týsdagur 2. august 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Í Danmark er pass lógini broytt seks
ferðir síðani 1999, men í Føroyum
eru broytingar ikki gjørdar hesi
árini.
Lógin skal tí dagførast.
Heimurin
er
broyttur
nógv
seinastu árini og krøvini til passið,
sum váttar eins samleika, eru herd
munandi.
Í Føroyum hava vit ikki dag
ført lógina, men kortini eru passini
dagførd.
Praktiskt er tað gjørt, at føroysku
passini eisini hava tær dagføringar,
sum verða gjørdar í Danmark, men
lógarverkið og tær dagføringar, sum
skulu gerast har, eru ikki gjørdar.
Uppskot um dagføring av pass
lógini í Føroyum verður lagt fyri
Løgtingið í heyst.
Við uppskotinum verður heim
ild givin at áseta, at umsókn um
pass verður send gjøgnum talgilda
skipan.
Umframt vanliga gjaldið fyri
pass skal eisini serstakt gjald lat
ast fyri at fáa talgild fingraprent í
passið.
Gjaldið fyri pass til vaksin og
fyri pensjónistar, sum hava fylt 67
ár, verður dagført.
Løgreglan sigur á heimasíðuni,
at passið skal kunna lesast við
maskinu og at passmyndirnar í dag
skulu takast eitt sindur øðrvísi enn
fyrr.
Tað er eisini soleiðis í dag, at
fingframerkið verður tikið, tá ið tú
fært nýtt pass.
Í dag kostar tað 400 krónur at
fáa pass, men pensjonistar og børn
undir 18 ár sleppa munandi bíligari.
Føroyingar skulu sambært ólavsøkurøðu
løgmans til at gjalda meira fyri pass
DÝRARI PASS VIÐ
FINGRAMERKI Á
Árni Gregersen
Ein avgerð skal takast um nýggja
fiskivinnuskipan nú.
Tað staðfesti løgmaður í ólav
søkurøðunu.
Løgmaður bjóðaði andstøðuni
við til at gera skipanina, men onki
er sum bendir á, at andstøðan verð
ur partur av skipanini.
Í hvussu so er meldaði Fólka
flokkurin greitt út í gjár undir
orðaskiftini um ólavsøkurøðuna, at
verður uppboðssølan av fiskiveiðu
rættindum ein partur av nýggju
skipanini, so fer flokkurin ikki at
taka undir við einum uppskoti.
Jørgen
Niclassen,
formaður
í Fólkaflokkinum, var rættuliga
greiður, tá ið hann boðaði frá
hesum, men løgmaður, Aksel V.
Johannesen,
Javnaðarflokkurin,
helt samstundis fast við, at fiski
vinnan í framtíðini skal arbeiða
undir einari marknaðarskipan.
Hinir andstøðuflokkarnir hava
ikki verið so avgjørdir, men sum
heild taka teir ikki undir við upp
boðssøluni.
Anita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi,
segði undir orðaskiftinum, at tað
heldur ikki er full semja í sam
gonguni um allar lutir í uppboðs
søluni.
Ósemja í bólkinum
Ein arbeiðsbólkur situr, sum skal
gera eitt uppskot til nýggja fiski
vinuskipan.
Upprunaliga hevði hann freist
til 1. august at koma við einum
uppskoti, men bólkurin megnaði
ikki at gera arbeiðið liðugt og hevur
fingið nakað av tíð afturat.
Í bólkinum er eisini ósemja um
uppboðssølu og hvør atgongdin
skal vera til fiskirættindini.
Sum støðan er júst nú, so bendir
mest á, at samgongan sjálv noyðist
at
bera
fiskivinnunýskipanina
í gjøgnum uttan hjálp frá and
støðuni – í hvussu so er ikki frá
Fólkaflokkinum.
Onki bendir á semju
um fiskivinnupolitikk
Nógv bendir á, at samgongan sjálv má
bera nýggja fiskivinnupolitikkin ígjøgnum
Asel V. Johannesn, løgmaður, fastheldur, at ein marknaðartilgongd
verður partur av fiskivinnunýskipanini
Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, vil ikki taka undir við
einari skipan, sum eisini umfatar uppboðssølu av fiskirættindum