Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2004 17 16 Nr. 172 - 10. september 2004 Eftir avhølvingina í Sveis reisti føroyska liðið seg ímóti Frak- landi, sum ikki hevur styrkina, teir vóru kendir fyri, tá ið teir vunnu bæði EM og HM FØROYAR-FRAKLAND Jóannes Hansen Tað kennist sum ein dreym- ur, men tað er nakni veru- leikin. Frakland, sum er næstovast á FIFA styrkis- listanum, hevur vitjað í Føroyum, og heimsstjørn- urnar við Arsenal trioini Thierry Henry, Patrick Vieira og Robert Pires á odda hava verið í Gunda- dali, har tað var fullsett, og har veðrið skikkaði sær so væl sum ongantíð áður. Vitjanin av fyrrverandi HM og EM vinnarunum kann bara sammetast við hana, tá ið Týskland, sum áður hevur vunnið bæði HM og EM, var her fyri einum ári síðani. Ta ferðina var føroyska liðið undir stórum trýsti, men tað var ikki fyrrenn fram ímóti dystarenda, og eftir at Jákup Mikkelsen hevði havt eina røð av stórbjarg- ingum, at teir fingu tvey mál og harvið vunnu 2-0. Úrslitið hesa ferð var nett tað sama. Men dystargongd- in líktist lítið henni fyri ári síðani, og gongdin ímóti franska liðnum var sum dagur afturímóti nátt, tá ið sammett verður við ússaliga føroyska avrikið leygar- dagin í hitanum í Sveis. Tvær orsøkir vóru til hetta. Fremsta orsøkin var, at franska liðið als ikki spældi á tí støðinum, sum tað kann roknast við av næstbesta landsliðnum í heiminum. Teir tóktust ikki heilt finna út av, hvussu uppgávan skuldi loysast. Fimm av teimum fyrstu ellivu høvdu spælt færri enn tíggju landsdystir. Lið- ið er ikki samanspælt, og fransmenn, sum ongantíð hava verið stríðsmenn, men heldur elegantikarar, høvdu bæði so og so ilt við at fóta sær. Teir vóru ikki sinnaðir at renna eins nógv og sveis- ararnir gjørdu, teir vóru ofta ikki heilhjartaðir í nær- dystunum, og tað sást mill- um lítið og einki til skjótt smáspæl og long skift mill- um borðini. Henry vísti millum lítið og einki av tí, sum hann plagar at gera í Arsenal. Vieira var bara á vøllinum í 55 minuttir. So sá sympat- iski liðformaðurin gult og reytt, tí tað miseydnaðist hjá honum at filma seg til brotsspark eftir eitt tvey saman spæl í brotsteiginum við Henry. Frammanundan hevði myrklødda kempan fingið gula kortið fyri ógvusliga takling ímóti Juliani Johnsson. At teir vórðu undirmann- aðir bar við sær, at í staðin fyri at seta føroyska liðið undir trýst síðsta hálva tím- an so noyddist Frakland í heilt ókendan og lítið dámd- an leiklut. Teir royndu at berjast á egnari hálvu fyri at verja leiðsluna, teir høvdu fingið í 32. minutti og so at dúva upp á snarálop. Tað megnaði Frakland, men tað vóru fleiri ferðir boð eftir teimum, áðrenn Djibrill Cisse seytjan min- uttir undan leikloki skoraði eftir eitt av fleiri snarálop- um, og tað harvið varð greitt, at øll stigini skuldu av landinum tíðliga í gjára- morgunin. Fyrra málið skoraði høgri miðvallarin Ludovic Giuly, sum saman við sentrala og verjukenda spælskiparanum á miðvøllinum, Benoit Pedretti, og Robert Pires var mest eyðsýndi á franska liðnum. Pires slapp at reka ímóti brotsteiginum. Jákup Mikkelsen tveitti seg til stólparótina og stórbjargaði tvær ferðir, men so var Giuly fyrstur á og skoraði. Seinna málið átti snildi Arsenal maðurin, Pires, eisini sín lut í. Tá ið hann legði til Ludovic Giuly í høgru, var Cisse rangstadd- ur mitt fyri. Nýggja tulk- ingin sigur kanska, at í sovornum føri skal einki dømast, og so var Cisse púra blankur, tá ið sendingin av baklinjuni kom innfyri. Fraklendingar stórfegn- aðust, venjarin Raymond Domenech tóktist meiri lættur á síðulinjuni, og hóast fronsku pressumenn- inir á tíðindafundinum ætl- aðu sær rættuliga at kyka undir venjaranum, tí teir mettu avrikið hava verið alt annað enn sannførandi, so kann eingin taka stigini frá franska liðnum, og sessurin verður neyvan tikin undan venjaranum - í hvussu so er ikki beint nú. Bara broddurin restaði Tá ið tað ríður um snarið, og tú kortini stendur eftir við ongum, er tað so skjótt at gerast vónbrotin. Mótstøðu- menninir hjá føroysku amatørunum vóru heims- stjørnur. Tríggir úr Monaco, sum í vár var í europeisku meistarafinaluni, tríggir úr Arsenal, ein úr Chelsea, ein úr Manchester United, ein úr Barcelona, ein úr Lyon og ein úr Marseille. Útskiftar- arnir vóru úr Liverpool og Milan!! Hetta er vektin, sum spæl- ararnir úr TB, Skála, KÍ, GÍ, B36, HB og í fronskum høpi ókendum útlendskum fel- øgum skulu vigast á. Føroysku spælararnir vóru sannir knassar, og tað er hin orsøkin til, at talan gjørdist um lutfalsliga gott úrslit. Eftir avhølvingina í Sveis var verjuparturin styrktur eitt vet, og sam- bandið millum keturnar var gott. Jónhard Frederiksberg var einsamallur á toppinum. Hann arbeiddi nógv, og hann fekk ikki so heilt fáar sendingar at renna eftir. Rógvi Jacobsen var fremst- ur á miðvøllinum, og hann vann nógvar bóltar. Fróði Benjaminsen var aftasti miðvallarin. Hann spardi seg ikki í nærdystunum við Vieira, Pires og allar hinar, og hann var ofta sigursharri. Og so spældi hann skilagott. Jákup á Borg var væl betri í høgru, enn hann var í Sveis, Julian Johnsson dreiv á, og Claus Bech Jørgensen var serliga í 2. hálvleiki so mik- ið eyðsýndur, at tað kom óvæntað á, at hann varð tikin út. John Petersen, Andrew av Fløtum og Atli Danielsen høvdu ikki trup- ulleikar at fella inn í spælið, tá ið teir vórðu settir á vøllin. Óli Johannesen vísti myndugleika, sum var lið- formanni verdugur, Súni Olsen spældi upp til tað, sum hann vísti í Sveis, Pól Thorsteinsson var ikki at kenna aftur, og Jón Rói Jac- obsen stóð seg væl betri í verjupartinum hesa ferð. Onkra ferðirnar hevði hann trupulleikar í avspælinum, men tað kostaði einki. Jákup Mikkelsen hevði ikki so nógv at gera. Men hann hevði myndugleikan, spæl- førið og hegnið at sparka neyvt og langt, sum stað- festu, at hann er sjálvsagt fyrsta val millum stólparnar. Samanspælið kundi havt verið neyvari, men tað smakkaði væl, at Dávid fyrsta lítla hálva tíman var omaná Goliat. Og í 2. hálvleiki, tá ið tað var meiri pláss og harvið betri tíð, spældi føroyska liðið í løtum lutfalsliga væl. Toppurin á kransakøkuni hevði sjálvandi havt verið føroysk mál, og at dreym- urin um stig hevði havt verið til veruleika. Møgu- leikarnir gerast neyvan betri ímóti so stórari fótbóltstjóð. Óli Johannesen sendi upp- um úr stuttari fjarstøðu eftir horna úr høgru, og framúr væl upplagdi liðformaðurin átti innleggið úr høgru, tá ið Julian Johnsson úr góðari støðu stútaði á málverjan. Súni Olsen royndi onkra ferðina úti frá, men var ikki nóg neyvur. Kenslan var, at franska verjan var at tosa við, og at tað kundi havt borið til at fingið mál, um álopsspæl- ari við skjótleika og sam- stundis kropsligari styrki á hædd við hana hjá mót- støðumonnunum var við. Í løtuni er hann ikki tøkur, tíverri, og spurningurin hongur í luftini, hvussu tað hevði havt roynst, um tað varð satsað eitt sindur meiri, og Andrew av Fløt- um hevði fingið meiri enn eitt korter á vøllinum og heldur í staðin fyri ein meiri verjukendan spælara enn Rógva Jacobsen. 2-0 tap ímóti Fraklandi er at liva við. Eisini hóast Frakland í løtuni neyvan eigur næstbesta landsliðið í heiminum. Tað bendir á, at møguleiki er fyri undir- haldi og stigum, um føroy- ingarnir sýna rætta hug- burðin, tá ið smærri fót- bóltstjóðir fara at vitja. Franski venjarin segði seg vóna, at Føroyar fara at taka stig frá Írlandi. Tað hevði ikki verið so galið, men tað er ynskidreymur. Hesa ferð fingu Føroyar einki stig. Bletturin frá ferðini í Sveis varð vaskað- ur burtur, og Føroyar fingu bæði so og so góða umrøðu kring heimin. Tað er veru- leikin, og so verður tað har- við, at tað vóru klumpar í fronsku sósini. Avrikið hjá okkara smakkaði kortini væl. Klumpar í fronsku sósini Serliga á føroyska miðvøllinum eydnaðist okkara monnum at fáa yvirtakið í nógvum nærdystum, og hetta hóvaði fronsku stjørnunum lítið. Millum annað fekk Viera fyrra gula kortið eftir ógvusliga tackling móti Julian Johnsson Mynd: Álvur Haraldsen Føroyar-Frakland 0-2 (0-1) HM undankapping Mikudagin 8. september 2004, kl. 17.00 á Tórsvølli í Tórshavn 0-1: Ludovic Giuly 32. 0-2: Djibrill Cisse 73. Dómarakvartett úr Skotlandi: 6000 áskoðarar (útselt) Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, KÍ, 34/-64 - 4. Pól Thorsteinsson, B36, 35/0, 13. Óli Johannesen, TB, liðformaður, 68/1, 5. Jón Rói Jacobsen, BK Frem, 18/0, 2. Súni Olsen, GÍ, 16/1 — 9. Jákup á Borg, HB, 35/2, 8. Julian Johnsson, ÍA, 58/4, 7. Fróði Benjaminsen, Fram, 28/2, 6. Rógvi Jacobsen, HB, 28/4 (14. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 14/1, 75.), 12. Claus Bech Jørgensen, Coventry, 2/0 (18. Atli Danielsen, KÍ, 6/0, 83.) —11. Jónhard Frederiksberg, Skála, 5/0 (10. John Petersen, B36, 55/6, 69.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jens Martin Knudsen, NSÍ, 63/-165, 3. Johan Byrial Hansen, AC Horsens, 11/0, 15. Jann Ingi Petersen, Fremad Amager, 10/0, 17. Hjalgrím Elttør, Fremad Amager, 12/0 Gult kort: Julian Johnsson 25. Reytt kort: eingin Venjari: Henrik Larsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðarar: Birgir Hansen & Heðin Askham. Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutur: Álvur Hansen og Øssur Steinhólm Frakland: 23. Gregory Coupet, Olympique Lyonna- is, 10/0 — 5. William Gallas, Chelsea FC, 23/0, 17. Sebastien Squillaci, AS Monaco, 3/0, 19. Gael Givet- Viards, AS Monaco, 3/0, 3. Oatrice Evra, AS Monaco, 3/0 — 21. Ludovic Giuly, FC Barcelona, 12/, 18. Benoit Pedretti, Olympique de Marseille, 17/0, 4. Patrick Vieira, liðformaður, FC Arsenal, 74/4, 7. Robert Pires, FC Arsenal, 77/14 — 12. Thi- erry Henry, FC Arsenal, 66/27 (13. Vikash Dhorasoo, AC Milan, 3/0, 64.), 20. Louis Saha, Manchester United, 7/2 (9. Djibrill Cisse, Liverpool FC, 17/4, 9.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Mickael Landreau, FC Nantes, 2/0, 2. Jean-Alain Boumsong-Somkong, Glasgow Rangers, 8/1, 8. Peguy Luyindula, Olympique de Marseille, 3/1, 11. Eric Abidal, Olympique Lyonnais, 2/0, 14. Jerome Rothen, Paris SG, 7/0 Gult kort: Patrick Vieira 19. og 55. Reytt kort: Partrick Veirra 55. (tvey gul) Venjari: Raymond Domenech Hjálparvenjari: Pierre Mankowski FAKTA UM DYSTIN Hagtøl Føroyar-Frakland Føroyar Frakland 1. hálvleikur: Skot á mál: 3 7 Skot uttan fyri: 1 2 Rangstøður 0 0 Hornaspørk: 1 4 Fríspark framd: 10 9 Gul kort: 1 1 Reyð kort: 0 0 2. hálvleikur: Skot á mál: 4 5 Skot uttan fyri: 3 3 Rangstøður: 1 1 Hornaspørk: 3 3 Fríspark framd: 3 2 Gul kort: 0 1 Reyð kort: 0 1 Tilsamans: Skot á mál: 7 12 Skot uttan fyri: 4 5 Rangstøður: 1 1 Hornaspørk: 4 7 Fríspark framd: 13 11 Gul kort: 1 2 Reyð kort: 0 1 tn C M Y K 16