Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 172 - 10. september 2004 Nr. 172 - 10. september 2004 11 Talan var helst um størstu avbjóðingina hjá føroyskum fótbólti nakrantíð, tá Frakland vitjaði. Eitt lið, sum í løtuni er næstovast á styrkislistanum hjá FIFA, og har vikulønirnar hjá fleiri av leikarunum liggja nakað langt omanfyri tað, sum okkara forvinna um árið, tá lønirnar frá bæði fótbóltinum og vanliga arbeiðinum verða taldar saman! Men hetta kom ongantíð til sjóndar á Tórsvølli. Við at lyfta í felag og við at stríðast av øllum alvi fingu okkara frá fyrsta bríksli víst mótstøð- uni, at her varð einki latið fyri einki. Skulu tit hava nakað, so komið og taki tað! tóktust boð- ini at vera. Og hóast talan enn einaferð gjørdist um eitt av hesum »heiðurligur tapunum« sum vit so ofta hava hoyrt um, so er neyvan nakar ivi um, at føroyska liðið átti størri heiður hesaferð, enn vit so ofta áður hava gjørt. Enn einaferð hava al- tjóða tíðindastovurnar skrivað kring allan heim- in, hvussu trupul hendan pinkutjóðin í Norður- atlantshavi er, og enn einaferð hevur landsliðið á hendan hátt verið við til at gera Føroyar enn meira sjónligar á altjóða pallinum. Tað hevur verið staðfest ferð eftir ferð, at før- oyska fótbóltslandsliðið er okkara besta um- boð, men truplast er kanska at vera profetur í egnum landi. Her hevur lið okkara seinastu tíð- ina fingið nógvar skolur oman yvir seg. Onkrar kanska meira uppibornar enn aðrir. Gott í tykkum dreingir. Tit prógvaðu enn eina- ferð, at tað ongantíð loysir seg at fella í fátt. Bara fýra dagar eftir at hava verið í kjallaran- um, reistust tit til at fremja kanska besta før- oyska fótbóltsavrikið nakrantíð. Eisini um sig- urin í Landskrona á sinni verður taldur við. Ta ferðina var bragdið kanska størri, men fram- stigini hesi 14 árini hava verið øgilig. Tað vóru menn við visiónum, sum tá settu altjóða kósina út í kortið, og tað eru eisini menn við visiónum í føroyskum fótbólti í dag. Nú snýr tosið seg um, hvønn veg vit skulu fara, fyri at seta enn meira ferð á menningina. Tað er avbjóðingin hjá føroyskum fótbólti komandi árini, og tað verður spennandi at vita, hvørt hetta kann føra okkum enn longur á leiðini. DAGSINS MEINING Sosialurin Visiónir eru neyðugar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Høgni Hoydal Eg fegnist um, at skúla- stjórin á Tekniska Skúla, Egon Øregaard, hevur grundgivið so væl fyri íløg- uni í Skúladepilin í Marknagili. Ein long togan hevur ve- ið um hesa ætlan í mong harrans ár - og tað er væl skiljandi at leiðsla, lærarar og næmingar á bæði Tekn- iska Skúla og á Studenta- skúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum, hava verið frustrerað og ótolin. Seint á sumri í fjør eydn- aðist tað tó at fáa eina polit- iska semju millum táver- andi samgonguflokkarnar um íløgurnar í skúlar kring alt landið - og harundir ar- beiðssetningin fyri Skúla- depilin í Marknagili. Við nevndini, sum varð sett í fjør, har leiðslurnar á Handilsskúlanum, Stu- dentaskúlanum og Tekniska Skúla, hava sitið saman við byggikønum, hava vit fing- ið bæði eina semju millum skúlarnar og eina frágera góða verkætlan, sum kann gerast ein varði í føroyskari skúlasøgu. Víðsjón um samstarv Nevndin fekk sera trongan tíðarkarm, men kortini er sera væl komið burturúr. Nevndin hevur orðað eina sonevnda »víðsjón« fyri endamálið og innihaldið í hesari nýbygging, og hevur út frá hesum gjørt eitt endurskoðað uppskot um skúladepilin. Úrslitið er nógv meira enn eg hevði torað at vón- að. Við Skúladeplinum fáa vit nútímans karmar, har miðnámsskúlarnir kunnu samstarva og samskipa sítt arbeiði, og har næmingar og lærarar fáa bestu karmar at læra. Harafturat kann skúlin gerast ein mentanarmið- depil í Tórshavn, har kvøld- skúlar, eftirútbúgving, mentanartiltøk (tónleikur, sjónleikur, handverk og list) og mangt annað kunnu fáa góðar karmar. Kostar ikki meira enn ein tunnil Tað er júst nú, at vit skulu gera íløgur í útbúgvingar og mentan kring landið. Vit skulu útbyggja og nýbyggja miðnámsskúlarnar kring alt landið. Er tað ov dýrt? Nei, allir skúlarnir tilsamans kosta ikki meira enn ein undirsjó- artunnil og kunnu kasta nógv meira av sær í fram- tíðini. Endamálið er, at øll ung í Føroyum skulu hava eina miðnámsútbúgving. Eg fari inniliga at heita á landsstýrið um at leggja uppskotini um Skúladepilin í Marknagili, Listaskúlan í Sandoy, Fiskivinniskúlan í Vestmanna og Norðoya Skúladepil, soleiðis sum avtalan var, tá miðnáms- skúlin í Suðuroy varð sam- tyktur. Og Tjóðveldisflokkurin hevur eisini skotið upp at skipa ein Miðnámsskúla í Vágoynni, sum kann hava ferðavinnu sum serligt endamál. Og hví ikki almanna- kunngera verkætlanina í Marknagili? Skúladepilin í Marknagili - ein frágera góð ætlan og íløga Tíðindaskriv Ráðið fyri Ferðslutrygd Í 2001 kostaði tað almennu Føroyum 243 milliónir krónur at dríva ferðsluna í landinum. Men samstundis hevði tað almenna 166 mió. kr í yvirskoti av ferðsluni, tí hon gevur so nógvar inn- tøkur í A-skatti, MVG og øðrum avgjøldum. Í 2001 vóru hesar inntøkur 409 milliónir kr. Verður hugt at ferðslu- vanlukkunum fyri seg, kostaðu tær føroyska sam- felagnum í 2001 slakar 200 milliónir kr. Til sammetingar kann nevnast, at sama ár vóru 40 milliónir kr. nýttar bein- leiðis at gera ferðslutrygd- arábøtur á vegirnar, ella minni enn 10% av inntøk- unum, sum samfelagið hev- ur av ferðsluni. Ferðslan kostar milliónir Popstar í Eclipse Nú leygarkvøldið tann 11. september verður Alex úr Popstars at hoyra live saman við kór og dansishow í Eclipse. Alex varð í heyst úttikin til finaluna í Popstars og fekk aftaná tað fleiri tónleikatilboð. Alex hevur givið sína fyrstu solofløgu út við plátu- felagnum EMI-Medley. Plátan eitur Thirteen. Nú kemur hann til Føroya, har hann verður at hoyra í Eclipse leygarkvøldið tann 11. september. -hkm Handilsútferð til Harrods Føroyska Menningar- stovan skipar fyri eini handisútferð til London, um nóg stór undirtøka er. Hetta skrivar heima- síðan hjá Vinnuhúsin- um. Ætlanin er at fara til Londin á ráðstevnuna Value Added Seafood, sum snýr seg um "menn- ing av nýskapandi virð- isøktum sjómati, niður- sjóðaðan sjómat, menn- ing av frystum fiska- vørum, fyrireikingum til sporførislógina í 2005, nýskapandi pakkitilfar, marknaðarrák, o.a." Harumframt skal ferðalagið vitja kenda Harrods í London. Ein fyrilestur verður eisini á skránni. Heimasíða hjá Vinnuhúsinum skrivar, at Hazel Curtis heldur fyrilestur um kanningina "Seafood Industry Value Chain Analysis." Meir fæst at vita frá Menn- ingarstovuni. -hkm Vánaligar nevndir Partafelagsnevndirnar í Noregi eru ikki nóg góðar, sigur Bjørn Espen Eckbo, professari í búskapi. Hetta skrivar heimasíðan hjá Busi- ness-Line. Hann sigur, at tað er týdningarmikið, at nevndarlimirnir stilla kritiskar spurningar, og at ein fortreyt fyri hes- um er førleiki innan roknskap og fíggjarstýr- ing. Men hesa vitan hava norskir partafelags- nevndarlimir eftir øllum at døma ikki. Bjørn Espen Eckbo sigur, at leiðslan í einum felag hevur ov stóra ávirkan á nevndarvalið. Heima- síðan hjá Business-Line skrivar, at núverandi limir hava tørv á eini heilt aðrari vitan, nevni- liga vitan innan rokn- skap og fíggjarstýring. Tískil er stórur partur av nevndararbeiðnum til onkis, sigur Bjørn Espen Eckbo, professari í bú- skapi. -hkm Hoyring um kyksilvur og autismu Fyri at fáa eitt kjak um nýggjastu vísindaligu granskingina um kyk- silvur og autismu, hevði ein undirnevnd hjá amerikonsku kongress- ini í gjár eina hoyring um skaðárini av kyk- silvuri í mannakroppin- um. Hetta hendi júst sama dag, sum umhvørvis- nevdin hjá fólkatingin- um hevði Connie Hede- gaard, umhvørvismála- ráðharra, í samráð um eftirlit við kemikalia og øðrum avleiðingum, sum standast av um- hvørvisorsøkum. Amerikanska undir- nevndin skal eisini umrøða tørvin á víðari gransking, fyri at fáa staðfest, nær tað í bio- logiskari merking er talan um autismu. Sein- ast skal kjakast um, hvussu amerikanski miðdepilin fyri sjúku- umsjón og fyribyrging (CDC) fylgir við títt- leikanum í sjúkuni. Kelda: Ritzau rs Grannskoðarar vísa á, at tað liggja stórir møguleikar í at brúka ársfrágreiðingina sum serligt høvi til at greiða sannførandi frá úrsliti og útlitum hjá einari fyritøku ÁRSFRÁGREIÐINGAR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Ímeðan tað at fáa tann rætta boðskapin út er ein alsamt afturvendandi avbjóðing í samskiftinum hjá øllum fyritøkum, so meina leið- andi grannskoðarar at før- oyskar fyritøkur sum heild gera alt ov lítið brúk av einum sera týdningarmikl- um tóli í samanhanginum, nevniliga Ársfrágreiðing- ini. Uttan mun til alt sum verður sagt gjøgnum árið, stendur ársroknskapurin við ársfrágreiðingini eftir sum eitt tað tyngst vigandi skjalið um virkið ella stovnin. Ársroknskapurin við ársfrágreiðingini kann soleiðis sigast at vera ársins mest týðandi útspæl, og tað er ofta har, ið fólk fyrst hyggja, tá tey vilja hava nakað veruligt at vita um eina fyritøku. Tað at føroyskar fyri- tøkur ikki gera størri brúk av teimum møguleikum sum liggja í hesum doku- menti tykist ikki sørt undra teir grannskoðarar, vit hava tosað við. Somu grann- skoðarar spáa tó samstund- is at alsamt fleiri so við og við gerast meira medvitað um ársfrágreiðingar og roknskapir og hvussu fíggjarlig tøl kunnu lesast og tulkast. Ein spurningur um álit »Tey flestu feløgini yvir- halda minstukrøvini,« segði Pauli Ellefsen, stats- aut. grannskoðari, tá vit spurdu hann hvat hann helt um hvussu føroyskar fyri- tøkur gera brúk av rokn- skapinum og ársfrágreið- ingini. »Yvirhalda feløgini ikki minstukrøvini, hava vit eitt dugnaligt eftirlit sum ger vart við seg,« legði Pauli Ellefsen afturat, og helt fram: »Hin vegin kanst tú samstundis siga at nógvar føroyskar fyritøkur ikki nýta teir møguleikar til fulnar sum ársfrágreiðingin gevur, tá talan er um at greiða áhugabólkunum frá fyritøkuni. Hetta er bæði galdandi tá tað gongur væl og møguleikar eru fyri at geva eina positiva mynd av virkseminum; og hetta er ikki minni galdandi tá tað ikki gongur so væl, hóast tað nevniliga tá ber til at lýsa atvoldina til aftur- gongdina og lýsa tey tiltøk sum verða gjørd fyri at rætta kósina.« »Í stuttum snýr tað seg um at skapa álit ella at verja álitið á fyritøkuna hjá áhugabólkunum og um- heiminum í heila tikið, sum er rættiliga avgerandi fyri hvussu fyritøkan stendur seg uppá longri sikt.« »Eingin ivi er um at ein natúrligur og regluligur opinleiki í ársfrágreiðingini og ársroknskapinum annars gevur størri álit millum manna. Tí kann tað vera ein fyrimunur, eisini meðan tað gongur væl, at geva fleiri upplýsingar við tølum og talvum enn svarandi til minstakravið í lóggávuni. At vísa á komandi trupul- leikar í góðari tíð gevur størri trúvirði, enn at koma ov seint við undanførslum. Men sjálvandi er talan um eina javnvág, og ein skal ikki lata frá sær upplýs- ingar sum kunnu skaða felagið.« Vísir vegin online Vinnuløgfrøðingurin og búskaparfrøðingurin Finn- ur Sivertsen, skrásettur grannskoðari, rekur Bú- skaparstovuna í Klaksvík. Síðani 2000 hevur hansara fyritøka umframt at veita vanligar tænastur innan grannskoðan, boðið fram online tænastuna Business- Line, ið gevur haldarum atgongd til allar almennar ársroknskapir hjá føroyskt skrásettum parta- og smá- partafeløgum. At Business-Line hevur fingið góða undirtøku sæst aftur í teimum mongu brúkarunum av tænastuni. »Undirtøkan hevur verið hampuliga góð,« segði Finnur Sivertsen. »Flestu størri fyritøkur í Føroyum og nakrar uttan fyri land- oddarnar eru dagligir brúk- arar av Business-Line.« »Business-Line er ídag eitt nógv nýtt stýringartól hjá vinnuni. Tú kanst sam- meta tað við ein radara, ið gevur eina mynd av hvar ein fyritøka liggur í mun til aðrar í somu vinnugrein. Ella tú kanst sammeta tað við eina kappingarbreyt: Dragni eg í mun til mínar kappingarneytar ella hevur kappingarneytin betri úrslit enn eg?« »Ein góður virkisleiðari hevur áhuga fyri tílíkum, og brúkar Business-Line sum eitt av mongum ar- beiðsamboðum.« Nógvir málbólkar Ein ársfrágreiðing er partur av ársroknskapinum, og er ein formlig frágreiðing um gongdina hjá einari fyri- tøku í farna árinum; hon sigur frá hvussu fyritøkan stóð seg fíggjarliga og kann greiða frá virksemi, ætlan- um, hugsanum og perspek- tivum. Lóggávan krevur at ársfrágreiðingin skal lýsa týdningarmiklar hendingar aftan á árslok og ta vænt- aðu gongdina hjá felag- num. Móti børslistaðum fyritøkum hava flestu lond lógarfest krøv um serliga almenna kunning viðvíkj- andi nógvum av tí sum fer fram í felagnum. Millum teir mest týðandi málbólk- arnar ella áhugabólkarnar hjá einari fyritøku roknast umframt eigararnar til dømis: kundar, veitarar, starvsfólk, samstarvsfelag- ar, myndugleikar, fjøl- miðlar og annars øll sum beinleiðis ella óbeinleiðis kenna til fyritøkuna. Hjá børslistaðum fyritøkum eru eigararnir, bæði teir stóru institutionellu íleggjararnir og teir smáu einstøku partabræva sparararnir, ein sera týdningarmikil áhuga- bólkur. Uttan mun til býti í bólk- ar so finnast mong ið gjarna lesa Ársfrágreiðing- ina og hetta er galdandi fyri allar fyritøkur, veri tær skrásettar á virðisbræva- marknaði ella ikki. Ársfrágreiðingin vigar meira enn onnur skjøl – Undirtøkan hjá Business-Line hevur verið hampuliga góð. Flestu størri fyritøkur í Føroyum og nakrar uttan fyri landoddarnar eru dagligir brúkarar av Business-Line, sigur Finnur Sivertsen, skrásettur grannskoðari, sum rekur Búskaparstovuna í Klaksvík. Síðani 2000 hevur fyritøka hansara eisini boðið fram onlinetænastuna, Business-Line C M Y K 11 10