Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2004 21 Frustreraðu Vieira & Co. Taktikkurin hjá før- oyska miðvøllinum eydnaðist til fulnar, tá teir við hørðum kropsligu spæli megnaðu at stressa fronsku stjørnurnar FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fróði Benjaminsen var saman við hinum báðum á sentrala miðvøllinum kanska størsti orsøkin til, at fraklendingarnir vórðu tiknir so á bóli fyrstu løtuna. Við knallhørðum tacklingum runt allan miðvøllin vístu teir í øllum førum alt fyri eitt, at Frakland ikki skuldi vænta sær nakað ókeypis. Og eftir dystin staðfesti hann eisini, at hetta var akkurát eftir ætlanini. – Vit royndu at leggja harðliga út og vísa teimum, at vit í øllum førum kundu fylgja teimum í kropsliga spælinum. – Og eg haldi eisini, at hetta riggaði. Teir gerast nakað frustreraðir, tá teir ikki fáa sítt spæl at koyra, og tað ger sum okkara for- treytir betri. Og reyða kort- ið hjá Vieira vísir eisini, at teir vóru heilt frustreraðir. Og tit fingu eisini pláss at spæla á av tí sama? – Ja, tað haldi eg. Serliga eftir reyða kortið haldi eg, at vit eru minst líka góðir sum teir, men so sýna teir, hvussu effektivir teir eru. Eitt sindur spell við hasum málinum eisini, tí hóast off- side reglurnar loyva tí, so fær Cissé jú ein fúlan fyri- mun av støðuni. Og tá vit at enda spurdu Fróða, hvørt hann var nøgdur um, at talan hevði verið um tapurt tap fyri Fraklandi, segði hann, at tað var hann ikki. – Eg haldi, at vit avgjørt høvdu møguleikan. Serliga tá tað var 1-0, var dysturin framvegis opin, og eisini eftir 2-0 málið hava vit tveir risa-møguleikar. Vit høvdu bara ikki tann sein- asta neyvleikan, og so fingu vit heldur ikki hatta brotssparkið, sum eg helt okkum eiga. So tað er eitt sindur hart, einki stig at hava fingið. – Men tann parturin verður kanska betri næstu ferð? – Tað vóni eg. Tað verða sjálvandi tvær truplar upp- gávur, men eg trúgvi uppá tað, og vit vilja og skulu hava stig burtur úr dystin- um, staðfesti Fróði Benja- minsen at enda. – Eg haldi, at vit avgjørt høvdu møguleikan. Serliga tá tað var 1-0, var dysturin framvegis opin, og eisini eftir 2-0 málið hava vit tveir risa- møguleikar, segði Fróði, sum ikki var nøgdur um 0-2 Mynd: Álvur Haraldsen Endurvann plássið Steðgurin hjá Rógva Jac- obsen á beinkinum var ikki drúgvur. Ein tíma uttan landsliðsbólt í Sveis var alt, tí mikudagin var hann aftur millum teir fyrstu ellivu, og sjálvur var hetta sjálvsagt nakað, sum Rógvi fegnaðist um. – Eg eri bara glaður fyri, at eg slapp inn á liðið. Tað var uppgávan hjá mær, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist. – Men uppgávan hjá tær var ikki tann sami hesaferð. Tú var kanska líka nógv miðvallari sum álopsleikari? – Ja. Útgangsstøðan var, at tá vit høvdu bóltin, skuldi eg vera í álopinum, meðan eg skuldi hjálpa miðvøllinum í verjustøðu. Tað kostaði nokk so nógva renning, so tað var ikki altíð, at eg tíð at koma fram, tá vit vóru í álopi og øvugt. – Og tú sá eisini rætti- liga pøstur út, tá venjarin framdi útskiftingina? – Ja. Hatta kostaði nakrar túrar. So eg var rættiliga troyttur, segði Rógvi Jacobsen at enda. -jm Hart dømt – Eg rakti hann kanska, men tað var so als ikki nokk til at fella ein vaksnan mann. Eg sparkaði á ongan hátt ígjgønum, so brotsspark var hatta als ikki. Tað var svarið, tá vit eftir dystin spurdu Pól Thorsteinsson, hvørt talan var um sjónleik ella ikki, tá Patric Vieira varð rikin av vølli. Men hóast hetta, so helt føroyski bakkurin tó, at reyða kortið var harður dómur. – Eg haldi nú ikki, at talan var um so øgiligan sjónleik, tí meira enn nak- að, so mundi hann missa javnvágina. Gula kortið fyri hetta var sera hart. Ikki minst, tá tú hugsar um, at maðurin hevði gult frammanundan. – Men fyri føroyska liðið bilti tað nokk einki, at talan gjørdist um reytt kort? – Sjálvandi ikki. Vit fáa ein veldugan fyrimun. Eg haldi í øllum førum, at Vieira var einasti maðurin hjá teimum, sum veruliga sýndi klassa. Eftir laku byrjanina setti hann seg einsamallur á miðvøllin, so tað hevði nógv at siga hjá okkum, at hann ikki var har longur. -jm Jón Rói er bestur Hóast mong roknaðu við, at talan fór at gerast um dýra niðurflyting hjá danska Frem, tá niður- flytingin úr Superliguni varð veruleiki í vár. Men higartil hevur gingist væl hjá felagnum. Fýra dystir hava givið átta stig higartil í ár, og sum vera man, so eru teir í felagnum væl nøgdir um hetta. Denturin hevur ver- ið lagdur á, at spæla ungar leikarar inn á liðið. Mill- um annað Jón Róa Jacob- sen. – Jón Rói hevur helst verið besti leikarin hjá yvirhøvur, sigur venjarin hjá felangnum, Ebbe Skovdahl, við heima- síðuna bold.dk., umframt at hann eisini rósar aðrar av leikarunum. Enn hevur felagið tó ikki sett sær sum treyta- leyst mál, at uppflytingin skal tryggjast í ár, og verður hon kortini veru- leiki, so eru boðini, at hópurin til tað tíð skal verða somikið sterkur, at teir eru førir fyri at taka dystin upp við tey allar- bestu. -jm Fronsku miðlarnir fara ikki væl við teirra landsliði eftir avrikið á Tórsvølli, men samstundis stað- festa teir, at Frakland hevur eina trupla framtíð fyri sær FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir landsdystin miku- kvøldið fingu vit eitt stutt prát við ein av mongu fronsku blaðmonnunum. Hetta var Gilbert Brisbois, sum starvast hjá væl lýdda L’equipe, og hann duldi ikki fyri, at teir ikki ætlaðu sær at vera serliga blíðir við sínar menn í bløðunum, sum skuldu á gøtuna hós- morgunin. – Vit fara nokk at vera harðir við leikararnar. Vit eru ikki nøgdir við avrikið, tí tá ein stór fótboltstjóð vitjar lond sum Føroyar ella Cypros ella líknandi, so vilja fólk hava, at tú skalt vinna trygt. Í so máta hevur liðið alt at tapa í einum slíkum dysti. – Men eg má rósa tykk- ara leikarum. Sjálvur helt eg, tá vit skora til 1-0, at tykkara menn sóu troyttir út, og at dysturin nú fór at gerast lættari. Men tað gjørdist hann ikki. Ong- antíð! Roknar tú við, at fronsku leikararnir eisini hildu tað sama, tá teir skoraðu fyrsta málið. – Nei, tað haldi ikki. Teir vita, at tú altíð mást hava eini tvey mál, fyri at hava luft. Men vøllurin var kanska ikki tann besti, men har høvdu tit kanska størsta vansan, so eg veit ikki, um tað hevði hjálpt okkum nak- að, hugleiddi fraklending- urin. Trupult ættarliðsskifti Og so legði gilbert afturat, at kanska størsti trupul- leikin hjá verandi franska liðnum er glæsiliga for- tíðin. – Størsti trupulleikin hjá okkum er helst, at vit í nøk- ur ár hava havt eitt fantastiska gott lið. Av tí liðnum eru nógvir givnir, og nú skal liðið byggjast upp. Men samstundis haldi eg, at útskiftingin hevur verið ov stór. Tekur tú til dømis verjuna, so hava vit tríggjar leikarar, sum bert høvdu leikt tveir dystir undan hesum. Har haldi eg, at venjarin heldur burdi tikið onkrar inn, sum høvdu eitt sindur fleiri royndir, soleiðis at hesir betri kundu stuðlað teimum heilt ungu. – So eg rokni við, at Frakland fær trupulleikar framyvir. Tá hevur havt eitt so ótrúligt ættarlið av stórum fótbóltsleikarunum, sum vit hava havt, so er tað trupult hjá teimum næstu at lyfta arvin. Men hinvegin, so vann gylta liðið hjá okkum bara 1-0 á Andorra við brotssparki í evstu løtu beint undan EM-kappingini í 2000. So tað kann eisini vera, at hesir dystirnir ikki eru so týdningarmiklir hjá stóru londunum. Tað eru stigini, sum telja, men tað kann so ikki krógva, at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá franska venj- aranum, staðfesti Gilbert Brisbois at enda. Fáa av at vita – Eg má rósa tykkara leikarum. Sjálvur helt eg, tá vit skora til 1-0, at tykkara menn sóu troyttir út, og at dysturin nú fór at gerast lættari. Men tað gjørdist hann ikki. Ongantíð! Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 172 - 10. september 2004 Vieira var nøgdur Truplari enn væntað Ein tann mest eyð- sýndi leikarin á franska liðnum, var nýggi Barcelona- leikarin, Ludovic Giuly, út í høgra borði. Giuly skoraði fyrra franska málið og legði upp til tað seinna FØROYAR-FRAKLAND Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir mongu áskoðararnir á Tórsvølli mikukvøldið løgdu óivað til merkis lítla mannin á høgra vongi hjá fraklendingum. Talan var um Ludovic Giuly, ið júst er seldur til spanska stór- felagið FC Barcelona. Giuly var um nakar mest skapandi leikarin á franska liðnum, og tað var ikki av tilvild, at hann sjálvur skoraði fyrra málið og legði upp til tað seinna. Fingu ikki glið á Ludovic Giuly segði eftir dystin, at tað gekk alt ov striltið hjá fraklendingum at fáa glið á teirra álops- spæl. – Eg haldi, at vit næstan væntaðu, at tað fór at koma av sær sjálvum, og veruleikin er tann, at upp- gávan helst gjørdist truplari enn væntað, segði Giuly. – Vit høvdu gott tak á teimum móti endanum av fyrra hálvleiki og í byrjan- ini av seinna hálvleiki, men tá ið Vieira verður útvístur, fáa teir luft aftur og koma fyri seg. Tískil hava teir bóltin nógv, eisini inni á okkara hálvu, uttan at teir tó gjørdust serliga vanda- miklir, segði Ludovic Giuly. Frakland fekk tó tryggjað sær sigurin, tá ið Djibril Cisse skoraði til 2-0 eftir eina fríspæling frá júst Giuly, og hetta málið var ógvuliga týdningarmikið, heldur Barcelona-leikarin. - Tað málið køvdi teirra vón- ir, og hóast teir høvdu onkr- ar málmøguleikar eftir hetta, so haldi eg tó ikki, at sigurin hjá okkum nakran- tíð var í vanda, segði Ludovic Giuly. Barcelona-leikarin segði eisini, at tað týdningar- miklasta var at fáa øll trý stigini, men hann undir- strikaði tó eisini, at hesin dysturin hevði víst franska liðnum, at teir noyðas at stríðast fyri stigunum, tí teir fáa einki forerandi. Hóast hann miku- kvøldið fyri fyrstu ferð nakrantíð fekk reyða kortið í einum landsdysti, so var lið- skiparin hjá fraklend- ingum, Patrik Vieira, nøgdur við dystin. FØROYAR-FRAKLAND Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Patrik Vieira segði eftir dystin mikukvøldið, at tað fyrst og fremst ræður um at hyggja eftir, at tað eydn- aðist Fraklandi at vinna dystin og harvið ogna sær tey týdningarmiklu trý stig- ini, hóast liðið ikki spældi upp til sítt besta. Vánaligur dystur – Høvuðsendamálið hjá okkum í dystinum í kvøld var at vinna, sum vit eisini gjørdu, og tað er tað týdn- ingarmiklasta. Gamaní var spælið hjá okkum einki at reypa um í kvøld, men tað hevur minni týdning, segði franski liðskiparin. Patrik Vieira helt eisini, at før- oyska liðið leggur upp til rættuliga fysiskt spæl. - Teimum dámar væl nógva kropskontakt og nógvar nærdystir, og eg eri vísur í, at tað ikki hevur verið nak- ar góður dystur fyri áskoð- ararnar, segði Patrik Vieira. Spurdur um reyða kortið hjá sær, hevði franski lið- skiparin ikki nógvar við- merkingar. Hann helt, at fjølmiðlafólkini heldur átti at spurt skotska dómaran um útvísingina. - Reyða kortið merkir so, at eg ikki kann verða við í heima- dystinum móti Írlandi, og tað eri eg ógvuliga harmur um, segði Patrik Vieira at enda. Ludovic Giuly, sum her fegnast um at hava lagt Frakland á odda 1-0, var kanska besti franski leikarin á vøllinum. Mynd: Jens Kr. Vang Franska álopsstjørn- an, Thierry Henry, helt eftir dystin móti føroyingum, at tað var altavgerandi, at franska liðið fekk øll trý stigini við heim aftur. FØROYAR- FRAKLAND Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Thierry Henry var samd- ur í, at franska avrikið ikki hevði verið serliga sannførandi, men Ars- enal-framherjin helt tó, at tað týdningarmiklasta var, at teir fingu sigurin og øll trý stigini. Helt lítið um vøllin – Vit kunnu spæla væl betur, enn vit gjørdu í dag, segði Thierry Henry og legði afturat, at eftir hansara tykki var ein av orsøkunum til trupulleik- arnar hjá fraklendingum við at fáa glið á spælið hjá sær, at vøllurin var so óslættur. – Vøllurin var ikki til tað vakra fótbólts- spælið, men hetta er tó ikki nøkur umbering, tí tað er líka fyri báðar part- ar, segði franska stjørnan. Thierry Henry var ikki nøgdur við franska spæl- ið, og hann helt, at tað var alt ov sjáldan, at fraklend- ingar fingu spælt seg til veruligar málmøguleikar. – Vit spæla okkum í veruleikan bert til nakrar heilt fáar møguleikar, og fleiri av teimum koma enntá upp á snarárlop ella hornaspark, og tað er ikki nóg gott, helt Thierry Henry. Arsenal-framherj- in rósti tó eisini føroying- um og segði, at tað eisini var eitt herðaklapp til før- oyingar, at tað gekk so striltið hjá fraklendingum at sleppa framat málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Í mun til venjara sín helt Thierry Henry ikki, at franska liðið umskipaði seg nakað, eftir at Patrik Vieira varð rikin av vølli. – Vit spæla víðari við somu uppstilling, men føroyingarnir koma nógv meiri inn í dystin. Eina løtu høvdu teir eitt ávíst trýst, men so sláa vit kontra, og Cisse vissar okkum sigurin eftir frí- spæling frá Ludovic Giuly. Nú hava vit fingið tað, sum vit komu eftir, men vit hava eisini nógv at arbeiða við undan dyst- inum móti Írlandi í okto- bur, segði Thierry Henry at enda. Sigurin alt at siga Franski liðskiparin, Patrik Vieira, sum varð rikin av vølli tíðliga í seinna hálvleiki, var nøgdur við dystin móti føroyingum mikukvøldið. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 20