týsdagur 2. august 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
AÐIR
ÐIBREYTIN
mál ella eina støðu og síðani fanga
kjarnuna í málinum uttan stórvegis
hóvasták. Og tað megnaðu tey fýra,
eftir mínum tykki, gjøgnum alla
kabarettina.
Rúsaðir laksar og
glíðibreytin
Einaferð rættiliga tíðliga í kabar
ettini trinu tveir laksar á pallin.
Teir vóru nakrir løgnir fiskar og
eftir stutta tíð gekk upp fyri fólk
inum, at teir vóru rúsaðir. Hví?
Tí teir høvdu fingið heilivág fyri
laksalús.
Við fyrsta eygnabrá vóru hasir
laksarnir bara løgnir fiskar. Men
tá ið somu laksar gingu aftur ferð
eftir ferð í kabarettini gjørdist
tað sera stuttligt kortini. Eg veit
ikki um tað var tí, at tað bara var
løgið at síggja rúsaðar laksar gera
meiningsleys ting, ella um tað var
tí, at talan var um reaktión uppá, at
ein kendi figurarnar aftur, men tað
riggaði. Undir liðini á mær segði ein
maður “hatta er also góður humor”,
og eg kann bara taka undir við tí,
hóast eg ikki reiðiliga skilji hví tað
riggaði.
Eitt, sum eisini gekk aftur í
kabarettini var tann nógv umrødda
glíðibreytin.
(H)Eiler Fagraklett, formaður
í LGBT, fylti nakað í kabarettini.
Hann var tann komanderandi leið
arin fyri LGBT rørsluna og tann,
sum tvingaði tær ungu lesbisku
genturnar at giftast sum hann vildi
og við øllum fordómunum, sum
samkyndar kvinnur hava ímóti
sær. Tað var stuttligt í ár eins og
tað var stuttligt í fjør. Síðani var tað
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, sum
fylti í hesum prátinum. Hon fekk
prik fyri síni argument í hesum
kjakinum um tey samkyndu. Hon
hevur áður sett spurningar við,
um broytingin í hjúnabandslóg
ini til frama fyri samkynd eisini
fór at elva til, at vit fóru at loyva
til dømis giftu millum fleiri fólk
ella fólk og djór og so framvegis.
Og tað er, sum vera man, guff
hjá kabarettsjónleikarum. Við at
lýsa øll hugsandi dømi um eitt
hjúnaband – til dømis fýra komb
ikk, ein likka og tríggir prestar –
megnaðu tey at gera málið ómeta
liga stuttligt og absurd.
Tað vóru tó løtur í leikinum, har
eg undraðist á, hví samkyndleiki
fylti SO nógv, sum tað gjørdi. Tað
riggaði væl í flestu førum, men onk
untíð kendist tað eitt sindur óneyð
ugt.
Herliga provokerandi
Tað er ikki hvønn dag, at eg gerist
beinleiðis flov av onkrum, sum eg
upplivi á føroyska mentanarpall
inum. Tað gjørdi eg leygarkvøldið.
Tvær ferðir.
Og eg fangaði meg sjálva í at siga
tað hart og varnast, at onnur kendu
tað líka.
Fyrsta støðan var, tá ið Búi
Rouch trein á pallin í longum
frakka og presenteraði seg sum
“hen”, meðan hann lat frakk
an upp. Og tað vísti seg, at hann
var púra nakin undir frakkanum
og hevði ballað sær kynsgørnini
millum beinini, so at siga. Ja, tit
vita kanska hvat eg meini. Um ikki,
so gert ikki við, tí tað verður ikki
nærri forklárað í hesari grein. Og
løtan í salinum, meðan hesin spill
nakni maðurin stóð á pallinum, var
provokerandi, flovislig og kendist
satt at siga sum, at tað fór langt út
um mark. Hvat er tað ikki herligt!
Seinni var ein líknandi hálvfúl
støða at síggja á pallinum. Hon
snúði seg um “fiskiloyvi”. Hana
kunnu tit kanska sjálvi upplivað, tí
hesin umrøðarin dugir ikki at finna
hóskandi orð fyri tað hendingina.
Frálíkur tónleikur
Fólkini handan festligu tónarnar
í kabarettini hava eisini rós uppi
borið. Hvat er tað ikki frálíkt, at eitt
orkestur aftur hevur funnið sín veg
til kabarettina. Saknur hevur verið
í tí undanfarin ár. Men hesaferð
var livandi tónleikur aftur ein
stórur partur av shownum, og tað
riggaði framúr. Samstundis dugdu
leikararnir sjálvir væl at syngja og
tískil var skemtiligur og álvarsam
ur sangur partur av kabarettini.
Til dømis tá ið Gist og Vist skuldi
hava eitt prik fyri at eiga so at siga
alt matarlívið í høvuðsstaðnum.
Kanska
undantikið
Kaffihúsið
og nøkur tandur aftrat. Ella tá ið
løgtingskvinnan hjá Fólkaflokk
inum skuldi hava eitt prik fyri sína
hugsan um broytingarnar í hjúna
bandslógini. Og ikki minst, tá ið
Heðin Mortensen skuldi hava sítt
árliga “kongaprik”.
Takk!
At mentanarpallurin í Føroyum
hevur eina ørgrynnu at bjóða, er
eingin ivi um. Og ivaleyst verða
fólk provokerað dagliga av tí, sum
tey upplivað á tí frontinum. Tað
veit eg, at eg mangan verið, tá ið
eg upplivið eitt hvørt innan sjón
leik og mentan annars. Men á
Ólavsøku er tað á onkran hátt okk
urt annað. Kanska tí, at tað at fara
til kabarett á Ólavsøku er nakað,
sum øll møgulig fara til – eisini tey,
sum í tí dagliga ikki eru áhugað
í sjónleiki. Tí er tað stuttligt, at
hesi fýra fólkini megnaðu at lýsa
aktuell mál á ein ótrúliga stuttlig
an hátt. Eingin ivi er um, at skemt
og list kann flyta meira enn nakað
annað. Uttan provokerandi, eldfús
og nýhugsandi listarfólk sum hesi,
høvdu vit verið ein ómetaliga fá
tøk tjóð. Tí – takk tit fýra fyri eina
ótrúliga stuttliga, provokerandi og
beinrakna kabarett. Sum tað var
herligt at fáa láturkrampa og rodna
í einu og somu kabarett!