hósdagur 4. august 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
5
FRÍGGJADAGUR 22. JULI 2016
SOSIALURIN 84
missir hann balansuna og tað
fer at øra fyri honum. Av tí sama
kennir hann seg als ikki tryggan
at ferðast eftir trappum ella í bili.
Í læknafrágreiðingini verður lagt
afturat, at tað verður ógvuliga
torført hjá Magnusi at røkja fyrr
verandi lívsstørvini sum sjómaður
ella lastvognsførari, og at hann átti
at søkt um avlamiseftirløn.
– Hann var ein arbeiðssamur og
heilt vanligur maður, sum nærum
ongantíð var sjúkur. Harða arbeiðið
bygdi hann til ein stóran mann, og
sum eg skilti, vóru tað bert vødd
arnir, sum bjargaðu Magnusi frá
at gerast heilt lamin. Hóast tað,
gjørdist hann heilt óarbeiðsførur
eftir arbeiðsskaðan, sigur Súsanna.
Kendu onga frágreiðing
Læknafrágreiðingin varð send til
Føroya Vanlukkutryggingarráð
og Tryggingarfelagið Føroyar,
sum komu til ta niðurstøðu, at
arbeiðsskaðin var somikið álvar
samur, at hann var fevndur av
arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Avgjørt varð at veita fyribils
endurgjald fyri mist vinnuføri,
tí endalig støða ikki var tikin,
hvørt Magnus fór at gerast ar
beiðsførur aftur. Áðrenn endalig
støða var tikin í málinum, kom
Magnus Holm í óføri við báti
sínum og druknaði hálvtannað
ár eftir arbeiðsvanlukkuna. Av
tí, at Magnus andaðist um 18
mánaðir eftir óhappið, verður
endurgjaldið fyri varandi mein
minkað við tveimum triðing
um. Rættarsiðvenjurnar hjá
Patientankenævnet, ið Tryggingar
felagið Føroyar heldur seg til,
áseta nevniliga, at, er livitíðin
eftir skaðan millum 7-20 mánaðir,
minkar endurgjaldið við tveimum
triðingum, uttan mun til um
deyðin kemst av arbeiðsskaðanum
ella ikki.
Eftir sorgarbornu vanlukkuna
hjá Magnusi, settu Súsanna og
sonurin seg í samband við løg
regluna í Suðuroy at vita eftir hvønn
veg málið vendi á skriviborðinum
hjá Arbeiðseftirlitinum, har
løgreglufólkið vissaði Súsonnu
um, at skaðafráboðanin varð send.
Síðani settu tey seg í samband við
Arbeiðseftirlitið at kanna málið
nærri, og vita hvat Arbeiðseftirlitið
hevði skrivað niður viðvíkjandi
arbeiðsskaðanum hjá Magnusi.
Men á Arbeiðseftirlitinum kendu
tey als ikki til málið.
– Tað dugdu vit ikki at skilja. Tað
var óbehageligt at illteinkja antin
løgregluna ella Arbeiðseftirlitið.
Serliga, tá ið vit natúrliga valdu
at trúgva politistinum, sum vit
kendu í Suðuroy. Eftir stóðu vit við
spurninginum um »hvør lýgur?«,
greiðir Súsanna frá.
Hildin fyri spott
At Arbeiðseftirlitið skuldi havt
borið fram ósannindi viðvíkjandi
málinum um arbeiðsskaðan hjá
Magnusi, vildi Arbeiðseftirlitið
ikki hava sitandi á sær, og sendi
síðani fólk til Suðuroyar at fáa
greiðu á støðuni. Tey staðfestu,
at skrivliga frágreiðingin hjá løg
regluni viðvíkjandi arbeiðsvan
lukkuni hjá Magnusi, ikki var
nøktandi, umframt, at eingin
fráboðan nakrantíð varð send
»Hann var ein arbeiðssamur og heilt vanligur
maður, sum nærum ongantíð var sjúkur«
Magnus við kraga eftir
arbeiðsvanlukkuna.
Her situr hann saman
við Súsonnu
Súsanna Holm hevur togast
við myndugleikarnar eftir,
at maður hennara doyði
MYND: BJARTUR VEST
➘