Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 8 TÁ MYNDUGLEIKIN SVÍKUR MORTAN ØSTERØ S ambært samstarvsavtalu millum Arbeiðseftirlitið og Føroya Landfúta, ið seinast var endurnýggjað í 2001, skal Løgreglan í Føroyum geva Arbeiðseftirlitinum boð um álvarsamar arbeiðsvanlukkur beinanvegin, soleiðis, at Arbeiðs­ eftirlitið hevur møguleika fyri at taka støðu til um og í hvønn mun viðkomandi umstøður skulu kannast. Løgreglan skal har­umframt senda Arbeiðs­eftir­ litinum avrit av møguligari løg­ reglufrágreiðing frá hendingini. – Fatanin hjá Arbeiðseftirlitinum er, at løgreglan tekur hesa avtalu í størsta álvara, og sum útgangsstøði frá­boðar allar viðkomandi hend­ ingar til Arbeiðseftirlitið, sigur Leivur Persson, deildarstjóri á Ar­ beiðseftirlitinum. Í førinum hjá Magnusi Holm, hevur løgreglan ikki frá­ boðað Arbeiðseftirlitinum um arbeiðsskaðan, hóast bæði Van­ lukku­tryggingarráðið og Trygg­ ingar­felag Føroya hava mett skaðan vera fevndan av arbeiðs­ skaða­tryggingarlógini. Sum útgangsstøði metti Arbeiðs­ eftirlitið hendingina eisini vera fevnda av lógini um arbeiðs­um­ hvørvi, tó at málið var fyrnað, áðrenn tey kundu taka støðu til málið. – Í mun til hvørt møgulig brot á arbeiðsumhvørvislógina kunnu revsast, eru vanligu reglurnar um fyrningartíð í rættargangslógini fyri Føroyar galdandi. Hendan metingin kann gerast nakað teknisk, men um hægri revsing enn sekt ikki er heimilað, er revsi­ rættarliga fyrningartíðin tvey ár, sigur Leivur Persson, uttan at taka støðu til ítøkiliga málið um Magnus Holm. Kann kærast Sum útgangsstøði, kunnu ar­ beiðs­skaðar fráboðast til eina og hvørja tíð, tó at revsirættarliga fyrningarfreistin er tvey ár. Tekur Arbeiðseftirlitið av sær sjálvum avgerð um, ikki at gera meira við eitt mál, kann tann avgerðin kær­ast til Vinnukærunevndina, tó at Arbeiðseftirlitið tekur mál upp til nýggja meting, um aðrir upplýsingar ella møguligar mis­ skiljingar í einum máli koma fram. Revsirættarliga fyrningartíðin rennur tó, uttan mun til fráboðan ella mangul upp á sama. – Er talan um eina avgerð hjá Føroya Landfúta, um at málið er fari út um revsirættarligu fyrn­ ingartíðina, kann hendan avgerðin kærast til danska Ríkisákæran. Er talan um ein fyrningartíð, í mun endurgjaldspartin, vísandi til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, skal Arbeiðseftirlitið vísa til Før­ oya Vanlukkutryggingarráð, sigur Leivur Persson, sum tekur sam­ anum: – Í mun til ítøkiligar avgerðir hjá Arbeiðseftirlinum, kunnu hesar kærast til Vinnukærunevndina. Í mun generella ónøgd við Ar­ beiðs­eftirlitið, kann sjálvandi kærast til Samferðslumálaráðið. Harumframt kann kærast til Løgtingsins Umboðsmann, um viðkomandi treytir eru loknar. Løgreglan skal fráboða álvarsamar skaðar Ein samstarvsavtala millum Arbeiðseftirlitið og Føroya Landfúta áleggur løgregluni at fráboða álvarsamar arbeiðsskaðar til Arbeiðseftirlitið Ikki spurt sjúkrahúsi Sum part av grundgevingunum fyri, at løgreglan í Suðuroy ikki hevði fráboðað Arbeiðseftirlitinum skaðan hjá Magnusi Holm, var ført fram, at skaðin hjá honum ikki hevði verið so álvarsamur, at hetta var neyðugt. Vitanina um støðu Magnusar høvdu tey fing­ ið um samskifti við Suður­oy­ar Sjúkrahús. Tað undraði Súsannu Holm, tí maður hennara hevði havt nógvan ampa av a­r­beiðs­ vanlukkuni, umframt, at sjúkra­ dagbókin hjá honum nevndi álvarsamar skaðar. Stjórin á Suður­oyar Sjúkrahúsi váttar fyri Sosialinum, at einki bendir á ítøki­ ligt samband millum løgreglu og sjúkra­hús. – Eg eri bundin av tagnarskyldu, og kann tískil ikki fara undir at navngeva persónar úr løgregluni ella sjúkrahúsinum í slíkum málum. Tó kann eg vátta tað, sum Súsanna hevur greitt tykkum frá. Vanligar mannagongdir hjá løgregluni er at seta seg í samband við Arbeiðseftirlitið beinanvegin, ikki við læknar ella sjúkrahús. Hyggi eg í sjúkradagbókina hjá Magnusi er heldur einki, sum bendir á, at løgreglan hevur sett seg í samband við okkum. Tá ið løgreglan heldur ikki dugir at siga júst hvønn lækna tey hava tosað við, tykist tað eisini undarligt. Støðan hjá Magnusi, sum ført fram í sjúkrafrágreiðingini eftir arbeiðsvanlukkuna, er álvarsom. Tí skilji eg ikki, at løgreglan sigur seg hava hoyrt annað frá læknum á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tá ið Arbeiðseftirlitið varð kunnað um skaðan hjá Magnusi, var málið fyrnað Leivur Persson, deildarstjóri á Ar­beiðseftirlitinum Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi