fríggjadagur 10. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2004
15
Fáur man longur
ivast í, at Óli Jo-
hannesen framvegis
er sjálvskrivaður á
landsliðnum. Liðskip-
arin var framúr móti
Fraklandi, og sjálvur
helt hann eisini, at nú
mátti tað vera liðugt
við viðgerðina av
sínum persóni
LIÐSKIPARIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir dystin mikukvøldið
var helst eingin, sum ivað-
ist í, at tað var rætt hjá
landsliðsvenjaranum
at
halda fast um Óla Johanne-
sen sum verjuskipara á
føroyska landsliðnum.
Seinasta hálva árið ella
so hevur annars verið tosað
og skrivað nógv um, hvørt
tað er rætt at halda fast um
ein leikara, sum spælir í
næstbestu heimligu deild-
ini, og sjálvur helt Óli eisini
eftir dystin, at hetta tosið
nú mátti verið liðugt.
– Tað hevur verið nógv
tos um mín leiklut. Bæði í
ár og í fjør. Í dag haldi eg
sjálvur, at eg enn einaferð
prógvaði, hví eg eri á
landsliðnum, og eg vóni, at
hetta tosið nú er liðugt.
Hevur einki við Sveis
at gera
Fleiri vilja helst vera við, at
dysturin í kvøld - í mun til
tann í Sveis - prógvaði, at
leikararnir tá kanska ikki
bara høvdu tann dystin í
høvdinum. Men at teir eis-
ini ótilvitað høvdu fronsku
stjørnurnar í tonkunum.
– Tað haldi eg ikki er
rætt. Tann tíðin eigur at
vera farin frá okkum, og
sjálvur kenni eg so einki til
hatta. Vit vita allir fullvæl
av, at tað ræður um at taka
ein dyst og senn, og so bara
savnað tankarnar um hann.
At avrikið í Sveis so var
minni sannførandi, er nak-
að heilt annað.
Men er ein slíkur dystur
kortini ikki nakað, sum
kanska kann fáa tykkum at
tendra tað lítla pettið
meira?
–
Sjálvandi. Tað
er
kanska eina ella tvær ferðir
í lívinum, at tú hevur slíkan
møguleika. Og eg haldi so
sanniliga eisini, at vit tóku
av hesum møguleikanum.
Hvør tann einasti gav seg
fult út í dag, og so kunnu
vit ikki krevja meira, segði
føroyski
liðskiparin
at
enda.
Hóast eingin av føroysku
leikarunum hesaferð fór
um runt dystartal, so var
talan kortini um jubileum
á Tórsvølli mikukvøldið.
2-0 málið hjá Cissé var
nevnliga mál nummar
100, sum er farið ígjøg-
num hjá føroyska lands-
liðnum í HM-undankapp-
ingardystum.
Av
32
dystum hava vit vunnið 4,
spælt 1 javnleik og tapt
27. Samlaða málúrtøkan í
hesum er 17-100.
Samstundis er tað eis-
ini gloppið ímillum, at
seinna málið hjá Malta á
Svngaskarði
var
mál
nummar 100, sum er
farið ígjøgnum hjá før-
oyska liðnum, tá spælt
hevur verið á heimavølli í
altjóða skrásettum dyst-
um. Altso íroknað HM-,
EM-, og vinardystir. Her
hava Føroyar 43 ferðir
spælt á heimavølli. 8
sigrar, 6 javnleikir og 27
tap er tað vorðið til, og
málúrtøkan í heimadyst-
unum hevur verið 38-
102.
-jm
Tvær ferðir 100
Tipti
kritikkin
Í dag haldi eg sjálvur,
at eg enn einaferð
prógvaði, hví eg eri á
landsliðnum, segði Óli
Johannesen eftir
dystin
Mynd: Jens Kristian Vang
15
Nr. 172 • fríggjadagur • 10. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Franski landsliðs-
venjarin, Raymond
Domenech, viðgekk
eftir dystin miku-
kvøldið, at hann í
løtum var bangin um
úrslitið.
FØROYAR-FRAKLAND
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ein lættur Raymond
Domenech, ið hitti bæði
fronsku og føroysku tíð-
indafólkini eftir dystin á
Tórsvølli
mikukvøldið.
Franski landsliðsvenjarin
segði, at hann til tíðir hevði
kent seg hart kroystan, tí at
fraklendingar ongantíð av
álvara megnaðu at seta seg
á dystin.
Føroyingar væl
skipaðir
Spurdur um dysturin gjørd-
ist truplari enn hann hevði
væntað, svaraði Raymond
Domenech, at tað helt hann
ikki. - Fleiri mettu, at eftir
0-6 ósigurin hjá føroying-
um í Sveiss í vikuskiftin-
um, fóru vit at vinna stór-
sigur her, men eg var greið-
ur yvir, at so fór ikki at
verða. Tað eru nógv dømir
um, at føroyska landsliðið
hevur spælt upp til stórar
tjóðir so sum Týskland,
Skotland og onnur, segði
franski landsliðsvenjarin.
Raymond
Domenech
helt, at føroyingar vóru sera
væl skipaðir í verjupart-in-
um serliga, og tað førdi við
sær, at tað alt ov ofta gjørd-
ist alt ov trupult hjá hansara
monnum at fáa lagt sein-
astu og avgerandi avlever-
ingina. - Uttan at taka
nakað frá føroyingum, so
kann eisini sigast, at tað er í
slíkum dystum, at álops-
parturin hjá okkum veru-
liga sleppur at royna seg.
Eg haldi tó ikki, at okkara
álop var nóg sannførandi í
dag, segði franski lands-
liðsvenjarin.
Noyddust at umskipa
Tá ið tosið kom inn á útvís-
ingina hjá franska lið-skip-
aranum, Patrik Vieira, var
Raymond Domenech fá-
mæltur. - Eg havi ikki hug
til at gera viðmerkingar til
avgerðirnar hjá dómaran-
um, men tað er einki duls-
mál, at tað er ein smeitur
fyri okkum, at Vieira nú er
leikbannaður
til
trupla
heimadystin móti írum í
komandi mánaða, segði
franski landsliðsvenjarin.
Tá ið franski liðskiparin
varð rikin av vølli, valdi
Domenech eisini at um-
skipa franska liðið. - Eg
valdi at seta Vikash Dhora-
soo inn fyri Thierry Henry,
so at vit vóru fullmannaðir
á miðvøllinum heldur enn í
álopinum, har Liverpool-
framherjin Djibril Cisse
tuskaði einsamallur, segði
Raymond Domenech eftir
dystin.
Spurdur um tað ikki
eigur at verða størri munur
á franska liðnum, sum ligg-
ur nummar tvey á FIFA-
styrkislistanum,
og
so
føroyingar ið eru nummar
137,
svaraði
Raymond
Domenech: - Tað eru ellivu
móti ellivu, og føroyingar-
nir stríddust væl, meðan
okkara kundu havt sýnt
størri stríðsvilja. Mótstøð-
an var hørð, og eg haldi, at
fleiri veikleikar hjá okkum
komu til sjóndar í dystinum
í dag, segði franski lands-
liðsvenjarin.
Raymond Domenech helt
annars fyri, at eftir hansara
tykki er franska landsliðið í
løtuni ikki eitt av heimsins
bestu landsliðum, tí so
nógvar útskiftingar hava
verið á liðnum í summar,
og tað tekur eitt sindur av
tíð at spæla nýggju spælar-
arnar saman, segði hann
eftir dystin.
Eg var bangin
Hóast hann sjálvandi
iðraði seg um, at tað
ikki eydnaðist okkum
at skora, so duldi
Henrik Larsen ikki
fyri, at hann var
veruliga errin av
sínum monnum
VENJARIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eins og hini 6.000 fólkini á
Tórsvølli, so var Henrik
Larsen sjálvandi errin av
sínum leikarum eftir av-
rikið mikukvøldið.
Í øllum førum var talan
um eitt heilt øðrvísi avrik
enn tað í Sveis, men sjálvur
vildi Henrik Larsen tó ikki
heilt viðganga, at talan var
um ávíst samanfall millum
avrikini í Litava/Týsklandi
fyri tveimum árum síðani,
og so í Sveis/Tórsvølli
hesaferð.
– Um tú vilt, so kanst tú
sjálvandi samanbera, men
sjálvur haldi eg framvegis,
at hitastigini áttu størsta
munin. Og tað sást eisini
aftur á leikarunum, tí vit
orkaðu tað betri í dag.
– Og so haldi eg eisini, at
vit fingu stongt holið á
miðvøllinum, sum var í
Sveis, og tað hevði stóran
týdning fyri dystin.
Ikki um miðjuna
Fyrstu løtuna tóktist eisini,
sum vóru fraklendingarnir
skelkaðir um føroysku mót-
støðuna. Og landsliðsvenj-
arin var á ongan hátt
ósamdur í hesum.
– Eg haldi, at vit hava fult
tamarhald á hesa løtuna.
Teir vóru nærum ikki
framman fyri miðstrikuna.
Og sjálvur haldi eg, at hetta
er tað besta, sum liðið
hevur spælt, ta tíðina sum
eg havi verið venjari. Og
hugsar tú um, at hetta er
bara fýra dagar eftir, at vit
hava tapt 6-0, so er tað heilt
forbannað flott av leikarun-
um, staðfesti venjarin.
Og hesaferð skapa vit
eisini møguleikarnar til
málini?
– Ja. Vit hava einar tríggj-
ar 100% møguleikar, men
skora ikki. Teir hava kanska
fýra slíkar og skora tvær
ferðir. Tað er kanska mun-
urin at vera millum heim-
sins bestu og ikki.
Og hetta avrikið ger iva-
leyst, at tað er lættari at
arbeiða fram móti næsta
dystinum?
– Sjálvandi, men vit
skulu samstundis minnast
til, at eru vit ikki á topp-
inum, so kunnu vit saktans
fáa onkran avsmurning
afturat. Í dag var avrikið
bara framúr, og sjálvur helt
eg, at hatta næsta málið var
off-side, men har eru so
komnar nýggjar reglur,
skilji eg á lagnum, kom tað
hálvgum
smílandi
frá
Stóra.
– Men annars haldi eg, at
vit stríðast ófatuliga væl,
og tað hava allir leikararnir
uppiborið rós fyri, staðfesti
føroyski landsliðsvenjarin.
Svumu og bowlaðu
Tað var ikki frítt, at smílið
hjá Larsen var stórt, tá
tíðindafundunrin
varð
hildin. Ikki minst, tá hann
var spurdur um, hvat hann
hevði gjørt, til tess at betra
um lagið í hópinum eftir
avsmurningin í Basel.
– Vit hava svomið og vit
hava bowlað, og so hava vit
eisini vant eitt sindur.
Samstundis hava vit so
tosað nógv um tað, sum
gekk galið í Sveis, og
hvørji mistøk vit skuldu
rætta. At tað so eydnaðist
somikið væl, eri eg bara
fegin um, tí hvør tann
einasti leikarin á liðnum
gjørdi eitt veldugt arbeiði,
og tað kunnu vit bara vera
nøgd um, segði hann.
Larsen var nøgdur
Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, viðgekk eftir
dystin móti føroyingum, at hann til tíðir hevði verið bangin
um úrslitið av dystinum.
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit hava svomið og vit hava bowlað, og so hava vit eisini
vant eitt sindur, segði venjarin um fyrireikingarnar seinastu
fýra dagarnar
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14