- um í fullum álvara, og tí havi eg biðið Fiski- veiðieftirlitið og Fiskirannsóknarstovu na kannað hesi við- urskifti, sigur Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnu- málum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjørn Kalsø, landsstýris- maður, sigur, at á tingi hevur verið róð uppundir, at hann sum landsstýrismaður ikki skal taka málið um hjáveiði hjá nótaskipum í álvara. Somuleiðis hava menn líka sum roynt at fingið landsstýrismannin at siga, hvussu stórur hesin trupulleiki er. – Jú, eg taki hetta málið í fullum álvara, og tí havi eg biðið Fiskiveiðieftirlitið og Fiskirannsóknarstovuna kannað hesi viðurskifti. At eg enn ikki kann siga, hvussu støðan er, kemst av, at kanningarnar ikki eru lidnar. Bjørn Kalsø sigur, at enn hevur hann – sum hann sjálvur tekur til - ongar alarmerandi ábendingar fingið um stóra hjáveiði av eitt nú upsa, toski ella kongafiski. – Fiskiveiðieftirlitið hev- ur í summar kannað veiðina hjá føroyskum og øðrum skipum, sum hava landað í Føroyum, men hesi hava fyri tað mesta fiskað í íslendskum sjógvi og al- tjóða sjógvi. Síðan kann- ingarnar byrjaðu, hevur lítil og eingin fiskiskapur verið í føroyskum sjógvi. Minni enn 1% Bjørn sigur, at Fiskiveiði- eftirlitið hevur staðfest, at ein ávís hjáveiða hevur verið av eitt nú upsa og kongafiski, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv talan er um. – Nøgdirnar, sum nóta- flotin førir til lands, eru stórar, og landingin gongur skjótt fyri seg. Tí hava vit onga haldgóða niðurstøðu fingið enn, og tí er í løtuni eisini ógjørligt at siga, hvussu nógv talan er um. Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði leiðarin á Fiski- veiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, at teir hava stað- fest eina ávísa hjáveiði uppi í veiðini hjá nótaflotanum, men soleiðis, sum vit skiltu hann, hevur talan verið um hjáveiði, sum helst liggur niðanfyri tað eina pro- sentið. – Men vit kunnu ikki koma við nakrari endaligari niðurstøðu enn, tí kanning- arnar eru ikki lidnar, segði hann. Í samrøðu við Sosialin, heldur Bjørn seg ikki hava skilt, at hjáveiðan hjá nóta- skipunum hevur ligið om- anfyri tað eina prosentið. – Men fyri tann skuld verður hetta málið tikið í fullum álvara, tí bara svart- kjaftaveiðan undir Føroy- um í fjør var eini 500.000 tons, og tað er skjótt, at hjá- veiðinøgdirnar kunnu ger- ast stórar, hóast uppíbland- ingin í fyrstu atløgu ikki sær út av nógvum. Landsstýrismaðurin sig- ur, at ongar hjáveiðireglur eru galdandi fyri nóta- skipini. – Mær kunnugt, hevur hesin parturin av flotanum altíð fiskað rættiliga "reint", og tí hevur ivaleyst verið hildið, at neyðugt ikki hevur verið við hjáveiði- reglum. Halda fram Bjørn Kalsø sigur, at Fiskiveiðieftirlitið eisini fer at halda eyguni eftir hjá- veiðini, tá ið fiskiskapurin hjá nótaskipunum væntandi tekur seg uppaftur í heyst. – Tað hevur ljóðað, at íslendingar hava umhugsað at steingja leiðir, tí hjá- veiðan hjá nótaskipunum á ávísum leiðum er vorðin ein trupulleiki. Hann sigur, at hann sum landsstýrismaður fer at fylgja væl við kanningun- um hjá Fiskiveiðieftirlit- inum og Fiskirannsóknar- stovuni. – Men fyrst noyðast vit at fáa staðfest, hvussu støðan er. Er hjáveiðan ein trupul- leiki, fara vit sjálvsagt at taka hetta álvarsmál upp, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Hjáveiðan hjá nótaskipunum: Bjørn tekur málið í fullum álvara - Eg taki málið um hjáveiði hjá nótaflotanum í fullum álvara. Tí havi eg biðið um, at málið verður kannað. Bara svartkjaftaveiðan undir Føroyum í fjør var eini 500.000 tons, og tað er skjótt, at hjáveiðinøgdirnar kunnu gerast stórar, hóast uppí- blandingin í fyrstu atløgu ikki sær út av nógvum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum Skerja hjá- veiðina hjá lemma- trolarum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á landsstýrisfundi, 7. september, viðgjørdi landsstýrið eina kunn- gerð um hjáveiðireglur fyri fiskifør, sum ikki eru undir fiskidagaskip- anini. Bjørn Kalsø, landsstýr- ismaður, sigur, at hetta er ein reglulig kunn- gerð, sum verður lýst tvær ferðir um árið. – Talan er um kunn- gerðina um hjáveiði av toski og hýsu hjá lemmatrolarum. Hann sigur, at hesi skip hava havt eina loyvda hjáveiðikvotu, sum er 50 tons av toski og 50 tons av hýsu um hálv- árið. – Nýggja kunngerðin, sum kemur í gildi bein- anvegin, skerjir hesa hjáveiðikvotu hjá lemmatrolarum við 4%, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Á Sandoy Seafood í Skopun er nógv fiskaarbeiði í hesum døgum, men minni er at gera á virkinum hjá sama felag á Sandi, tí eingin toskur kemur upp á land. Tríggir trolarar hava landað á Sandi í vikuni. Meginparturin av veiðini hjá skipunum er upsi – Tað hevði verið lítið fiska- arbeiði kring landið, um eingin upsi kom uppá land, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood C M Y K 9 8