hósdagur 4. august 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
6
TÁ MYNDUGLEIKIN SVÍKUR
Arbeiðseftirlitinum.
Hvørki
Magnus sjálvur, møgulig vitni,
starvsfelagar ella leiðsla á
arbeiðsplássinum vórðu avhoyrd
í sambandi við arbeiðsskaðan. Í
kjalarvørrinum av kanningini hjá
Arbeiðseftirlitinum, heittu tey á
Suðuroyar løgreglu um at senda
sær eina arbeiðsskaðafráboðan.
– Eg forhoyri meg so hjá politi
num, tí eg trúgvi ikki, at teir hava
svikið okkum soleiðis, tá ið vit
hava trúð, at hond var tikin um
málið. Men nú broyta teir knapp
liga útsøgn. Í staðin fyri at siga, at
teir hava sent fráboðanina, ella
at teir eru í ferð við at senda frá
boðanina, viðganga teir nú, at hon
ongantíð varð send. Teir siga seg
hava verið í sambandi við onkran
lækna á sjúkrahúsinum, sum ikki
metti støðuna hjá Magnusi vera
so álvarsama hóast alt. Tað dugdi
eg slettis ikki at skilja. Lækna
frágreiðingin segði í øllum før
um, at Magnus var komin illa
til skaða, og hvønn dag hevði eg
upplivað hvussu maður mín varð
broyttur eftir arbeiðsóhappi, sigur
Súsanna, framvegis óskiljandi um
framferðarháttin.
Hon setir seg í samband við
sjúkrahúsi, og har eru enn eina-
ferð boðini, at einki samband
hevur verið við løgregluna. Nú
fer Súsanna veruliga at undrast á
mannagongdirnar hjá løgregluni í
sambandi við arbeiðsskaðamálið.
Viðgerðin og fráboðanin dregur
somikið langt út, at málið fer um
revsirættarligu fyrningarfreistina.
– Tað segði mær, at man ikki
bara kann hava treytaleyst álit á
yvirvøldina. Vit høvdu slettis ikki
fingið rætta kunning um hvønn veg
málið vendi, og nú vóru vit uttan
møguleika at fáa fullfíggjaðar
upplýsingar um umstøðurnar hjá
Magnusi tann dagin á keiini, ella at
plasera nakra ábyrgd. Teir drógu
málið út, og eg havi verið hildin
fyri spott í trúnni um, at hond varð
tikin um málið, sigur Súsanna.
Vil forða endurtøku
Við ónøgdini um framferðarháttin
hjá løgregluni í Suðuroy, fór
Súsanna undir sítt egna kann-
ingararbeiði. At tey høvdu verið
viðfarin soleiðis, kundi hon ikki
bara lata liggja. Hon fekk út
flýggjað øll viðkomandi skjøl
viðvíkjandi arbeiðsskaðanum hjá
Magnusi og leitaði sær serkøna
hjálp. Endin var, at hon klagaði
arbeiðsháttin hjá løgregluni í
Suðuroy fyri landfútan. Landfútin
ásannaði, at málið átti at verið
betri handfarið og bað Súsonnu
um umbering. Hóast Súsanna
fyri fútanum nevndi andsøgnina
millum tað, ið løgreglufólki hevði
skrivað niður í frágreiðingina um
álvaran av skaðanum hjá Magnusi
mótvegis tí, sum hon frætti av
Suðuroyar Sjúkrahúsi, ynskti
fútaskrivstovan ikki at gera fleiri
kanningar. Málið var nevniliga
revsirættarliga fyrnað, og tískil
kundu myndugleikarnir ikki gera
meira við málið, og Súsanna sat
eftir við einari vónleysari kenslu:
– Tað er ófatiliga keðiligt, at
orðini viga ymiskt í slíkum førum.
Tað tykist líka mikið hvat vit
greiða yvirvaldinum frá, um tey
orðini standa í andsøgn við hvat
løgreglan noterar, ella av ósketni
ikki noterar. Tað kennist sum um
vit einki netverk hava – ongan sum
vit kunnu líta á, tá á stendur.
Og eg eri vónsvikin av, at
fútin ikki tekur nakra ítøkiliga
ábyrgd, og fær rættað vánaligu
handfaringina við at herða ella
broyta mannagongdir, tí vit vóru
rætt og slætt slept upp á fjall. Fútin
átti – umframt at ásanna mistøkini
– eisini at gjørt nakað ítøkiligt við
málið og boða mær frá tí, soleiðis
at vissa fekst fyri, at hetta ikki
endurtekur seg, sigur hon.
– Sjálvandi eri eg varug við, at
tað ikki eru øll løgreglufólk, sum
vildu handfarið málið soleiðis,
og møguliga hava vit verið ser
stakliga óheppin. Til dømis vóru
politistarnir, ið komu við deyðs
boðunum av Magnusi, sera hjálp
samir, sleptu okkum ikki og bjóð
»Tað er ófatiliga keðiligt, at orðini viga
ymiskt í slíkum førum«
Gamla arbeiðsplássi hjá Magnusi, har hann endaði sína starvsleið
MYND: BJARTUR VEST
MYND: BJARTUR VEST