hósdagur 4. august 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
7
aðu okkum kreppuhjálp. Men
málið um arbeiðsskaðan tykist
hava verið drigið út inntil tað er
fyrnað. At tað yvirhøvur kemur
fyri, kann eg ikki góðtaka, sigur
Súsanna, sum tískil hevur tikið
stig til at fara í fjølmiðlarnar við
málinum.
– Eg havi fingið fleiri áheitanir
um at bera hetta fram, og nú havi
eg einki at missa. Rætt skal vera
rætt; vit vóru ov sein at fráboða,
og málið er fyrnað. Tað mugu vit
góðtaka, men tá ið umstøðurnar
eru, sum tær eru, vil eg gjarna fáa
málið fram, soleiðis, at hetta ikki
hendir aftur, sigur hon, og heldur
áfram:
– Kanska man hevur ov nógv
álit á myndugleikunum, og bara
stólar uppá, at tey taka sær av
okkum, tá ið tørvurin er har. Men
her tykir tað mær, at løgreglan
var meira upptikin av at rudda
fyri egnar dyr, enn at koma okk
um til hjálpar. Vit høvdu í hvussu
er farið øðrvísi fram, um vit
høvdu hesa vitanina nú. Høvdu
sett okkum í samband við arbeiðs
plássi at vita eftir hvørjar avhoyr
ingar vórðu gjørdar, um Arbeiðs-
eftirlitið varð kontaktað og so
framvegis. Nú vil eg nýta høvi at
eggja øðrum føroyingum til at
fylgja slíkum málum upp, soleiðis
at einki líknandi hendir aftur, tí
tað er ótrúliga tungt at togast við
yvirvøldina, samstundis sum man
hevur mist ein av sínum nærmastu,
sigur Súsanna Holm at enda.
»Nú havi eg einki
at missa«
Súsanna hevur latið Sosialinum
innlit í skjølini í málinum
Tíðarlinja
Desember 2011
− 58 ára gamli Magnus Holm er til arbeiðis fyri Faroe Farming, tá ið eitt tungt lok verður blást
oman av einum alikari og rakar hann í nakkan. Magnus fær eitt opið sár í høvdið og liggur uttan
vit í slakar fimm minuttir. Á sjúkrahúsinum verða staðfest óstabilur »hangman frakturur« í
ryggjargeislanum, missur av framtonnum, brot á eygnabeini og innvortis bløðingar.
− Løgreglufólkið á staðnum átekur sær, sambært Súsonnu, ábyrgdina at fráboða arbeiðseftirlitinum
um skaðan.
November 2012
− Tríggjar mánaðir eftir óhappið, vístu røntgenmyndir bata á beinbrotinum hjá Magnusi, men hann
hevur framvegis nógvan ampa frá óhappinum næstan eitt ár eftir tilburðin. Í læknafrágreiðingini
verður mett, at tað gerst ógvuliga torført hjá honum at røkja fyrrverandi lívsstørvini sum sjómaður
ella lastvognsførari, og at Magnus átti at søkt avlamiseftirløn.
Februar 2013
− Føroya Vanlukkutryggingarráð hevur fingið øll skjøl, og gongur umsóknini um
tryggingarendurgjald fyri arbeiðsskaða á møti við støði í læknaligu frágreiðingini.
Juli 2013
− Magnus letur lív, tá ið báturin hjá honum søkkur á Vágsfirði.
Mai 2014
− Magnus doyði 18 mánaðir eftir arbeiðsóhappi, og sambært rættarsiðvenju, sum Tryggingarfelagið
Føroyar vísir á, minkar endurgjaldið við tveimum triðingum, um livitíðin eftir skaðan er millum
7-20 mánaðir. Hetta er uttan mun til, um deyðin stendst av arbeiðsskaðanum ella aðrari orsøk.
Juni 2014
− Arbeiðsskaðaviðgerðin hjá Magnusi varð ikki liðug áðrenn hann doyði. Við andlátinum boðar
Føroya Vanlukkutryggingarráð frá, at arbeiðsskaðaviðgerðin nú verður steðgað.
− Súsanna Holm ringir til Arbeiðseftirlitið eftir kunning viðvíkjandi málinum um arbeiðsskaðan hjá
nú deyða manni hennara. Boðini eru, at Arbeiðseftirlitið einki kennir til málið, hóast løgreglan í
Suðuroy hevur vissað Súsonnu um, at skaðin varð fráboðaður.
− Arbeiðseftirlitið sendir fólk til Suðuroyar at kanna umstøðurnar kring arbeiðsskaðan hjá Magnusi,
og staðfestir, at ongin avhoyring er farin fram av starvsfeløgum, leiðslu ella møguligum vitnum. Ei
heldur hevur løgreglan sent Arbeiðseftirlitinum nakra skaðafráboðan.
Juli-november 2014
− Súsanna setir seg í samband við løgregluna at vita eftir, um málið veruliga ikki varð fráboðað, og
nú váttar løgreglan brádliga. Orsøkin var, at, tá ið løgreglan spurdi seg fyri um støðuna hjá Magnusi
á Suðuroyar sjúkrahúsi fyri sløkum 2-3 árum síðani, fingu teir at vita, at skaðin ikki var serliga
álvarsamur, og tískil valdi løgreglan ikki at gera meira við málið. Tó dugir løgreglan ikki at siga
hvønn tey hava tosað við á sjúkrahúsinum.
− Súsanna undraðist á hetta, tí sambært sjúkrafrágreiðingini var støðan álvarsom, og alt tíðarskeiði
eftir skaðan hjá Magnusi, helt løgreglan henni í trúnni um, at skaðafráboðanin varð send
Arbeiðseftirlitinum.
– Stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi dugir ikki at síggja, at løgreglan hevur verið í sambandi við
sjúkrahúsið viðvíkjandi Magnusi, og ei heldur er tað vanlig mannagongd at løgreglan setir seg í
samband við læknar ella sjúkrahús, tá ið tað kemur til arbeiðsskaðar.
– Hon tekur tískil stig til at kæra arbeiðsháttin hjá løgregluni í Suðuroy fyri Føroya Landfúta.
November 2014
– Vegna løgregluna, biður landfútin Súsonnu um umbering fyri handfaringina av málinum, og
viðgongur, at bæði avhoyringarnar og fráboðanin til Arbeiðseftirlitið áttu at verið framdar skjótari
og betri.
Mars 2016
− Arbeiðseftirlitið vísir á, at málið lýkur lógarásetingarnar fyri arbeiðsvanlukku og at
arbeiðsumhvørvið ikki hevur verið nøktandi. Tó er fráboðanin komin Arbeiðseftirlitinum somikið
seint í hendi, at málið er fyrnað.
Apríl 2016
– Fútin tekur fráboðanina hjá Arbeiðseftirlitinum til eftirtektar, og boðar Súsonnu frá, at kanningin
av málinum verður steðgað, tí málið er revsirættarliga fyrnað. Av tí sama verður ógjørligt at sikta
Faroe Farming ella onnur.