týsdagur 2. august 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 3. august 2016 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Eg eri heilt væl nøgdur við
avrikið hjá mær í dystinum móti
OB, sum eg sjálvur haldi eydn
aðist fínt. Og tað at eg nú sleppi
at spæla frá byrjan hvørjaferð,
ger tað eisini nógv stuttligari. Tá
møtir man glaður upp alla tíðina,
og tað ger tað eisini nógv lættari
uttanfyri vøllin. So jú, eg má siga
at tað er fantastiskt at spæla so
nógv nú.
Í samrøðu við Sosialin undan
kappingarárinum,
segði
Gilli
Rólantsson Sørensen annars,
at hann kanska var noyddur at
skifta felag fyri at fáa spælitíð,
men at støðan nú er broytt.
Undan kappingarárinum hev
ði eg ikki vænta, at eg nú hevði
byrja allar tríggjar teir fyrstu
dystirnar. Men eg havi trenað
hart og gott, og so hava teir valt
at givið mær løn fyri tað stríðið.
Eg haldi eisini at eg havi tikið
av møguleikanum, og havi loyst
uppgávuna til fulnar.
Unnir Jóan Símun málini
Hóast Gilli Rólantsson Sørensen
sjálvsagt iðrar seg um, at AaB
ikki megnaði at vinna dystin
móti OB tá teir vóru á odda tvær
ferðir, unnir hann væl lands
liðsliðfelaganum Jóan Símun
Edmundsson, góða avrikið sum
hann framdi.
Tíðin hjá honum í OB við
skaðanum sum hann fekk í
farna kappingarárið, hevur ver
ið strævin hjá Jóan Símun. So
tað er sjálvandi deiligt hjá hon
um nú at fáa møguleikan, og at
fáa tvey mál. Sjálvt um eg sum
AaB’ari iðrist um at hann fekk
bæði málini, gleðist eg tó sum før
oyskur landsliðsleikari hansara
vegna.
Síggja fram til landsdystin
Bæði Jóan Símun Edmundsson
og Gilli Rólantsson Sørensen vera
helst úttiknir til føroyska a-lands
liðið, sum um ein mánað byrjar
eina nýggja undankapping, tá
Ungarn kemur á vitjan í Føroy
um. Og hóast fokus beint her og
nú bert er uppá at gera tað so
gott sum møguligt í teirra donsku
feløgum, viðurkennir Jóan Sím
un Edmundsson, at tað altíð er
nakað serligt at umboða Føroyar
í landsdysti.
Eg gleði meg sjálvsagt altíð at
spæla landsdystir. Men beint her
og nú er fokus bert á OB, av tí at
landsdysturin er so langt frammi.
Eg fari at koyra á, og ætli mær at
bíta meg fastan millum teir fyrstu
11. Men tað at eg nú fekk eina
jaliga uppliving, ger upptaktina
til landsdystin heilt sikkurt betri,
og eg vóni sjálvandi at tað held
ur fram teir komandi dystirnar
fyri OB, áðrenn dysturin móti
Ungarn kemur, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Áðrenn
landsdystin
móti
Ungarn, sum verður spældur
týskvøldið tann 6. august, skulu
fimm umfør í donsku Superliguni
spælast.
Á stigatalvuni í donsku Sup
erliguni, har heili fýra føroyskir
leikarar spæla, er liðið hjá Gilla
Rólantsson Sørensen tað ovasta
av teimum við føroyskari um
boðan. AaB liggur sum nummar
fimm, meðan Randers FC, har
Brandur H. Olsen spælir, liggur
sum nummar seks. Nummar átta
liggur OB, og nummar níggju
liggur AC Horsens, har Hallur
Hansson spælir.
Jóan Símun Edmundsson og Gilli
Rólantsson Sørensen í innanhýsis
dysti undir dystinum mánakvøldið.
Dysturin endaði 2-2, og Jóan Símun
Edmundsson skoraði bæði málini
fyri OB