Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Málið er sett ómetalga høgt. Føroyar skulu gerast und­an­ gonguland á talgilda økinum. Í skjølunum til ólav­ søku­røðu løgmans boðar fíggj­armálaráðið frá hesum málsetningi. Allir føroyingar skulu hava eina talgild und­ ir­skrift og tað sama skulu stovnar, feløg og fyritøkur. Í viðmerkingunum verð­ur sagt, at verður ikki fylgt við á økinum, so er skjótt at gerast eftirbátur. Samstundis verður sagt, at Føroyar eru frammalaga á summum økjum. Víst verð­ur til talgildu heilsuskpan­ina, sum nú hevur virkað í nøkur á og so á búskaparskipan­ ina hjá Gjaldstovuni og landskassanum annars. Higartil hevur tað tó verið so­leiðis, at einstakir stovnar hvør í sínum algi, hava fingið skipanir gjørdar til teirra tørv. Nýggja ætlanin er, at alt skal arbeiða saman, so borgarin kann sleppa í sam­ band við almenna mynd­ ug­leikan yvir eina og somu skipan – eitt slag av borg­ar­ skipan. Talgild undirskrift Fyri at alt hetta skal eydnast, so er neyðugt, at hvør einstakur borgari fær eina talgilda undirskrift. Ein talgild undirskrift er eitt talmerki, sum hvør einstakur borgari hevur. Merkið er bert fyri júst tann borgaran ella ta fyritøkuna. Tað er hetta merki, sum á netinum og á teldum kann brúkast í staðin fyri vanligu undirskriftina. Føroyar hava møguleikan at gerast undangonguland inn­an talgilding av tæn­ast­ um, um røttu fyritreytirnar eru til staðar. Landsstýrið hevur tí tikið stig til verk­ ætlanina Talgildu Før­oy­ar, ið er ein fimm ára menn­ ingarætlan fyri at skapa eitt talgilt und­ir­støðukervi í Føroyum og at talgilda almennar tænastur. Millum málini í verk­ætl­ anini er málið at menna før­ oyska talgilda undirskrift til allar føroyingar og føroysk­ar fyritøkur, stovnar v.m. Ein verkætlanarbólk­ ur fór til verka í apríl 2015, og sum liður í arbeiðinum held­ur verkætlanarbólkurin verk­stovur, samrøður og ráð­førslur við viðkomandi áhugapartar – bæði KT-veit­ arar, stovnar og kommunur og umboð fyri vinnuna. Royndir úr øðrum lond­ um verða gagnnyttar, m.a. luttaka serfrøðingar úr Est­ landi og altjóða ser­frøð­ingar, sum hava hjálpt smátjóðum við talgilding­ar­strategium. Estland verður roknað mill­um fremstu lond í heim­ inum innan talgilding av almennum tænastum. Eisini verða fólk frá Fróð­ skap­arsetrinum, stovn­um, kommunum og vinn­uni boðin til at luttaka í arb­eiði­ num. At tað verður dýrt at tal­ gilda allar Føroyar, er onki at ivast í, men í lógin stendur, at hetta í mesta lagi kann kosta 143 milljónir krónur yvir fimm ár. Árni Gregersen Samgongan hevur sett sær fyri at seta bú­skap­argrunnin á stovn aftur. Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum boð­ar frá, at tað verður Lands­banki Føroya – sum eisini verður end­ur­ stovnaður – sum skal taka sær av bú­skap­ar­grunn­inum. Búskapargrunnurin er ætl­ aður at vera eitt amboð, sum skal brúk­ast, tá ið stóru sveigg­ ini koma í føroyska bú­skap­ inum. Ætlanin er tá at brúka fæið og rentunar í einum bú­ skap­ar­grunni at forða fyri ógvus­lig­astu bú­skap­ar­ligu sveiggj­unum. Ætlanin hjá sam­gonguni er, at 20 pro­sent av avlopinum á fíggjarlógini skal í bú­skap­ar­ grunnin. Higartil hevur onki avlop verið av fíggj­ar­lógini í mong ár, men fram­skringarnar siga, at í ár fara 50 milljónir krónur at leypa av. Tað vil so siga, at 10 milljónir verða lagdar í búskapargrunn­in at standa ímóti við. Um avlopið verður størri komandi árini er ilt at siga. Sam­gongan heldur at so verð­ur, mðan andstøðan ivast í hes­um. Í viðmerkingum til ólav­ søku­røðu løgmans sigur and­ støð­ans eg ivast í hesum, tí sam­gongan hevur lovað so nógv í sam­gongu­skjal­inum, at iva­samt er um nak­að fer at leypa av á fíggjarlógini, hóast inn­tøk­urnar framvegis eru stórar. TALGILDING FER AT KOSTA MEN EISINI AT LÆTTA UM Samgongan hevur sett sær fyri at talgilda Føroyar og føroyingar, men tað fer at kosta nógv HESI MANNA VERKÆTLANARBÓLKIN Dánjal Pauli Haraldsen, sjálvstøður ráðgevi, verkætlanarleiðari  Ólavur Brimnes, deildarleiðari á TAKS, leiðari fyri undirverkætlanini “Talgildar Tænastur”  Ann Damgaard, sjálvstøður KT-ráðgevi, leiðari fyri undirverkætlanini “Talgildur Samleiki”  Ólavur Ellefsen, stjóri í Tökni og formaður í KT-felagnum, leiðari fyri undirverkætlanini “KT-arkitekturur og grunddáta”  Lilly D. Hanssen, projektleiðari á KT-Landsins, leiðari fyri “KT í tí almenna”  Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Vinnumálaráðnum  Jóanna Djurhuus, løgfrøðiligur ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum  Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum  Páll Nolsøe, kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni  Cecilia í Køk, skrivari í fíggjarmálaráðnum Búskapargrunnur skal setast á stovn Partar av yvirskoti skal í grunnin, men yvirskotið í ár er ikki meira enn 50 milljónir krónur – 10 milljónir fara í búskapargrunnin Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, skal endurstovna bæði Landsbankan og búskapargrunn.