týsdagur 2. august 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BEST AT ELDAST
Í KLAKSVÍK
– Vit vilja vera nummar eitt á eldraøkinum, og tað haldi eg eisini at vit hava best fortreytir fyri, nú tá ið vit
hava gjørt eitt so umfatandi arbeiði. Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, nú tá ið
tey hava fingið úrslitið av umfatandi nøgdsemiskanningini, ið gjørd varð av eldraøkinum í Norðoyggjum
NØGDSEMISKANNING
Ann Kristina S. Simonsen
Vildu fara til verka á rætta
hátt
– Tá ið vit yvirtóku eldra
økið, valdu vit at halda alt
eins og tað var áðrenn, í eina
tíð. Hetta gjørdu vit tí at vit
ynskti, at tey átøkini ið vit
fóru at gera, skuldu vera so
góð og røtt sum gjørligt, sigur
Jógvan Skorheim, ið roknar
við, at um tey fóru undir
broytingar beinanvegin, og
bara gjørdu okkurt, eftir
tí sum tey hoyrdu runt í
býnum, so hevði tað ikki
verið tann rætti tørvurin, ið
varð møttur.
Tí avgjørdi stýri í Norðoya
Bú- og Heimatænastu (NBH)
at lata eldraøkið koyra so
leiðis, sum tað hevði, tað
fyrsta árið eftir yvirtøkuna.
Samstundis nýttu tey hetta
árið til at staðfesta hvørjir
trupulleikarnir eru við eldra
økinum
í
Norðoyggjum,
og hvussu tey á besta hátt
skuldu fara undir at loysa
hesar.
Ein kanning í
trimum stigum
Tað fyrsta ið varð gjørt
fyri at staðfesta tørvin á
eldraøkinum var, at fara
undir nakrar dialogfundir,
ið Súni Poulsen stóð fyri.
Á fundunum fingu bæði
fakfólk, starvsfólk, avvarð
andi, og eldri borgarir høvi
at greiða frá hvat tey hildu
verða keðiligt á eldraøkinum,
og hvussu eldraøkið kundi
verið skipað betur framyvir.
Eftir hetta var ein fyribils
niðurstøða gjørd, og síðani
var farið undir at gera eina
enn størri kanning, fyri líka
sum at fáa klárlagt hvørjir
teir grundleggjandi trupul
leikarnir eru, og hvussu
hesir, á besta hátt, kunnu
loysast betri enn áður. Hetta
varð gjørt við at gera eina
spurnarkanning, ið Lógir
stóð fyri. Hendan kanning
umfataði bæði starvsfólk,
brúkarar av eldraøkinum og
teirra avvarandi.
– Eftir dialogfundirnar og
spurnarkanningina fór eg,
saman við leiðarinum í NBH,
Marnu Ellingsgaard Jensen,
út á allar bústovnarnar. Har
løgdu vit kanningina framm,
og
góvu
starvsfólkunum
møguleika at svara enn meira
nágreiniliga upp á tað, ið
komið var framm í spurnar
kanningini, meðan vit lurt
aðu, og skrivaðu niður, sigur
Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim er sera
fegin um at tey valdu hesa
tilgongdina, tá ið hetta hevur
givið NBH øgiliga góðar um
støður, at arbeiða víðari út
frá.
– Eg haldi at vit á hendan
hátt hava skapt okkum tað
besta grundarlagið, til at
kunna taka tær røttu av
gerðirnar,
sigur
Jógvan
Skorheim, og leggur afturat
at hendan tilgongdin hevur
verið heilt ótrúliga lærurík.
– Har eru ein rúgva av
avbjóðingum á eldraøkinum,
av tí at hetta er eitt øki, ið er
rættiliga afturúrsiglt, og tí
hava tað eisini verið nógvar
frustratiónir innan økið, og
tað ætla vit okkum nú at
rætta upp uppá, sigur Jógvan
Skorheim.
Eldraøkið ein
neyðug íløga
Spurdur um, hví Klaksvíkar
kommuna hevur valt at
leggja seg so nógv eftir at
betra um eldraøkið sigur
Jógvan Skorheim, at komm
unan ynskir at gera tað so
leiðis, at allir borgarar fáa ein
virðiligan aldurdóm.
– Tað eru tey eldru, ið
hava verið við til at bygt
tað samfelagið, ið vit liva í,
og tí er tað okkara skylda at
geva teimum ein so viriligan
aldurdóm sum gjørligt, og
hesa skylduna vilja vit fegin
liva upp til, sigur Jógvan
Skorheim.
Jógvan Skorheim sigur,
at longu tá ið tað av fyrstani
tíð varð tosa um at landið
skuldi leggja eldraøkið út til
kommunurnar, var Klaks
víkar kommuna ein av teim
um kommununum ið segði
seg klára at veita eina betri
tænastu, enn landið hevði
gjørt áður.
– Vit sóu dagliga at tæn
astan á økinum ikki varð
nóg góð, og um man skal
hava eitt samfelag ið riggar
á rætta hátt, so er tað um
ráðandi at allir partar av
samfelagnum eru nøktandi,
eisini eldraøkið, sigur Jógvan
Skorheim, og leggur afturat,
at tað tí er tað ein skylda hjá
okkum at rætta upp uppá
hesa tænastu, soleiðis at tað
eisini verður virðiligt hjá
eldru borgarum, at liva í Før
oyum.
Jógvan Skorheim heldur
umframt, at ein íløga í eldra
økið, er ein íløga ið fer at
loysa seg í framtíðini.
– Kunnu vit fáa eldraøkið
á rætta kós nú, og hækka
tænastustøðið, so ivist eg
ikki í at vit í framtíðini kunnu
gera
meira
nýskapandi
loysnir á eldraøkinum, sum
bæði kunnu verða góðar fyri
tey eldru, eins og bíligari í
longdini, sigur Jógvan Skor
heim.
4 milliónir fleiri
til eldraøkið
Við broytingunum, ið NBH
fer undir at fremja, fer
raksturin av eldraøkinum
at kosta 4 milliónir meira
um árið. Tí eru 2 milliónir
meira settar av, tað ið eftir
er av árinum. Frá 1 januar
2017 vera 4 milliónir settar
av árliga.
– Um eldraøkið enn hevði
ligið undir landinum, høvdu
hesar
broytingar
kostað
landinum 40 milliónir árliga,
fyri at veita somu tænastu
sum vit nú fara at veita, sigur
Jógvan Skorheim.
Allar
kommunurnar
í
NBH koma at gjalda sín part
av eykajáttanini, og tilsam
ans brúkar NBH tí eini 6-7
milliónir upp á eldraøkið, út
yvir játtanina frá landinum.
Jógvan Skorheim sigur, at
tann partur av játtanini, ið
Klaksvíkar kommuna veitir,
ikki verður tikin frá nøkrum
øðrum samfelagsbólki.
– Klaksvíkar kommuna
hevur yvirskot í kommunu
kassanum í ár, og tí eru
hesar 4 milliónirnar, ið koma
afturat til eldraøkið, ikki
peningur, ið var ætlaður
nøkrum øðrum framman
undan, sigur Jógvan Skor
heim.
Hóast kommunuval verð
ur í novembur, so kemur
hetta ikki at gera, at broyt
ingarnar
á
eldraøkinum
steðga upp.
– Vit eru longu nú farin
í
gongd.
Kommunurnar
hava samtykt, at peningurin
verður settur av, og NBH
hevur samtykt strategiina,
so longu nú verður søkt
eftir deildarleiðarum til teir
ymisku bústovnarnar, um
framt at betringar eisini
verða gjørdar í heimahjálpini
í ár, sigur Jógvan Skorheim,
og leggur afturat at í næst
um verður eisini lýst eftir
námsfrøðingum, ið skulu
verða við til at skapa størri
fleksibilitet, og meira akti
vering.
Frá fjarleiðslu
til nærleiðslu
Eldraøkið er eitt økið, ið
hevur verið rættiliga nógv
merkt av fjarleiðslu, og av
tí sama hevur man ikki
megna at funnið fleksiblar
loysnir í teimum tænastum,
sum man hevur givið til
borgarnir. Tað heldur Jógvan
Skorheim, ið sigur, at man
eisini hevur valt at hava í so
nógvar mannagongdir, fyri
at fáa tænastuna eins um alt
økið, og av tí sama, megnar
ein ikki at veita nóg góðar
tænastur. Hetta er nakað ið
NBH ynskir at broyta.
– Framyvir fara tær tæn
asturnar, ið eru á teimum
ymisku
stovnunum,
ikki
altíð at líkjast akkurát. Hetta,
tí at man fer at finna loysnir
á hvørjum einkultum stovni,
soleiðis at tænastan passar
betur til júst teir brúkarir, ið
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, leggur Nøgdsemiskanningina
fram á almennum kunningarfundi hjá NBH í Ósaskúlanum