Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Lógvabrestir rungaðu í salinum og tárini trillaðu frá byrjan til enda, tá ið tey fýra, Búi Rouch, Pet­ ur Meinhard Ellebye Andersen, Durita Dahl Andreasen og Mari­ann Hansen undirhildu til Ólav­søku­ kabarettina 30. juli, tá ið undirritaða vitj­aði í Sjón­leikarhúsinum. Ólavsøkukabarettin hevur ver­ ið ógvuliga ójøvn seinnu árini. Okk­urt árið hevur kabarettin verið mannað einans av kvinnum (ella kvinnað av kvinnum?), okk­urt árið einans av monnum. Onk­un­ tíð hava orkestur verið við, aðrar tíðir ikki. Onkuntíð hava akt­ uellu samfelagsviðurskiftini verið miðpunktið, aðrar tíðir ikki. Fel­ ags fyri kabarettina seinnu árini hev­ur tó verið, at hon hevur verið ógvu­liga skiftandi, tá ið umræður manning og innihald. Í ár tóktist tó sum, at kab­ar­ett­in veruliga fann eina her­liga sam­an­ seting av sam­felags­við­ur­skift­um, seksuellum undirtónum, prik­um og tónleiki. Undirritaða var á Ólav­søku­ kab­arett leygarkvøldið, og hóast eg ikki eri ein kabaretkennari sum so, so havi eg loyvt mær at skrivað eina umrøðu av tí, sum eg upplivdi. Ivaleyst eru meiningarnar nógvar og ymiskar og helst hevði ein kabarettkennari ella ein við størri innlit í slíkum leikum viðgjørt onnur viðurskiftið enn tað, sum eg hefti meg við. Men her er so hugs­ anin hjá einum púra vanligum ólav­ søkukabarett gesti. Páll og drotningin Málið um Páll á Reynatúgvu og Drotningina var eitt, sum fylti nógv í miðlunum herfyri. Tá ið Margreta Drotning vitjaði í Føroyum fyrr í ár stóðst drúgvt kjak burturúr, at løgtingsformaðurin Páll á Reyna­túgvu ikki vildi luttaka í døgurðanum, sum Drotningin beyð honum og øðrum umborð á Danne­ brog. Og sjálvandi er tað við í Ólav­ søku­kabarettini. Og spyrt tú meg, so var tað tá eg beinleiðis krampaði í látri. Búi sum Drotningin og Mariann sum Páll megnaðu eftir mínum tykki at framføra eina einfalda men bein­rakna og yvirdrivna sketsj av málinum, sum var ótrúliga stuttlig. Av øðrum málum, sum ein helst hevði væntað at hoyrt um í Ólavsøkukabarettini kann nevn­ ast málið um tey samkyndu og broytingina í hjúnabandslógini. Málið um svanarnar á Eiði. Málini um Anniku Olsen og Sonju Jóg­ vans­dóttir eftir løgtingsvalið og onn­ur líknandi politisk mál við. Eg hevði væntað, at hesi mál fóru at fylla nakað í kabarettini og í so máta var tað forútsigiligt, sum tikið varð fram. Men kortini varð tað borðreitt øðrvísi enn eg hevði væntað, og satt at siga kendist tað í fleiri førum sum, at tey fýra raktu seymin á høvdið á einum púra lættan og einfaldan hátt. Sum um tað var tað mest vanliga at gera í verðini. Tað er okkurt imponerandi við fólki, sum duga at analysera eitt Ólavsøkukabarettin: ØRI PÁLL, RÚSA LAKSAR OG GLÍÐ “Føroyar, Føroyar, Føroyar”, rópti tingformaðurin, eftir at hann hevði sparkað drotningina av stólinum. Ja, Føroyar og oddafólkini í almenninginum seinasta árið vórðu sanniliga rópt uppá pláss av teimum fýra, Búi Rouch, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Durita Dahl Andreasen og Mariann Hansen í Ólavsøkukabarettini 2016.