Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hava tørv á henni, sigur Jógvan Skorheim. Broytingarnar á eldra­ øk­inum fara at hava við sær, at bæði leiðarin og starvs­fólkini, á teimum einkultu stovnunum fara at vera meira fleksibul. Sum ein rímiligan part av loysnini, hevur NBH valt at ein deildarleiðari skal vera á hvørjum ein­ støk­um stovni. – Vit meta tað vera um­ráðandi, at leiðarin er á stað­num, bæði fyri at kunna taka skjótar av­gerðir, og eisini tí at á eldra­økinum er tað so­ leiðis at starvsfólkini brúka seg sjálvan nógv, og tí uppliva tey nógv tungt hvønn dag. Hetta ger nakað við tað sálarliga hjá starvsfólkinum, og tí síggja vit tað sum sera um­ráð­andi, at har er ein dag­ligur leiðari at venda sær til, og sparra við, tá ið starvið gerst mentalt strævið, sigur Jógv­ an Skor­heim, og legg­ur afturat at ætl­an­in eisini er at bøta um ar­beiðs- umhvørvið soleiðis, at trivnaðurin verður betur, so at tað verður meira til­ talandi at søkja starv á eldraøkinum. Betri samskifti ein partur av loysnini Nøgdsemiskanningin stað­fest­ir, at ein rætti­liga stór av­bjóðing á eldra­ økin­um í Norðoyggjum kemst av, at tað er øgiliga ymiskt hvørj­ar væntanir eru til tæn­ asturnar, ið verða veitt­ar. Ímeðan brúkarin hev­ ur eina væntan til tær tæn­ast­urnar, ið tey fáa, so hava tey avvarandi eina heilt aðra væntan, ímeðan starvsfólkini á økinum hava eina heilt triðju ímynd av, hvat tey skulu livað upp til í veitanini av tænastuni. Tí hevur NBH gjørt av at nýta ein part av avsetta peninginum upp á at bøta um samskiftið, soleiðis at samsvar er ímillum vænt­ an og tænastu. – Tað at væntanirnar eru so ymiskar ger, at tað er stórur møguleiki fyri at ónøgdsemi og frustratión, tí tað ikki er gjørligt at liva upp til væntanirnar hjá hvørjum øðrum. Tí fara vit at leggja nógva orku í at gera kunningartilfarið betur, soleiðis at fólk vita hvørja tænastu tey kunnu fáa, og at væntanirnar tí koma at samsvara betur við tænasturnar, sigur Jógvan Skorheim. annkristina@sosialurin.fo NØGDSEMISKANNING Stórar broytingar á eldraøkinum í Norðoyggjum Ann Kristina S. Simonsen Marna Ellingsgaard Jensen ber fram, at tað verða fleiri stórar, og minni stórar broyt­ ingar gjørdar út frá teimum tørvum og ynskjum, ið nøgd­ semiskanningin vísir á. Hon sigur, at hóast tað hevur tik­i­ð eitt sindur av tíð frá at eldraøkið varð yvirtikið av kommununum, og til at hesar broytingar vóru settar í verk, so hevur tað verið neyð­ugt, tí fyri at tænastan skal gera so góð sum gjørligt, so má man staðfesta hvørji ynski og tørvir eru. – Áðrenn kanningina hildu vit okkum hava eina hóm­ing av hvat gerast skuldi, men nú sleppa vit frá at gita okkum framm, og vita við vissu hvørjar broytingar skulu gerast, og hvussu hes­ ar skulu raðfestast. Tað eru nógvar góðar tænastur á øk- inum, sum longu rigga sera væl, men tað eru eisini partar av økinum, ið hava tørv á, at broytingar verða gjørdar, sigur Marna. Betri tíð og nærleiðslu Eitt, ið gongur aftur í kann­ ingini er, at starvs­fólkini ynskja at hava betri tíð til tey eldru, soleiðis at øll tíðin ikki fer við røkt og praktiskum upp­gávum. Eisini er eitt ynski um at hava leiðsluna tættari at arbeiðsplássinum, og hesum ynskjunum, ætlar NBH at ganga á møti. – Orsaka av hesum hava vit millum annað tikið støðu til at vit skulu uppnormera á nærum øllum eindum. Vit fara tí at hava deildarleiðara á øllum búðeindum, hóast tær eru ymiskar í stødd. Um­framt at hetta hevur við sær, at stovnarnir hava ein dagligan leiðara á staðnum, so vil tað jú eisini frígeva eitt sindur av arbeiðsorkuni hjá starvsfólkinum, sum so hava meira tíð til tey eldru, sigur Marna. Longu nú hevur NBH søkt eftir deildarleiðarum, og umframt hetta verður eisini gjørd ein uppnormering av røktartímum. – Hetta verður gjørt ym­ iskt frá stovni til stovn, alt eftir tørvi, sigur Marna, og leggur afturat at hesin tørv­ urin í løtuni ser­liga vísur seg at verða í heima­tæn­astu­ partinum. Betri kunning Bæði starvsfólkini og tey avvarandi hava víst á, at tað er alt ov lítil kunning á eldraøkinum, og at tann kunn­ing ið er, er torfør at finna fram til og at fáa greiðu á. Hetta verður tí gjørt betri, bæði yvirornað á økinum, og á hvørjari ein­ stakari eind. Soleiðis verður tað lættari hjá avvarandi og brúkarum, bæði at finna framm til hvørjar tænastur NBH varveitir, eins og at síggja hvørji tilboð eru á hvørjari ein­støku eind. – Arbeiðið er farið í gongd við at betra um kunningina á alnótini, soleiðis at tað verður lætt at kunna seg um hvørjar tænastuveitingar eru, og eisini er peningur settur av til at gera faldarar til teir ymisku bústovnarnar, ið vísa á tænastutilboðini har, sigur Marna. Aktiverings- og venjingartilboð Nøgdsemiskanningin vísti, at brúkarin serstakliga ynsk-­ ir aktivering, eins og fleiri veningartilboð við tera­peut­ um. Sum nú er, eru fýra tera- peutar á eldraøkinum, og ætl­anin er at seta 60 tímar fleiri av um vikuna, ið svarar til 1,5 fleiri terapeutar. Ynski um aktivering verð­ur eitt nú møtt við, at tveir námsfrøðingar verða settir, til at taka sær av akti- veringstilboðum á øllum økj- um. – Bæði starvsfólkini, búfólkini og tey avvarandi eru sera glað fyri at hetta tilboðið verður sett í verk, sigur Marna, og leggur aft­ urat, at aktiverings­tilboðini verða ymisk frá stovni til stovn, alt eftir hvat starvs­ fólkini á staðnum meta, at áhugi er fyri. Størri fleksibilitet Eitt ynski sum eisini vendi aftur er, at hava fleiri fleksi­ bil tilboð, serliga innan um­ lætting. Brúkarin hevur víst á, at tað ikki er nøktandi at tað bert er gjørligt at koma til umlætting í 2-4 vikur, uttan so at ein seravtala er gjørd. Tey ynskja at hetta skal verða fleksiblari, soleiðis at tað eisini er gjørligt at koma til umlætting í styttri tíðarskeið. – Størsti trupulleikin á umlættingarøkinum er hvussu tað higartil hevur ver­ið skipað, og tí hava vit nú sett pening av til at fáa tað skipa betri, soleiðis at tað eitt nú fer at verða gjørligt at koma til umlætting í eitt døgn, ella eitt kvøld, um tørv­ ur er á tí, sigur Marna. Eisini er ætlanin at ein partur av loysnini skal verða, at umskipa umlættingina so­ leiðis, at hon verður á ein­ari eind, og at tað sostatt verð­ur lættari at hugsa fleiri fleksi­ bil tilboð inn. – Sum nú er, er umlætt­ ingin á fýra ymiskum eind­ um, men har hava vit tosa um at skipa umlætting so­ leiðis, at hon verður samla á einari eind, sigur Marna, ið sigur at tað enn ikki er av­gjørt á hvørjari eind um­ lættingin verður. Minni tørvur á vardum íbúðum enn vænta Áðrenn kanningin varð gjørd, hevði NBH ætlanir um at fara undir at gera vardar íbúðir skjótast gjørligt, men hendan ætlanin er nú broytt. Orsøkin til hetta er at kanningin vísir, at tey eldru heldur ynskja at tað verður gjørligt hjá teimum at verða verandi í egnum heimi. Av hesum hevur NBH avgjørt at seta eina náttarvakt í Heimatænastuna, av tí at tað aloftast eru næturnar ið eru serliga truplar. Hóast tey eldru ikki ynskja vardar íbúðir, í eins stór­an mun sum vænta, so vísir kanning at hetta fram­ vegis er ein tørvur, ið er vaksandi. Orsøkin til hetta er, at tey avvarandi í kann­ ingini siga seg hava eitt ynski um at vardar íbúðir verða, tá ið tað eru tey sjálvi, ið verða eldri. Tí eru vardar íbúðir enn eitt økið, ið íløgur skulu gerast í framyvir. Langtíðarmál Á fundunum við eindirnar kom greitt framm at starvs­ fólkini sóu ein stóran tørv á at fáa umskipað økið so­ leiðis, at brúkararnir á stovn­ un­um vóru flokkaðir eftir røkt­artørvi. Hetta ynskja tey serliga, so at tey eldru á stovnunum, ið eru klár, kunnu verða á sama stovni. Hetta tí at fleiri av teimum eldru hava greitt frá, at tey sakna onkran at práta við. Enn er ikki konkretisera hvussu hetta skal gerast, men Marna sigur at tey síggja heilt klárt at hetta skal verða sett í verk, og tí hava tey ætlanir um at fara undir hetta. Tó staðfestir hon at enda at hetta er eitt langtíðarmál, ið ikki er lætt at fara undir, tá ið tað ikki er ynskiligt at fara at flyta bú­ fólk. annkristina@sosialurin.fo Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) hevur nýliga gjørt eina nøgdsemiskanning fyri eldraøkið í Norðyggjum. Eftir at kanningin varð løgd fram, hava kommunurnar í Norðoyggjum saman sett eina eykajáttan á 4 milliónir av til eldraøkið árliga. Hendan játtan skal nýtast til at betra um bæði kunning og tænastur. Tað sigur Marna Ellingsgaard Jensen, ið er leiðari á Norðoya Bú- og Heimatænastu Marna Ellingsgaard Jensen