hósdagur 4. august 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
4
TÁ MYNDUGLEIKIN SVÍKUR
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
Súsanna Holm
MIST ÁLITIÐ
Á MYNDUG
LEIKUNUM
MORTAN ØSTERØ
– Magnus meiðslaði seg illa í
desember 2011, og gjørdist hann
aldrin tann sami maðurin aftur
inntil hann doyði á sumri 2013.
Síðani havi eg kent meg sviknað av
myndugleikunum, ið als ikki hava
tikið hond um málið á rættan hátt,
sigur Súsanna Holm, einkja eftir
Magnus Holm.
Tað merkist, at hon hevur
tosað um málið viðvíkjandi ar
beiðsskaðanum hjá manninum
fleiri ferðir. Hevur vent og snar
að hvørjum smáluti. Hon hevur
fingið innlit í øll skjølini – lækna
frágreiðingar, fráboðanir – ella
mangul upp á sama – úr Van
lukkutryggingarráðnum, Trygg
ingarfelagnum og Arbeiðseftir
litinum. Fingið fólk at hjálpa sær
at týða torføru, latínsku fremm
andaheitini fyri skaðarnar hjá
Magnusi, sum eru skrivaðar í
sjúkrafrágreiðingina. Hon hevur
sett seg í samband við lógarkøn,
at nema sær løgfrøðiligu viss
una um fyrningarfreistir og van
ligar mannagongdir hjá myndug
leikunum, tá ið ein arbeiðsvanlukka
hendir. Hon er farin undir drúgvu
tilgongdina, fyri at tryggja sær
vissu um skaðarnar hjá Magnusi á
tí torgreidda málinum, sum mynd
ugleikarnar tykjast at tosa í máls
viðgerum.
Hvørja ferð kemur hon til somu,
keðiligu niðurstøðuna; alt er ikki
farið rætt fram. Tað er torført
hjá henni at bera, tí hon var vís
í, at føroysku myndugleikarnar
traðkaðu til, tá ið fólk vórðu fyri
óhappum sum hesum. Serliga, tá
ið hon og Magnus livdu í smáu
viðurskiftunum í Suðuroynni, har
tey kendu løgreglufólkini.
Lagnudagur
Tað var tann 13. desember, at 58 ára
gamli Magnus Holm fór til arbeiðis
niðri á keiini í Lopra, óvitandi um,
at lívið hjá honum stóð fyri stórum
broytingum.
Nakað av vindi var um morg
unin, og tungu lokini á stóru ali
kørunum skuldu festast væl, so
leiðis at vindurin ikki fekk fatur í
teimum. Eftir vanligum umstøðum
skuldu alikørini verið spent við
fýra stroppum, áðrenn tey vórðu
flutt, tí, eru hvirlurnar sterkar
nokk, stendur nógv á stroppunum.
Somikið nógv, at teir kunnu slítast.
Stutt frá har, sum Magnus er í
holt við at draga gardinurnar
fyri á fulla lastvogninum, standa
aðrir og festa lokini á alikørunum,
sum av røttum áttu at verið spent
frammanundan. Ein hørð hvirla
brestir á, og lokið fer omanav ein
um alikari við beinari kós móti
Magnusi og einum starvsfelaga.
Magnus stendur ringast fyri, og
40-50 kilo tunga lokið fýkur dygt
í nakkan á honum. Hann smellir
um, bløðir úr nakkanum og liggur
uttan vit í slakar fimm minuttir. Á
sjúkrahúsinum fær hann staðfest
beinbrot í røntguni, tó var ikki mett,
at hann fekk nervasjúkufrøðilig
mein. Læknarnir staðfesta sárið
uppeftir nakkanum at vera 15 x 8
mm, at Magnus hevur innvortis
bløðing í høvdinum, mist fýra fram
tenn, brot á eygnabeini, umframt
at hava fingið ein sokallaðan »hang
man fraktur« – eitt brot á sama
ryggjageisla, sum fólk fáa, tá ið tey
heingja seg.
– Ein løgreglumaður kemur á
vanlukkustaðið, og vissar okkum
um, at hond verður tikin um málið
og at vit einki skulu hugsa um. Vit
fingu at vita, løgreglan skuldi nokk
fráboða Arbeiðseftirlitinum um
skaðan, sigur Súsanna Holm.
Tá ið Magnus fer til uppfylgj
andi kanning tríggjar mánaðir
seinni, verður skrivað í læknafrá
greiðingina, at hann vekir oftani um
næturnar við høvuðpínu, og altíð
gongur við pínudoyvandi heilivági
í lummanum. Pínan í nakkanum –
helst frá hang man frakturinum
– forðar honum somikið at snara
høvdinum til síðurnar, at hann
kennir seg noyddan at venda øllum
kroppinum, skal hann hyggja til
síðis. Hyggur hann niðureftir,
Næstan fimm ár eftir arbeiðsóhappið hjá Magnusi Holm, sála, stríðist kona hansara,
Súsanna, framvegis við myndugleikarnar, sum hon eftirhondini hevur mist álitið á
Magnus Holm, sáli