Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Minningarorð um Signheðin Olsen, Vágur Tá ið endar mítt stríð og útrunnin mín tíð skal eg náa ta himmalsku strond. Jesus eyga mítt sær naglamerkini í síni hond. Eg skal ganga við lívsvatnsins strendur hoyra pálmanna friðsæla sús. Eingin synd eingin s org er í himmalsins borg men bert songur sum havsbylgju brús. »Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir«, síggja og hoyra vit av og á, ja, ofta. Nú var tað Sign­heðin, ið fekk boðini. Vit kunnu siga knappliga, uttan at nak­ ar visti nakað. Ja, fyri nøkrum fáum døgum síðan tosaði eg við hann í telefonini, tí eg hevði verið ein túr har suðuri og ferðast. Var ikki inni hjá honum, so eg mátti tosa, mín tíð røkk ikki til. Hann var glaður at hoyra meg og segði, at hann fór at koma til Klaks­víkar, tí hann var bjóðaður, so eg gleddi meg at síggja hann her norð­uri. Men hvat vita vit, hetta hvussu skjótt alt kann broytast í hesum lívi. Hetta vita vit øll, men tonkja tað ikki. Signheðin havi eg kent alla tíð, frá tá eg búði í Suðri. Hann og Ró­ lant vóru so javnir, ein dagur ímill­ um teir. Pápi mín og pápi hans­ara vóru systkinabørn, so hjá teim­um vóru vit húsfólk. Sum árini hava gingið hevur ein altíð følt hetta góða samband og vinaband. Signheðin var ein trúgvandi persónur, og bar vitnisburðin um Jesus, at hann átti Harran sum sín frelsara. Ja, tað er tað størsta, ein kann eiga í hesum lívi, og bera tað víðari, so onnur eisini skulu eiga tað sama. So orðatakið (Á morgni eing­ in veit at siga, hvar hann á kvøldi gista skal) passar ógvuliga væl. Monsa og Guðbjørg verða ikki gloymd, men tú fær eina heilsan, og børnini hjá Signheðini eisini. Má Jesus halda sína verndarhond yvir tykkum og gevi tykkum ta troyst, sum bara hann kann geva og halda tykkum uppi í døgunum, sum liggja fyri framman. Ærað veri minnið um Signheðin. Heilsan frá okkum øllum, Torleif og Nicolina TÍÐARGREIN Stóri Fitti Risi og so Wim Wenders og Føroyar Johan Mortensen F ilmurin BARBARA á sinni kveikti eina vón um eina føroyska filmsvinnu og er heilt fitt sprottið. Vit hava síðan fingið GEYTAN og fleiri ung føroysk filmstalent og hevur vónin allatíðina verið at útlendskir producentar fóru at nýta Føroyar sum td., Clint Eastwood gjørdi í Íslandi og har eisini James Bond hevur verið og sum hevur viðført eina stóra menning av íslendsku ferðamannavinnuni. Vit vóru nógv, sum gjørdust fegin, tá umboðsfólk hjá sjálvan Steven Spielberg fleiri ferðir í fjør vóru í Føroyum at hyggja at locations í sambandi við filmin BFG the Big Friendly Giant. Filmurin er bygdur á søguna hjá Roaldi Dahl, har tann stóri fitti risin fær bretsku dronningina við heri sínum at herja á hópin av óndum risum. Í bókini verða teir tiknir og settir í fangahús í London. Steven Spielberg broytir filmin, soleiðis at hesir risar verða settir á eina fjarskotna oyggj (Tindhólm !?). Óváttaðar keldur vilja vera við, at orsakað av okkara grindadrápi valdi Steven Spielberg at nýta Isle of Skye og Orkney ístaðin fyri Føroyar! Stórt spell, filmurin verður í hesum døgum sýndur kring heimin og hevur stóran týdning fyri skotsku ferða­manna­ vinnuna. Í hesum døgum er ein av størstu europeisku leikstjórunum, Wim Wendes, í Føroyum saman við kenda belgiska fotografinum Benoit Debie og ongum minni enn Oscar vinnaranum Aliciu Vikander og taka upp í sambandi við filmin Submergence. Hetta eru stór tíðindi og fara utt­an iva fleiri filmslið at koma henda­ vegin í fram­tíðini. Visit­faroes eigur at markn­ aðarføra Føroyar í Cannes og øðrum filmshøpi sum td., Sundance filmfestivalin hjá Robert Redford. Eisini vóni eg, at Birgir Kruse og Films­felagið fara at hepnast við teirra ambitiøsu ætlanum um ein altjóða filmsfestival í Tórshavn Tað er hugaligt, at vit hava eitt stórbart land, sum film­ ídnaðurin kann nýta, men stuttligt hevði verið, um vit eisini høvdu føroyskar skaldsøgur, sum vórðu nýttar í einum filmi. Vit hava ov fáa høvundar og so als ongar script-høvundar, men hesir munnu fara at koma. Ísland hevur umleið 300 fulltíðarstørv í sínari filmsvinnu og er ongin ivi um, at okkara egna filmsvinna fer at vaksa í framtíðini og hava positiva ávirkan á okkara búskap. Wim Wenders