Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR JÓAN SÍMUN TÓK AV MØGULEIKANUM Jóan Símun Edmundsson kom á máltalvuna ikki færri enn tvær ferðir mánakvøldið, tá hann og Gilli Rólantsson Sørensen møttust í innanhýsis dysti í donsku Superliguni Andre Olsen Mánakvøldið var ein føroy­inga­ uppgerð í donsku Superliguni, tá Gilli Rólantsson Sørensen og Jóan Símun Edmundssen møttust í dysti millum AaB og OB. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, har føroyski lands­liðs­ leikarin, Jóan Símun Edmunds­ son, megnaði at skora bæði mál­ ini fyri útiliðið OB. Samstund­is sum hetta vóru fyrstu málini hjá honum nakrantíð fyri OB, var hetta eisini fyrsta ferðin í hes­um kappingarárinum at hann fekk møguleikan frá byrjan í einum Superligadysti fyri OB, og sigast má av álvara, at hann tók av møguleikanum. Hevur verið ørkymlandi Jóan Símun Edmundsson sum skifti til OB tíðliga í ár, hevur tó verið nógv merktur av einum skaða fyrstu tíðina í felagnum. Hann gjørdist skaddur í knæ­num móti endanum av farna kapp­ ingarárið, og hóast hann væntaði at kunna byrja við full­ari ferð tá nýggja kappingarárið fór av bakkastokki, oyðilegði ein fylgis­ skaði ein part av upp­startinum fyri evnaríka føroyska leikar­an. Jóan Símun Edmundssin við­ur­ kenn­ir eisini, at tað til tíðir hev­ ur verið ørkymlandi meðan hann hevur verið skaddur. Løtan meðan eg havi verið skaddur, hevur verið eitt øgiliga ørkymlandi tíðarskeið. Eg ætlaði at byrja við fullari ferð aftaná summ­arsteðgin, men fór so at stríðast við ein fylgisskaða, sum setti meg eitt sindur aftur. Men nú venji eg við fullari ferð, og havi fingið spælitíð í øllum trim­um dystunum, so eg síggi ljóst uppá tað. Eg merki tó at eg enn mangli nakað av dystarformi, soleiðis at tað kann blíva uppaftur betur, sigur Jóan Símun Edmundsson. Deiligt at koma á máltalvuna Málini í dystinum mánakvøldið kennast tí eyka góð fyri tofta­ mannin, sum tó iðrar seg um at OB ikki hevur fingið fleiri stig í hesum fyrstu dystunum. Tað kennist sjálvandi super væl at skora tvey mál, tá man byrj­ar inni. Kanska eisini serliga tí at eg nú skoraði tey meðan eg spældi á høgra kantinum, har eg annars ikki havi spælt nógv á míni yrkisleið. Sum heild er eitt stig í Aalborg eisini nøktandi at fáa, men samanumtikið iðra vit okkum í OB um at vit enn ongan dyst hava vunnið. Vit hava spælt tríggj­ar teir fyrstu dystirnar javnar, men skuldu heilt greitt vunn­ið onkran av hinum dyst­ unum, sigur Jóan Símun Ed­ munds­son. Ætla sær í topp seks Nakað av útskifting hevur verið í hópinum hjá OB í summar í mun til farna kappingarár. Sum heild er størri tilgongd komin til felagið enn frágongd, og tað eru eisini fleiri sum hava OB sum ein outsideara til at vinna danska meistaraheitið. Hóast Jóan Símun Edmundsson ikki tosar um meistaraheitið, er hann bjartskygdur um hópin hjá OB, sum tó hevur mist ein sera góðan leikara frá farna kappingarárið. Sum heild haldi eg at vit hava styrkt okkum á flestu pláss­um, men vit hava eisini mist Ras­ mus Falk, sum ikki heilt kann av­loys­ast, so høgt støðið hann hev­ur. Men eg haldi at vit hava ein góðan hóp, og at vit hava ein góðan møguleika fyri at røkka ein­ari topp seks plasering í ár, sum eisini er málsetningurin hjá okkum. Jóan Símun yvirfyri Gilla Maðurin sum Jóan Símun Ed­ munds­son spældi yvirfyri í dyst­ inum móti AaB mánakvøldið, var føroyski landsliðsliðfelagin, Gilli Rólantsson Sørensen. Hóast Gilli spældi sum vinstri bakkur, og Jóan Símun sum høgri kant­ ur, og tí væntandi fóru at vera í beinleiðis dysti yvirfyri hvørj­ um øðrum, var tað tó meira manninum aftanfyri Jóan Sím­un, sum Gilli mátti ansa betur eftir. Vit vistu áðrenn at Jóan Sím­un sum høgri kantur fór at trekkja nógv inn í banan fyri at lut­taka í spælinum, meðan høgri bakk­urin hjá teimum, Dessler, fór at halda meira breiddina í spæl­ inum. Vit hava havt Kent Niel­sen sum venjara her í AaB, og kenna tí konseptið hjá honum. So tað var kanska meira Mikkel Dess­ler, ið eg spældi yvirfyri, heldur enn Jóan Símun, sigur Gilli Ról­ants­ son Sørensen Óvæntandi møguleiki hjá Gilla Heldur óvæntað hevur Gilli Ról­ ants­son Sørensen spælt all­ar tríggjar dystirnar hjá AaB í ár frá byrjan, og føroyski lands­liðs­ leikarin er sum heild væl nøgd­ur við avrikið hjá sær, bæði í dyst­ inum mánakvøldið, og í ár.