fríggjadagur 10. september 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2004
19
Hesaferð var betri
Eftir at hann í sínum
fyrsta landsliðið varð
avsmurdur, kundi
Claus Bech Jørgensen
bera høvdið nakað
hægri hesaferð
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki nøkur serlig
debut, sum Claus Bech
Jørgensen fekk, tá hann í
sínum fyrsta landsdysti var
við til at fáa ein orduligan
umgang í Sveis. Mikudagin
eftir dystin var lagið tó
øðrvísi betri, og orsøkin var
eisini sjálvsøgd.
– Vit bitu í øllum førum
meira frá okkum í dag, so
tað var ein øðrvísi upp-
living.
– Og tað at spæla móti
slíkum stjørnum. Var tað
eisini ein av orsøkunum til,
at tú valdi at siga ja til
landsliðsfótbólt?
– Hetta eru sjálvandi
stórar avbjóðingar. Talan er
jú um leikarar í heims-
flokki, men tá vit fyrst eru á
vøllinum, so eru teir tíbetur
eisini bara menniskju. Og tí
bar eisini til hjá okkum
veruliga at fara í teir.
– Og tað sá heldur ikki út
til, at tit høvdu so øgiliga
stóra virðing fyri teimum?
– Vit høvdu ta virðing
fyri teimum, sum teir
høvdu uppiborið. Men vit
vóru ikki bangnir. Bólturin
er jú rundur, og alt kann
henda á einum vølli.
Fyrstu 20 minuttirnar
ella so hevði føroyska liðið
eisini sera gott tak á stjørn-
unum. Og sjálvur sigur
Claus, at hetta var løtan,
har føroyska liðið skuldi
gjørt meira um seg.
– Eg haldi sjálvur, at vit
taka teir á bóli. Høvdu vit
tá megna at skorað, so
kundi dysturin væl verið
øðrvísi. Men hinvegin, so
sigur tað seg eisini sjálvt, at
vit ikki kundu halda slíkum
trýsti ein heilan dyst.
– Og seinna hálvleik
haldi eg eisini, at vit hava
hampuligt tak á. Ikki minst
eftir at Vieira verður útvíst-
ur. Men so fáa teir hatta
kontra-málið,
har
teir
sløkkja ljósið.
Og eftir avrikið miku-
kvøldið duldi hálvi vest-
menningurin ikki, at talan
hevði verið um hart stríð.
– Vit brúka eina øgiliga
rúgvu av kreftum, men tað
gav eisini úrslit. Ikki minst
fáa vit fatur á nógvu av
næstu-bóltunum, so sjálv-
andi vóru vit troyttir. Men
tað bilar so heldur einki,
staðfesti hann at enda.
Broyttu rangstøðu-
reglurnar høvdu við
sær, at seinna franska
málið varð góðkent
ON- ELLA OFFSIDE
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru fleiri, sum vildu
vera við, at seinna franska
málið als ikki skuldi verðið
góðkent. Hetta tí tey hildu
Djibrill Cissé vera rang-
staddan. Hetta er tó ikki so,
og var talan um rangstøðu,
so var tað í øllum førum
ikki málskjúttin, sum var
rangstaddur.
Niklas
á
Líðarenda,
næstformaður í FSF, er
fyrrverandi altjóða dómari,
og hann greiðir soleiðis frá
um reglurnar.
– Ein spælari er rang-
staddur, um hann í rang-
støðu fær bóltin, hevur fyri-
mun av síni støðu, ella
órógvar spælið. Cissé var
sjálvandi í rangstøðu, tá
bólturin verður spældur út í
síðuna, men hevur onga
ávirkan á spælið, og órógv-
ar sum so einki.
– At hann so eftirfylgj-
andi fær ein veldugan fyri-
mun, tá bólturin verður
spældur inn, hevur einki
við sakina at gera. Tá er
talan um eina nýggja støðu,
sum skal síggjast fyri seg,
og hann var so ikki rang-
staddur, tá bólturin verður
lagdur til hansara. Var talan
um rangstøðu, so skuldi tað
verið, tí Giuly, sum legði
upp til málið, var rang-
staddur, og tað dugi eg so
ikki at siga, um hann var,
sigur Niklas.
So í veruleikanum var
hatta kanska eitt skúladømi
um, nær tað skal veittrast
og ikki?
– Tað kanst tú gott siga.
Tað er nokk heldur eingin
loyna, at hatta er ein regla,
sum vit ikki hava fingið
gjøgnumført nóg væl enn.
Uttanlands hava dómar-
arnir lagt sera stóra áherslu
á hetta, síðani broytingin
varð gjøgnumførd, og tað
kundu vit kanska eisini
gjørt her. Vit hava kanska
prioriterað øðrvísi í so
máta, men tað er eingin ivi
um, at hetta eisini kemur at
sláa ígjøgnum her heima,
sigur altso Niklas á Líðar-
enda at enda.
Onside
– Vit høvdu ta virðing fyri teimum, sum teir høvdu uppiborið. Men vit vóru ikki bangnir,
staðfesti Claus Bech Jørgensen
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 172 - 10. september 2004
Føroyska spælið í
dystinum mikukvøld-
ið var kanska tað
besta, sum nakað før-
oyskt landslið hevur
sýnt, og tí fær illa ver-
ið annað enn reint
UG yvir alla linjuna.
Kanska var tað serliga
miðvøllurin, sum átti
sín lut í trýstinum,
sum føroyska liðið til
tíðir hevði, men talan
var heilt, heilt avgjørt
um eitt kollektiv, sum
lyfti størstu hugsandi
uppgávuna í felag
LEIKARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen,
KÍ (34 dystir/0 mál)
Hevði endurvunnið sær
sessin sum fyrsti-málverji,
men í mun til mótstøðuna,
hevði hann merkisvert lítið
at gera. Bert eina ferð var
veruligur tørvur á eini
kanón-bjarging, men ta
ferðina vóru fraklendingar
fyrstir at fylga upp. Tóktist
annars at hava eina stabili-
serandi effekt á verjuna, og
var sera tryggur í tí mesta
av tí, sum hann tókst við.
2. Súni Olsen, GÍ
(15/1)
Sýndi enn einaferð eitt av
bestu føroysku avrikunum.
Framúrskarandi
bóltfør-
leikin ger, at tað trupla
gerst so sera einfalt, og
longu neyvu sendingarnar
vóru eisini til staðar. Eftir
steðgin var eisini sjónligt,
at fraklendingar ikki vildu
hava hann við í spælið, tá
trýstið ofta bleiv lagt so-
leiðis, at okkara heldur
máttu spæla mitt á ella til
høgru. Tað ljóðar at fleiri
føroysk feløg bjóða honum
nógv fyri sáttmála til kom-
andi ár, men spurningurin
er helst, hvørt ein slíkur
leikari hoyrir heima í før-
oysku landskappingini.
4. Pól Thorsteinsson,
B36 (35/0)
Er framvegis fyrsta val á
høgra bakki, og hesaferð
prógvaði hann eisini, hví so
er. Megnaði aloftast at
standa rætt, tá longu bólt-
arnir vórðu sendir niðan, og
forðaði sostatt mótstøðuni í
at yvirspæla seg. Hevði fyri
steðgin ávísar trupulleikar í
avspælinum, men hetta
betraðist munandi eftir
steðgin. Ikki minst eftir
reyða kortið til Viera, sum
annars kom, tá Pól var
kvikari á bóltinum enn
franski liðskiparin.
5. Jón Rói Jacobsen,
BK Frem (18/0)
Tykist enn ikki vera komin
í fullar snúningar, men tað
er nokk ikki annað enn
væntandi, tá skaðasteðgur-
in hevur verið so drúgvur.
Megnaði tó í fleiri førum at
koma ímillum franska smá-
spælið, og steðgaði soleiðis
nógvum vandastøðum, áðr-
enn tær gjørdust vanda-
miklar. Hevði tó merkis-
verdar trupulleikar í av-
spælinum, har hann eini
tvær ferðir kom Føroyum í
vandastøður, uttan at hetta
tó kostaði.
6. Rógvi Jacobsen, HB
(28/4)
Steðgurin á beinkinum
gjørdist stuttur, og Rógvi
prógvaði eisini, at valið
hesaferð var rætt. Hevði
leiklutin sum miðvallarin,
ið skuldi stuðla álopsspæl-
inum, og megnaði eisini
hetta. Nart við eina rúgva
av luftbóltum, so føroying-
ar hildu trýstið, og vann
eisini hópin av nærdystum.
Nógvu rennitúrarnir kost-
aðu tó nógvar kreftir, og
útskiftingin
tóktist
tí
náttúrlig.
7. Fróði Benjaminsen,
Fram Reykjavík (28/2)
Prógvaði aftur, at hann er
besti miðvallarin, sum før-
oyingar eiga. Fraklendingar
fingu at kenna styrki hans-
ara í nærdystunum, og fyrra
gula kortið til Viera kom
mest sum bara av frustra-
tión. Er hartil eisini mest
sum føst millumstøð í før-
oyska uppspælinum, og
týdningur hansara fyri liðið
fer skjótt at líkjast tí, sum
Abraham
Løkin
hevði
fyrstu altjóða fótbóltsárini.
8. Julian Johnsson, ÍA
Akranes (58/4)
Hesaferð hevði hann ikki
hitan at stríðast við, og tá er
Julian gull verdur í eini
slíkari uppgerð, har nær-
dystir á miðvøllinum hava
so stóran týdning. Vann
hópin av nærdystum - bæði
á jørðini og í luftini - og var
sostatt við til at fasthalda
føroyska trýstið. Sum bólt-
spælari er hann tó fram-
vegis nakað avmarkaður,
men sum innpískari á
miðvøllinum finst neyvan
nakar betri.
9. Jákup á Borg, HB
(35/1)
Hevði helst sín besta lands-
dyst í eitt gott ár ella so.
Tordi og vildi bjóða av,
soleiðis at framdrift eisini
var í hansara síðu, og ar-
beiddi sum vant ótroyttiligt
í verjupartinum. Fleiri ferð-
ir var eisini vanliga bitið í
innleggunum, soleiðis, sum
vit vilja hava tað. Eftir
reyða kortið valdi hann tó
ofta at flyta seg ov langt
niðan, soleiðis at hann í ov
lítlan mun kom við í
føroyska spælið.
11. Jónhard Frederiks-
berg, Skála (5/0)
Fekk afturval eftir avrikið í
Sveis, men hevði - um gjør-
ligt - enn truplari umstøður,
nú hann var einsamallur
áleypari. Stóð seg tó aftur
væl, og megnaði millum
annað fleiri ferðir at varð-
veita bóltin, tá okkara
spældu langt. Kom tó ikki
til nakran veruligan mál-
møguleika, men fekk enn
einaferð prógvað, at hann
veruliga hevur bitið seg
fastan í hópin.
12. Claus Bech
Jørgensen, Coventry
CFC (2/0)
Við nýggja leikarunum á
vonginum hava føroyingar
fingið eitt nýtt álopsvápn,
og hann sýndi fleiri ferðir
veruligt bit og framdrift.
Megnaði eisini fleiri ferðir
at søkja inn í vøllin, so-
leiðis at yvirtal okkara her
gjørdist enn sjónligari,
samstundis sum pláss varð
skapt fyri Súni, men í
løtum tóktist tó, sum hevði
hann ov góðan hug at halda
bóltinum.
13. Óli Johannesen,
TB (68/1)
Metmaðurin mundi við av-
rikinum hesaferð sannføra
øll um, at tað eru nógvir
landsdystir eftir í bein-
unum. Til tíðir kundi verið
hóskiligt at spurt, hvørt
munurin millum toppin av
Premier League og før-
oysku 2. deild var somikið
lítil, tá Óli í fleiri førum
trýsti Henry av kósini móti
málinum. Sum liðskipari
átók hann sær eisini ein
stóran stýrandi leiklut á
liðnum, og seinastu løtuna
var hann eisini við til at
hótta franska málið, og við
hepni kundi hann bæði
skorað og lagt upp til
føroyskt mál.
10. John Petersen, B36
(55/6)
Veteranurin
mátti
fyri
fyrstu ferð í langa tíð á
beinkinum, men fekk tó
seinastu 25 minuttirnar á
vøllinum. Hesa løtuna var
hann eisini við til at halda
góða føroyska trýstið, og
einstakar ferðir sást gjøgn-
umbrotsvilji eisini í spæli
hansara. Samanlagt ber tó
illa til at geva eina heildar-
meting, grundað á ov lítla
spælitíð.
14. Andrew av Fløtum,
Fremad Amager (14/1)
Fekk seinasta korterið á
vøllinum, og sýndi í løtum,
at bóltførleikin framvegis
er framúr, tá tamarhald
skuldi fáast á truplum bólt-
um. Men samanlagt var
tíðin tó ov stutt til eitt
veruligt skoðsmál.
18. Atli Danielsen, KÍ
(6/0)
Fekk bert seinastu minuttir-
nar, og tí kann einki veru-
ligt skoðsmál gevast. Tókt-
ist tó deiliga óimponeraður
um mótstøðuna, og sýndi í
so máta, at hugburðinum er
í øllum førum einki galið
við, tó at hann ta einu ferð-
ina var um at vera ov fiksur.
Reint UG
Súni Olsen staðfesti enn
einaferð, hvussu stóran
týdning hann hevur fyri
liðið. Spurningurin tykist í
løtuni einamest vera, hvørt
hann yvir høvur hoyrir
heima í føroysku kappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18