týsdagur 2. august 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stórur
spenningur
um Cliff-
vitjan
Eitt av størstu
nøvnunum í altjóða
tónleikasøguni
vitjar komandi
dagarnar í Føroyum.
Cliff Richard
spælir á Summar
Festivalinum
hóskvøldið
Føroyingar hava lurtað nógv eftir tónleikinum hjá Cliff Richard, og nú kemur legendan til Føroya at hava konsert
Hann er eitt ikon í altjóða popptón
leiki. Tá ið hann hittaði av fyrstan
tíð seint í 1950’unum var tað, sum
ein nýggjur og frískur vindur
streymaði yvir tónleikalandslagið.
Og hann var alt annað ein hvirla,
sum bara streyk framvið og síðani
hvarv í sjónarringinum. Cliff Ric
hard hevur verið virkin og frammi
síðani fyrsta hittið, og hann telist
framvegis millum stóru nøvnini í
enskum tónleiki.
Føroyingar hava lurtað nógv
eftir tónleikinum hjá Cliff Richard,
og fleiri royndir hava gjøgnum
árini verið at fáa Cliff til Føroya
at syngja fyri føroyingum. Men
antin hevur Cliff verið ov stórur í
tónleikaumhvørvinum ella hevur
tað ikki ligið fyri. Ikki fyrr enn nú,
tá ið tað eydnaðist Summar Festi
valinum at fáa Cliff Richard til Før
oya at spæla.
Tann størsti
Cliff Richard er uttan iva størsta
tónleikanavnið, sum hevur staðið
á eini plakat til framførslu her í
Føroyum. Tað kann væl vera, at
tað eru liðin eini 20 ár, síðani hann
seinast var ovastur á hitlistunum,
men turru tølini staðfesta uttan
nakran sum helst iva, at vit her tosa
um ein av teimum allar-allar-størstu
í tónleikasøguni yvirhøvur.
Samanlagt hevur hann selt fleiri
enn 250 milliónir eintøk av útgávum
sínum. Studio útgávurnar eru ikki
færri enn 44 í tali, umframt at hann
hevur sent 46 EP og 146 singlur á
marknaðin.
Fyrstu ferð hann rakti oddin
á tónatindunum var í 1959, og
tað bragdið hevur hann gjørd 13
aðrar ferðir. Hann er tann einasti,
sum hevur havt top-hits í seks
ymsum áratíggjum, og í Bretlandi
eru tað bara Elvis og the Beatles,
sum kunnu sammetast við sir
Cliff, tá um ræður sølu av tónleiki.
Samanlagt hevur hann hann verið
á ensku hitlistunum fleiri enn 130
ferðir. Hann hevur eisini vunnið
Eurovision sangkappingina, eins
og hann hevur spælt í filmum, til
stórar konsertir og annars alt tað,
sum einans er unt teimum størstu
stjørnunum.
Við løgum sum Living Doll,
Travelling
Light,
Please
Don’t
Tease, Some People, I Love You,
Lucky Lips, Bachelor Boy, Summer
Holiday, Congratulations, We Don’t
Talk Tanymore og nógvum, nógvum
øðrum hevur hann eina ør-grynnu
av væl kendum slagarum, og hann
fer uttan iva at oysa eina rúgvu
av hesum yvir Vágsbø, tá hann
hóskvøldið kl. 22:000 fer á pall til
sína fyrstu framførslu her á landi.
I AM ger comeback við framførslu á
Summar Festivalinum leygardagin
Kristni rockbólkurin I AM hevur
ikki havt almenna framførslu í 10
ár, men nú gera teir comeback við
framførslu á Summar Festivalinum.
Bólkurin var stovnaður í Klaks
vík og hevði fleiri hitt um aldars
skiftið. Teirra melodiøsi – og stund
um rockkendi – tónleikur fangaði
eina stóra áhoyrarafjøld í Føroyum,
og við góðum live-framførslum
megnaðu teir at vinna nógv hjørtu.
I AM spældi á Summar Festi
valinum í 2005, men eftir fram
førslu á Fjarðafestivalnum árið
eftir hava teir ikki spælt á konsert.
Tað verður nú broytt, og I AM fær
í august møguleikan á landsins
størsta tónleikapalli – á Vágsbøi.
– Vit gleða okkum ótrúliga
nógv til at sleppa at spæla aftur –
fyri ikki at tala um á størsta palli
í Føroyum. Tað er langt síðani, vit
spældur, og ígjøgnum árini hava
nógv fólk spurt okkum, nær tey
aftur sleppa at hoyra okkum. Vit
síggja fram til at kunna geva teim
um mongu, sum hava bíðað, tað, tey
hava spurt um: eitt brak av einari
konsert við øllum hittunum, siga
teir í I AM.
Kristin rockbólkur ger comeback
Fyri fyrstu ferð í 10 ár skal rockbólkurin I AM á pallin
Hon telist millum landsins bestu
songkvinnur, og sum tulkari av
country- og gospelsangum er hon
framúr.
Kristina
Bærendsen
hevur
sum solistur og í bólki saman við
øðrum verið ein profilur í før
oyskum tónleiki seinnu árini.
Kristina hevur sungið nógv
saman
við
countrykonginum
Hallur Joensen og saman við pápa
sínum, Alexi Bærendsen, men
hon hevur sanniliga eisini prógv-
að seg sum solistur á útgávu og
konsertum.
Í ár hevur Kristina Bærendsen
konsert á stóra pallinum á Vágs-
bøi. Fyri nøkrum árum síðani
var hon á pallinum og sang duett
saman við Bobby Bare, men nú
verður Kristina sjálv í front.
Konsertin við Kristinu og
hennara tónleikarum verður leyg
arkvøldið kl. 20:30.
Kristina bjóðar stóra
countrykonsert
Countrysongkvinnan verður
nú at hoyra á Vágsbøi
Kristina Bærendsen
hevur countrykonsert á
Summar Festivalinum