týsdagur 2. august 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
seta stór krøv
SUMMARFESTIVALURIN FYRI 13. FERÐ
við, hvussu tað spældi av í fjør.
– Eg haldi tað er sera um-ráð
andi at raðfesta, at allir partar av
festivalinum eydnast væl, og tá
ið tað eru so nógv, ið hava fokus
á teir stóru og meira sjónligu
partarnar av festivalinum, so
fari eg at gera mítt til, at teir
smáu gestirnir eisini fáa ein góð
an festival, sigur hann og leggur
afturat, at tað verður nógv á
skránni fyri tey smáu í ár.
Eins og í fjør verður Silva
landið uppi í báðum ítróttar
hallunum, ið eru bundnar sam
an, soleiðis at ein lætt kann
ganga ímillum báðar hallirnar.
Umframt at bæði hoppiborgir,
bilbreyt, stórir bóltar, andlits
máling og nógv annað verður
at stuttleika sær við, so verða
tað eisini fleiri framførslur
av ymiskum slag. Bæði klovn
urin BUBU og gyklarin Jens
Tryl vitja Silvalandið, og eisini
verða sangframførslur við eitt
nú Froja og Sarah, ið gjørdust
nummar trý í danska barna
melodigrandprixnum, MGP, í ár.
– Silvalandið opnar longu
klokkan 14 hósdagin, men kl 19,
tá ið sjálvur festivalurin byrjar,
so fara vit, saman við Silva og
øllum børnunum, at senda 2016
ballónir upp í luftina. Hetta
verður gjørt fyri at fagna festi
valinum í ár, og øll børnini
sleppa at verða við og sleppa
sjálvi at senda hvør sína ballón
upp í luftina, sigur Steintór Ras
mussen.
Umframt at nógv undirhald
og annað verður inni í báðum
hallunum, so verður eisini eitt
frítt spælipláss uttanfyri, og tað
er her, at allar ballónirnar verða
sleptar upp í luftina hóskvøldið.
Tjaldingarbygdin
mitt á økinum
Aftur í ár bjóðar festivalurin
tjaldarum at gista í sjálvum
hjartanum á festivalinum. Tjald
ingarøkið verður skipað sum ein
hugnalig bygd, har pláss er fyri
bæði ungdómi og familjum.
Mitt
á
tjaldingarøkinum
stendur eitt stórt indianaratjald,
har til ber at keypa sær okkurt
gott og lætt at eta.
Eisini verður har borðreitt
við einum morgunmatarborði,
og kolgrillir verða settar upp
uttanfyri.
Stóra tjaldið er eisini eitt slag
av einum savningarstað, og fyri
reikararnir siga, at skipað verður
fyri ymiskum forkunnugum og
stuttligum, bæði inni og uttan
fyri tjaldið, eins og at onkrir av
bólkunum koma inn at vitja.
– Tjaldingarøkið er sum ein
lítil oasa í øllum meldrinum, sum
er úti á festivaløkinum, og ætl
anin er millum annað, at festi
valgestir kunnu nýta høvi til
líka at steðga á eina løtu saman
við góðum vinum, áðrenn farið
verður til næstu konsertina,
sigur Steintór Rasmussen.
Kampingin broytt
Eitt eyðkenni við Summarfesti
valinum hevur í mong ár verið
teir mongu kampingvognarnar,
sum hava staðið á sandinum mitt
í Klaksvíkini.
Kampingøkið, ið hevur verið
sera væl dámt hesi árini, verður
tó ikki ein partur av festivalinum
í ár, av tí at Klaksvíkar kommuna
er, saman við Bústøðum, í ferð
við at byggja íbúðir á økinum.
Tí hevur tað verið neyðugt hjá
fyrireikarunum at finna onnur
øki til øll tey, ið ynskja at hava
kampingvognin við á festivalin.
– Undanfarnu árini hevur tað
verið ein stórur kampingbýur
á
Summarfestivalinum,
men
ístaðin verða tað nakrar kamp-
ingbygdir, ið verða at síggja í ár,
sigur Steintór Rasmussen.
Teir uml 200 kampingvognar
nar, ið hava verið á sandinum,
verða nú spreiddir eitt sindur
runt og koma tí at standa á
Djúpumýru, undir Føroya Bjór
og í Klaksvíksgarðinum.
– Tað størsta kampingøkið
verður
Klaksvíksgarðurin,
ið kemur at rúma umleið 100
kampingvognum. Hóast hetta
økið er eitt sindur longri burtur
frá festivalinum, enn tað hevur
verið áður, so er tað ikki so langt
vekk, og tað er tí skjótt at ganga
yvir á festivaløkið, sigur Stein-
tór Rasmussen, ið roknar við at
nýggju kampingøkini verða væl
móttikin.
Hóast
umstøðurnar
fyri
kamping verða eitt sindur øðr
vísi í ár, so hevur hetta ikki
gjørt, at tað eru færri, ið ynskja
at njóta hendan møguleikan.
– Vanliga hava tað verið eini
230 kampingvognar á festi
valinum, og í ár hava yvir 200
teknað luttøku longu nú, so tað
sær út til, at tað verða líka nógv,
ið verða og kampa í Klaksvík í
ár, sigur Steintór Rasmussen at
enda.
annkristina@sosialurin.fo