týsdagur 2. august 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØGDSEMISKANNING
Ann Kristina S. Simonsen
Fyrsta stigið í kanningini
var at skipa fyri fýra dialog
fundum, ið Súni Poulsen
sálarfrøðingur stóð fyri. Ein
fundur var tí gjørdur við ser
kønum fólkum á økinum, ein
annar við eldri borgarum,
ein triði við avvarandi, og ein
fjórði við starvsfólkum innan
eldraøkið. Út frá hesum
fundunum var niðurstøðan,
at støðan á eldraøkinum er
sum heild í lagið. Nógv kundi
gerast betur, hóast eingin
serliga átrokandi tørvur var.
Tí mettu kommunurnar seg
hava tíð til at finna útav, hvat
tað var sum skuldi gerast.
Tað vóru øgiliga ymiskar
meiningar
um,
hvussu
støðan á eldraøkinum er,
alt eftir um tað vóru tey
eldru, teirra avvarðandi ella
starvsfólkini, tosað varð við.
Hóast einki var sum hevði
tørv á átrokandi broyting, so
hildu øll, at tað er nógv sum
kann gerast her og nú. Hóast
meiningarnir vóru ymiskar
um, akkurát hvat tað er, ið
skal gerast, so vóru øll samd
um, at tað er ein vantandi
fleksibilitetur á øllum eldra
økinum.
Eftir
dialogfundirnar
varð avgjørt at gera eina
breiðari kanning. Í sam
starvi við Lógir var ein
spurningarkanning tí gjørd.
Tað vóru 465 fólk, ið svaraðu
spurnarbløðunum, og kann
ingin vísti m.a., at starvs
fólkini á økinum ikki trívast
serliga væl. Tey eru troytt,
føla strongd, eins og at tey
ikki hava nokk av tíð til tey
eldru, útyvir sjálva røktina.
Tað ið gekk aftur og
aftur ígjøgnum alla spurn
arkanningina er, at tey av
varðandi eru nógv meira
kritisk enn tey eldru sjálvi
eru. Brúkararnir av bústovn
unum siga seg verða øgiliga
glað fyri starvsfólkini, men
føla at tey ikki hava tíð til
nakað útum sjálva røktina,
ið tey veita. Tey føla seg tí
einsom, og skerd frá um
heiminum, og ynskja tí fleiri
felagsaktivitetir,
umframt
at teir aktivitetirnir ið eru,
skulu passa betur til búfólk
ini, enn tey áður hava gjørt.
Á heimatænastuøkinum
samsvarar fatanin hjá teim
um, ið veita tænastu, og
teimum ið móttaka tænast
una ikki. Tey eldru vísa seg at
verða glað fyri starvsfólkini
á økinum, men sakna serliga
fleiri og betri venjingartil
boð,
umframt
persónliga
samveru
og
umsorgan.
Tey avvarðandi eru aftur á
hesum økinum meira ónøgd
enn brúkarin sjálvur, og tað
kemur eitt nú framm at tey
merkja tað tungt, at tað, ið
tænastan frá NBH ikki røkk
ur til, fellur á tey.
Tá ið úrslitið frá spurnar
kanningini var viðgjørt, valdi
stýrið í NBH, sum seinasta
liðið í kanningini, at vitjan
hvønn einstaka bústovn. Á
hesari vitjanini vóru úrslitini
av kanningini løgd framm
fyri
starvsfólkunum,
ið
síðani fingu høvið at útdýpa
tað, ið tey sjálvi høvdu svar
að frammanundan. Spurdur
um, hví NBH valdi at fara
til verka á henda hátt, segði
Jógvan Skorheim borgar
stjóri í Klaksvíkar kommunu,
at hetta varð gjørt fyri at
NBH kundi hava tær best
gjørligu fortreytirnar, fyri at
fara undir at gera eldraøkið
í Norðoyggjum so gott sum
til ber.
annkristina@sosialurin.fo
Síðani kommunurnar í Norðoyggjum yvirtóku eldraøkið, hava tær arbeitt við einari drúgvari kanning, ið hevði til
endamáls at lýsa trupulleikarnar og tørvirnar, ið eru á eldraøkinum. Hendan kanning nevnist Nøgdsemiskanningin,
og varð bygd á trý grundarløg, sum síðani skuldi vera við til at geva tað neyvastu lýsingina av, hvørjir tørvir
og ynski eru á eldraøkinum, soleiðis at tað var gjørligt at fara undir av fremja tær bestu loysnirnar
Súni Poulsen, sálar
frøðingur, leggur Nøgd
semis-kanningina fram
FØLA SEG ENDILIGA HOYRD
Ann Kristina S. Simonsen
Eingin serlig broyting gjørd
síðan yvirtøkuna
Nú gott hálvtannað ár er
liðið síðani eldraøkið varð
lagt út til kommunurnar,
hevur
Norðoya
Bú-
og
Heimatænasta (NBH) enn
ikki gjørt nakrar serligar
broytingar á økinum. Ístað
in hava tey avgjørt at nýta
ta fyrstu tíðina aftaná yvir
tøkuna til, at fara undir at
gera grundleggjandi og út
dýpandi
kanningar,
fyri
at staðfesta hvørjar tørvir
og ynski brúkarin hevur.
Hetta hevur haft við sær,
at starvsfólkini hava verið
í einari bíðistøðu, ið hevur
elvt til ørkymlan og ivan.
– Í tíðini frá tí at eldraøkið
hevur verið yvirtikið, hevur
tað verið nógv, ið hevur
hingið í leysum endum, og av
tí at tilgongdin hevur verið
so drúgv, vóru starvsfólkini
byrja at ótolnast eftir at
broytingar koma í lag, har ið
tørvur er á tí, sigur Olanta.
Føla seg væl hoyrd
Sum ein liður í nøgdsemis
kanningini, var stýri í NBH
og vitjaði starvsfólkini á
øllum stovnunum á eldra
økinum.
Endamálið
við
vitjanini var, at eftir at
spurnarkanningin, ið eisini
varð gjørd í samband við
kanningina, var løgd fram,
skuldu starvsfólkini sleppa
at seta enn fleiri orð á hvat
tey halda er bæði gott og
minni gott við núverandi
skipan. Hetta vísti seg at
verða væl eydna, og starvs
fólkini vóru sera fegin um,
at tað nú enduliga verður
tikið stig til at gera neyðugar
broytingar á økinum.
– Tá ið vit høvdu svara
spurningunum í spurnar
kanningini, føldist tað eitt
sindur endaleyst, tí í fleiri
førum hevði man ein tørv
á at fáa útdýpa og lýsa síni
svar betur, enn tað var pláss
fyri, og tí var tað sera gott
hjá starvsfólkunum at fáa
hendan møguleikan, og at
føla at tey veruliga vórðu
hoyrd, sigur Olanta, ið heldur
at hetta heilt víst hevur givið
stýrinum í NBH eina nógv
greiðari mynd av hvørjir
tørvir eru á økinum.
Eisini sigur hon at ein
stórur partur av starvs
fólkunum hava borið fram
at tey eru sera fegin um, at
stýrið fyri NBH hevur sett
seg so væl inn í eldraøkið,
og hava gjørt eitt grundigt
og gott arbeiði, fyri at gera
eldraøkið betur enn tað hev
ur verið.
Glað fyri ætlaðu
broytingar
Eftir vitjanina frá NBH, hava
starvsfólkini fingið ein meira
jaligan hugburð, og eru sum
heild væl nøgd, og síggja ljóst
upp á framtíðina.
Eitt av tí, ið tey serliga eru
glað fyri er, at ætlanin nú
er at starvsfólkið sleppur at
verða meira inni yvir, áðrenn
avgerðir verða tiknar, so at
tað verður lættari at gera tæn
asturnar eftir, hvat hvør ein
stakur stovnur hevur tørv á.
– Serliga eru øll glað fyri
at ætlanin er, at allar broyt
ingar og tillagingar verða
gjørdar
í
samstarv
við
starvsfólkið, so at alt verður
gjørt í samráð við tørvin hjá
tí einstaka heiminum, og
ikki at nakað verður kroyst
yvir høvdið á nøkrum, fyri
at tænasturnar skulu verða
eins um alt økið, sigur
Olanta.
Tað eru fleiri av komandi
broytingum, ið starvsfólkini
eru øgiliga væl nøgd við.
Millum hesar kunnu nevnast,
ætlanin um at seta tveir
námsfrøðingar til at skipa
fyri ymiskum aktivitetum
við teimum gomlu, alt eftir,
hvat tørvurin er á hvørjum
einstøkum heimi. Eisini eru
tey sera jalig um, at tað nú
verður ein deildarleiðari sett
ur á hvønn stovn, so at tað
altíð er ein dagligur leiðari á
staðnum.
– Sjálv síggi eg øgiliga
ljóst upp á at tað er eitt
ynski um at raðfesta faklig
heitina. Sum nú er eru tað
rættiliga nógv ófaklærd á
eldraøkinum, og hóast hesi
eru dugnalig og arbeiðssom,
so er tað sera jaligt at dent
ur verður lagtur á meira
fakligheit, tí tað er umráð
andi at fakleikin verður til
staðar í nógv størri mun, sig
ur Olanta, og leggur aftur
at, at tað tí eisini er sera
umráðandi við skeiðum og
tílíkum, so at starvsfólkið
fær høvið til at førleika
menna seg.
annkristina@sosialurin.fo
Síðani eldraøkið varð yvirtikið av kommununum 1 januar 2015, hava starvsfólkini á eldraøkinum í
Norðoyggjum verið øgiliga ørkymlaði yvir, at mestsum ongar broytingar eru hendar, og at alt líkasum
hevur staðið í stað. Nú, eftir at nøgdsemiskanningin er gjørd, eru øll nógv meira jalig, og føla at tey
endiliga verða hoyrd. Tað sigur Olanta Norðbúð, ið starvast sum álitisfólk á heiminum við Vágna
Olanta Norðbúð
Nøgdsemiskanningin av eldraøkinum í Norðoyggjum
NØGDSEMISKANNING