týsdagur 2. august 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØGDSEMISKANNING
Kendir bólkar
– Tað krevur eitt gott festival-cv at kunna bjóða seg fram til stórar og kendar bólkar, og hetta hava
vit lagt okkum eftir, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyrireikarunum av Summarfestivalinum
SUMMARFESTIVALURIN FYRI 13. FERÐ
Ann Kristina S. Simonsen
Tann 4.-6. august verður Summ
arfestivalurin aftur í Klaksvík.
Hetta er 13 árið á rað, at festi
valurin verður, og á hvørjum ári
hava somu fyriskiparar staðið
fyri festivalinum við Steintór
Rasmussen á odda.
– Tað er bæði strævið og stutt-
ligt at skipa fyri einum festivali
sum Summarfestivalinum, og
tíbetur eru tað nógv góð fólk, ið
hava verið við í mong ár, ið eru
við til at fyrireika, tí at hetta er
eitt stórt tak at taka, sigur Stein-
tór Rasmussen.
Longu nú er greitt, at tað
verða nógv fólk á Summarfesti
valinum aftur í ár, og fyrireik-
ararnir av festivalinum siga seg
verða stoltar av skránni, ið bæði
er fjølbroytt og spennandi.
Kend útlendsk og
føroysk nøvn
Tað eru fleiri stór og kend út
lendsk nøvn á festivalinum í
ár, og ímillum hesi eru eitt nú
Cliff Richard og Boyzlife, ið siga
seg verða sera spentar uppá at
koma til Føroyar at frammføra.
Steintór Rasmussen leggur dent
á, at hóast tað eru nógv góð út
lendsk nøvn, so mugu vit ikki
gloyma, at tann føroyska skráin
er langt frá keðilig.
– Eitt nú kemur Laila av Reyni
við einum veldigum showi, ið
mettar allar sansir, tá ið hon,
saman við tónleikinum, eitt
nú hevur fleiri flottar dámur í
føgrum kjólum, sum hon hevur
sniðgivið. Tað gleði eg meg sera
nógv til, og eg rokni við, at nógv
verða glað fyri at síggja hennara
framførslu, sigur Steintór Ras-
mussen.
Umframt Lailu av Reyni spæla
bæði 200 og I Am fyri fyrstu fer á
Summarfestivalinum.
– Bara út frá omanfyrinevndu
bólkum sæst, at bólkarnar í ár
eru sera ymiskir, so tað er okk
urt fyri øll, sigur Steintór Ras
mussen.
Sjálvur heldur hann, at tað
eru sera nógvir bólkar, ið verða
serstakliga spennandi og áhuga
verdir at hoyra.
– Eg ætli mær heilt víst at
lurta eftir øllum teimum út-
lendsku bólkunum, og so vil eg
bæði uppliva Lailu av Reyni, og I
Am á pallinum, eins og at eg gleði
meg at síggja, hvussu Danny and
the Veetos eydnast á tí stóra
pallinum, sigur hann.
Steintór Rasmussen sigur, at
tað er nógv annað enn tónleikur,
ið myndar ein góðan festival.
– Tónleikurin kemur í fremstu
røð, men ein góður f okkum eft
ir, at man nær at fylla bæði eygu
og oyru, eins og at ein kann
fáa góðan mat og nógvar upp
livingar, sigur Steintór Ras
mussen.
Hørð kapping um
festivalgestir
Av tí at tað er so nógv á skránni
í Føroyum um summarið, er tað
hørð kapping um festivalgest
irnar, og tí heldur Steintór Ras
mussen, at tað er umráðandi, at
tey eru trúføst mótvegis teirra
egna konsepti.
– Vit kappast øgiliga nógv við
okkum sjálvi við, at vit royna
at gera festivalin so góðan sum
til ber. Tí er tað eisini sera um-
ráðandi, at vit eru væl nøgd
við skránna, so at vit tryggja
okkum, at tá ið fólk koma á
Summarfestival, so vita tey, at
tey fáa nógv fyri pengarnar,
sigur Steintór Rasmussen.
Hann sigur, at tey stóru
nøvnini, ið hava spælt á Summ
arfestivalinum hesi 13 árini, ikki
eru nøvn, ið ein og hvør hevði
klára at fingið til Føroyar.
– Fyri tað fyrsta eru tílík
nøvn sera kostnaðarmikil, men
so seta tey eisini sera høg krøv
til bæði teknikkin og pallin. Stór
nøvn vilja ikki seta nakað upp á
spæl, og tí krevur tað eitt gott
festival-cv at kunna bjóða seg
fram til stórar og kendar bólkar,
og hetta hava vit lagt okkum
eftir, tá ið vit vilja hava góðan,
livandi tónleik, ið fólk kenna og
tíma at lurta eftir, sigur Steintór
Rasmussen.
Hóast fyrireikararnir leggja
seg eftir at hava minst eitt stórt
tónleikanavn á hvørjum ári, so
ynskja tey ikki, at festivalurin
bert snýr seg um eina konsert,
men um ein heilan festival, ið er
fullur av upplivingum.
– Summarfestivalurin er ikki
bara tær stóru spennandi kon
sertirnar, ið hann er kendur fyri,
men eisini mentan til bæði ung
dómin og børnini, sigur Steintór
Rasmussen.
Leggur dent á Silvalandið
– Eg havi nógvar bóltar í luftini,
men í ár leggi eg serliga mína
orku í, at Silvalandið skal eydn
ast so væl sum gjørligt, sigur
Steintór Rasmussen.
Hann sigur, at tað hevur verið
ymiskt frá ár til ár, hvussu væl
Silvalandið hevur eydnast, og
at hann ikki var nóg væl nøgdur