fríggjadagur 10. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 172 - 10. september 2004
Nr. 172 - 10. september 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Tórshavnar
Skipasmiðja
hevur sett Magnus Magn-
ussen
úr
Kvívík
sum
nýggjan stjóra.
Tá Íløgufelagið Notio
fyrr í summar keypti skipa-
smiðjuvirksemið hjá Tórs-
havnar Skipasmiðju varð
kunngjørt, at ætlanin var at
seta ein stjóra afturat
Gunnari Mohr. Leitað hev-
ur síðan verið eftir hesum
stjóra, og Skipasmiðjan
fegnast um, at avtala nú er
gjørd við Magnus Magnus-
sen um starvið.
Magnus er 44 ára gamal
og hevur seinastu árini
starvast sum tekniskur leið-
ari hjá Strandfaraskipum
Landsins – hetta seinasta
árið tó sum projektleiðari
av byggingini av nýggja
Smyrli í Spaniu. Hann
lærdi til maskinsmið á
Tórshavnar Skipasmiðju
árini 1978 til 1982. Eftir
lokna lærutíð las hann til
maskinmeistara og tók
prógv á Maskinmeistara-
skúlanum í Tórshavn í
1986. Eftir at hava siglt
nøkur ár fór Magnus í 1988
undir at lesa til maskin-
verkfrøðing í Århus, har
hann tók prógv í 1992.
Árini 1993 til 1997 starv-
aðist hann hjá stóra danska
motorframleiðaranum
MAN B&W. Í hesum starvi
arbeiddi hann eisini longri
tíðarskeið í Suður-Korea á
risastóru Hyundai Skipa-
smiðjuni har.
Hóast Magnus Magnuss-
en nú er settur stjóri á
Skipasmiðjuni, eru Skipa-
smiðjan og Strandfaraskip
Landsins samd um at finna
ein felags leist, soleiðis at
eftirlitið við byggingini av
nýggja Smyrli ikki verður
darvað av hesum.
2. september 2004 læt upp
listaframsýningin, Tað er
einki at flenna at, uttan
teimum báðum har yviri.
Tað eru tey trý, Tummas
Jákup Thomsen, Malan
Tyril og »Gulli« ið sýna
fram. Tummas J. við tekn-
ingum og instalatiónslist.
Malan við yrkingum og 2.
tekningum og »Gulli« við
tónleiki.
Hvat er tað sum tey vilja
við hesum?
»Gulli« vil eftir ár við
myrkum døprum tónleiki,
har fjørutrøll og huldufólk
myndaðu tónleikin, vísa tað
ljósu og glaðu síðuna fram
av lívinum. »Gulli« er farin
frá málmi og malargróti
yvir til bleytan, melidiøsan
teldutónleik við íblástri úr
gamlari føroyskari søgu, og
er hettar tað ið »Gulli«
sýnir fram á framsýningini.
Hvat Malan vil? Hvat vil
hon?
»Eg vil sum so einki«,
sigur hon, og hyggur upp-
eftir. »Men jú, eg vil nógv.
Eg havi nógv at siga, og tað
skrivi eg niður. Eg skrivi
tankar niður, tá eg eri í døp-
urhuga ella tá eg eri glað.
Ella tá eg undrist yvir lívið
sum er mær bæði vakurt og
ljótt. Tann føroyska náttúr-
an er mær ein íblástur til at
lýsa mína undran, sorgir og
gleðir, fyri tíðina eisini
vakurleikan«.
Áin
Áin tutlar uttan fyri,
tað hevur verið friðarligt
eina tíð.
Kavin bráðnar
Eg vassi á vegnum,
men sólin hitar meg.
Eg helt áin teskaði mær
nökur orð í oyrað,
men tað vóru einglarnir
sum vaskaðu sær í tí nýggja
reina vatninum.
Vakur og syngjandi sat ein
fuglur á bönum.
Haldi hann sang um kavan
ið bráðnaði.
Malan Tyril
Tummas: »Tað sum eg vil,
tá ið eg tekni er at lýsa eitt
innara landslag ið eg annars
ikki hevði kunna greitt frá,
uttan at kunna tekna tað
niður. Eisini haldi eg at
tekningin fær ov lítla virð-
ing. Sjálvur haldi eg, at tað
er tí at tað eru eingir litir á
tekningini, og tí sýnist hon
køld og nakin. Mær hevur
altíð dámt væl at tekna, og
tað eru nakrar av hesum
tekningum eg sýni fram.
Tær eru frá ´97 - ´99. Nak-
rar eru, sum ikki hava verið
sýndar fram áður. Eisini
havi eg instalatinónslist við
á hesi framsýning. Eg haldi
at tað er alt ov sjáldan at
slíkt er at síggja í Føroyum.
Annars eri eg rættuliga
nógv eksperimenterandi í
løtuni, men havi tó ikki
blaka tekningina til viks.
Hon fer altíð at verða
hornasteinur mín«.
Listaframsýningin, tað er
einki at flenna at, uttan
teimum báðum har yviri,
verður opin til og við
sunnukvøldið. Opið er frá
15-00 til 22.00. Tó verður
ein »Happyning« aftrat,
sum verður leygarkvøldið
kl. 21.00, har »Gulli« enn
einaferð verður málaður, og
møguligani verður okkurt
annað á skránni, so sum
tónleikur.
Framsýningin er í hølum
Arbeiðsmannafelagsins
(Ground Floor) í Fugla-
firði.
Listaframsýningin:
Tað er einki at flenna at...
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt hjálptu til og vístu samkenslu, tá ið okkara
kæri sonur, bróðir, mannubeiggi og svágur
Tummas Poulsen
Argir
so brádliga andaðist á Eirargarði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til »Zarepta«.
Tøkk til starvsfólkini á stovnunum í Garðsgøtu,
í Smærugøtu og á Eirargarði, sum hava tikið
sær so væl av honum tey seinastu gott trý árini.
Tøkk til talarar í Kapellinum, í Hebron og á grøvini,
og tøkk til Jústinus Eidesgaard og Emmu fyri teirra
vøkru minningarorð í Sosialinum og Dimmalætting.
Mariel, Páll, Maria, Ásla og Bjørg
Tórshavnar Skipasmiðja:
Magnus Magnussen
nýggjur stjóri
Fríggjadagin 10. september
kunnu hjúnini Nessie og
Sofus Poulsen, 10, Rose-
well Pl, í Aberdeen halda
gullbrúdleyp.
Tey hittust í Skotlandi,
hagar Sofus var fluttur
saman við sínari familju í
1946.
Í 1948 fekk Sofus skriv-
stovustarv á føroysku um-
boðsstovuni, og tá Odmar
Skarðhamar í 1978 vegna
aldur fór úr starvinum sum
føroyskur umboðsmaður,
varð Sofus settur í hetta
starvið, sum hann røkti inn-
til fyri fáum árum síðani, tá
hann eisini fór frá vegna
aldur. Tá varð eisini før-
oyska sendistovan í Aber-
deen niðurløgd, og einki
føroyskt flagg er longur at
síggja uttan fyri bygningin
á 150 Market Street í Aber-
deen.
Sofus og Nessie giftust í
1954. Tey fingu 4 synir -
Daniel, Charles, Roy og
John. Teir hava allir familju
og búgva eisini í Skotlandi.
Vit ynskja teimum hjar-
taliga tillukku á hátíðar-
degnum
Nessie og Sofus Poulsen gullbrúdleyp
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 3. sep-
tember var móttøka í
Føroya Banka í Niels
Finsensgøtu í Havn, í
samband við at
deildin læt upp eftir
eina umfatandi
umbygging. Umleið
400 fólk vóru til
móttøkuna, har eisini
livandi tónleikur var
framførdur
Myndir: Jens Kristian Vang
Deildin hjá Føroya Banka í
Niels
Finsensgøtu
læt
fríggjadagin upp sum fyrsta
deild bankans í heilt nýggj-
um sniði.
Jørn
Astrup
Hansen
bankastjóri helt eina røðu,
har hann segði frá nýggja
konseptinum, sum vit eisini
fara at síggja í øðrum deild-
um bankans.
Á skránni var eisini
undirhald við livandi tón-
leiki frá Lenu & Niclasi,
Martin Joensen Band og
tónleikarum úr bólkinum
Páll Finnur Páll.
Nýggju hølini eru opin
og kundavinarlig, og bank-
in kann nú bjóða kundum
sínum ráðgeving í innbjóð-
andi hølum.
Hølini eru ikki longur
býtt upp í kunda- og starvs-
fólkaøki, nú eru tey felags
fyri bæði kundar og starvs-
fólk.
Innbúgvið er, í samstarvi
við Sp/f MAP Arkitektar í
Havn, designað til Føroya
Banka.
Móttøka av kundum er
við kundadiskin, sum ávísir
ráðgevar, flytingar og av-
greiðslur. Ein nummarskip-
anin er, har kundin kann
taka eitt nummar til ávika-
vist inn- og útgjøld ella
móttøkuna.
Kundar verða síðan vístir
til ráðgevan, um hesin er
tøkur. Við móttøkuna fáa
kundarnir eisini upplýs-
ingar um tænastur bankans,
um tað er okkurt, sum teir
ivast í.
Føroya Banki, N. Finsensgøta:
Kundaráðgevingin fær fyrsta prioritet
Dagurin
10. september. Burchhardt, deyður umleið ár 754.
Munkur úr Wessex í Onglandi. Hann fór seinni sum
trúboðari til Galliu og endaði sum biskupur í Würtz-
burg í Týsklandi.
Nú eru hølini í bankanum felags fyri bæði kundar og starvsfólk
Nýggju hølini eru opin og kundavinarlig
Børnunum dámdu væl nýggju stólarnar
Eyðun Mørkøre og Øssur S. Nolsøe frá føroya Sparikassa fáa eitt
prát við Niels Joensen í Føroya Banka
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, og Janus Petersen, stjóri í
Føroya Banka
Í einum telti uttan fyri spældu tónleikarar úr bólkinum Páll
Finnur Páll
Jørn Astrup Hansen bankastjóri helt eina røðu, har hann m.a.
segði frá nýggja konseptinum
Vælkomin í ein nýggjan Føroya Banka, stendur á skeltinum. Her verður Jan Christiansen,
borgarstjóri, boðin vælkomin
C
M
Y
K
13
12