Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 9 GERA IKKI MEIRA VIÐ MÁLIÐ Hóast fútaskrivstovan ásannar mistøk við handfaringini av málinum um arbeiðsskaðan hjá Magnusi Holm, og biður um umbering, merkir tað ikki, at málið kann latast upp aftur MORTAN ØSTERØ Í fleiri umførum, tá ið Súsanna Holm hevur leitað sær nærri kunning um gongdina í málinum um arbeiðsskaðan hjá manni hennara, hevur hon undrast á, at løgreglan ikki hevur veitt henni neyvari upplýsingar. – Vanliga mannagongdin hjá løgregluni er, at frágreiðing verður skrivað fyri hvørt samdøgur, og síðani verða sjálvstøðugar frágreiðingar gjørdar fyri einstøku málini hjá løgregluni, sigur vara­ fútin, Martin Preisz Gravesen, ið hevur havt kæruna hjá Súsonnu Holm um hendi. – Hvussu eitt mál verður lýst í løgreglufrágreiðingini veldst sjálvandi um hvat slag av máli tað er. Harðskaps-, ferðslu-, ar­beiðs­ vanlukkumál og so framvegis hava øll sínar ymisku frágreiðingar, men yvirskipað skal ein og hvør frágreiðing koma inn á kjarnuna í øllum málum. Fyrst og fremst skal málið skal lýsast neyvt, og einki ivamál skal vera um hvørjir persónar eru blandaðir upp í málið. Samstundis skulu viðkomandi fólk avhoyrast, sigur varafútin. Eitt av ivamálunum hjá Sú­ sonnu Holm hevur júst verið, hvørt allir viðkomandi upplýsingar eru skrivaðir niður í frágreiðingarnar hjá løgregluni í Suðuroy viðvíkjandi málinum um arbeiðsskaðan hjá manni hennara, og hvørt rætt er farið fram í málinum. – Arbeiðseftirlitið er av­varð­ andi myndugleikin viðvíkjandi arbeiðsóhappum, og løgreglan tekur støðu til, hvørt skaðin skal fráboðast teimum ella ikki. Í hesum førinum mugu vit bara staðfesta, at ongin fráboðan er send Arbeiðseftirlitinum. Óhepna avleiðingin gjørdist tíanverri, at málið fór um fyrningarfreistina, áðrenn tað kom fram á rætta skrivaraborðið, viðgongur Martin Preisz Gravesen. Kanningin er slept Verður hugt nærri at bræva­ samskiftinum millum Súsonnu Holm og fútaskrivstovuna, tykist tað stundum so, at løgreglan umber sín framferðarhátt og stundum, at málið verður til orð móti orði. Løgreglan í Suðuroy vísir millum annað á, at arbeiðsskaðin hjá Magnusi ikki varð fráboðaður Arbeiðseftirlitinum, tí skaðin ikki var mettur at vera so álvarsamur á Suðuroyar sjúkrahúsið. Súsanna Holm sigur seg hava verið í sambandi við sjúkrahúsi, ið av­ sannar, at løgreglan hevur fregnast um Magnus. Andsøgnin millum frágreiðingina hjá Súsonnu og løgregluni í Suðuroy verður tó ikki eftirkannað av fútaskrivstovuni. – Málið er lukkað, og eftir­ hondini fleiri ára gamalt, umframt revsirættarliga fyrnað. At hon – sum triðja partí – hevur eina aðra fatan, kunnu vit tíanverri ikki gera so nógv við. Vit hava alla samkenslu við henni, men løgreglumaðurin á staðnum hevur stovnað eina frágreiðing eftir vanligum mannagongdum, og vit hava álit á frágreiðingunum hjá okkara tænastufólki. Tað ber ikki til, at vit royna allar frágreiðingar hjá okkara starvsfólki, sigur vara­ fútin. Áminning um mannagongdir Umframt, at Arbeiðseftirlitið ikki fekk nakra fráboðan um ar­ beiðsskaðan hjá Magnusi, hevur løgreglufólki í Suðuroy hvørki avhoyrt Magnus sjálvan, starvs­ felagar, stjórar ella møguligar sjónarváttar, sambært Súsonnu. – Sum útgangsstøði átti man at havt samrøðu við fólkini á staðnum. Tað sær út til, at hetta ikki hevur verið so í hesum førinum. Í baksýninum átti málið at verið handfarið betri og avgreitt skjótari. Sum tú sært í brævasamskiftinum ásanna vit eisini okkara mistak, og biðja um umbering. Løgreglan ynskir fyrst og fremst at hava eitt gott forhold til borgaran, og tískil er týdningarmikið, at vit kunnu viðurkenna okkara mistøk. Her skuldi Arbeiðseftirlitið verðið kunnað skjótari, sigur Martin Preisz Gravesen. Varafútin vísir eisini aftur, at málið kann latast upp aftur, tá ið somikið av tíð er fráliðin. – Vit fáa ikki farið afturumaftur, nú sakin er revsirættarliga fyrn­ að. Eiheldur er nakrar hægri myndugleiki ella dómstólur, sum málið kann kærast fyri. Løgreglan hevur innanhýsis leiðreglur fyri revsitiltøk sum fylgju av møgu­ligum mistøkum. Í hesum førinum hava vit sent løgregluni í Suðuroy eina áminning um manna­gongdirnar í sambandi við arbeiðsskaðar, soleiðis at hetta ikki kemur fyri aftur, sigur Martin Preisz Gravesen. Sambært leiðreglunum, eru eisini heimildir at revsa einstøku løgreglufólkini fyri vánaliga handfaring, men tað ynskir vara­ fútin ikki viðmerkja. – Vit hava heimildirnar, men hvørt tær eru nýttar í hesum førin­um ella ikki, havi eg onga við­merk­ing til. Tað er eitt internt mál í løgregluni, og tað haldi eg ikki sømir seg at viðgera í fjøl­miðl­ unum, sigur hann. Avvarðandi løgreglufólk, ið skuldi havt fráboðað arbeiðsskaðan vísti til fútaskrivstovuna, tá ið Sosialurin setti seg í samband við løgregluna MYND: BJARTUR VEST