hósdagur 4. august 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
ÁRNI GREGERSEN
A
t tað gongur væl í Vága
kommunu verður stað
fest av, at ongantíð fyrr
hevur eftirspurning
urin eftir grundstykkjum verið so
stórur, sum nú.
Og tað er ikki lágur skattur sum
dregur. Í ár er skattaprosentið 22,75,
men tað verður helst eitt hálvt ella
eitt kvart prosent lægri næsta ár.
Nei, eftirspurningurin eftir
grundstykkjum hongur saman við,
at tað gongur væl í kommununi.
Barnaansingin virkar, skúlarnir
eru góðir og eldrarøktin er komin
í eina trygga í góða legu.
Rosa Samuelsen, borgarstjóri,
fegnast um góðu gongdina
Ja, tað gongur væl, men vit
noyðast eisini at síggja í eyguni, at
vit hava nakrar avbjóðingar, sum
vit mugu taka okkum av, sigur
borgarstjórin.
Hon sigur, at júst nú verða út
stykkingar gjørdar bæði í Vatns
oyrum og í Sandavági. Í Miðvági
er ein ætlan, sum røkkur eini 10 ár
fram, løgd til almenningin at gera
viðmerkingar til.
– Hetta er fyrstu ferð, at vit gera
ein slíkan plan, sum hyggur eitt
sindur longur fram í tíðina, sigur
Rosa Samuelsen.
Útsykkingin í Miðvági, sum júst
nú verður kjakast um, er ætlað
at vera norðanfyri FK í Miðvági.
Orðaskifti er millum miðvingar
um ltkanina og fleiri teirrahalda, at
tað hevði verið rættari at gera eina
útstykking, sum er nærri bygdini.
–Kommunan eigur jørð til
grundstykkir fyri einar fimm
milljónir krónur, sigur borgar
stjórin og vísir til økið við FK.
Hvat endaliga úrslitið verður,
verður støða tikin til seinni.
Eldraøkið
Ellisheimið á Á Sýnini í Miðvági
er eitt av teimum fyrstu, sum var
bygt.
Tað var í so ringum standi, at tá
ið kommunurnar skuldu yvirtaka
eldraøkið, var avgjørt, at heimið
skal nútímansgerast.
Arbeiðið verður gjørt í tveimum.
Fyrst verður onnur helvtin gørd,
meðan fólk búgva í hinari helvtini.
Tann fyrra helvtin er um at
vera liðug. Arbeiðið er eitt sindur
seinkað, men búfólk flyta í nýggja
partin í september/oktober. Tað
eru tey fólkini, sum alla tíðina hava
búð á heiminum.
Hini búfólkini búgva aðrastaðni
meðan arbeiðið verður. Vága
kommuna keypir fýra pláss frá
GÓÐ GON
EISINI AV
Ongantíð fyrr hevur eftirspurningurin eftir
grundstykkjum verið so stórur í Vága kommunu
ÁRNI GREGERSEN
Talan er veruliga um ódnartøk,
tá ið miðalstóru kommunurnar
í Føroyum fara undir at byggja
nýggjar skúlar.
Nógvar kommunur hava
verið ígjøgnum hetta og seinast
hevur Vága kommuna merkt
fíggjarliga sviðan av at byggja
nýggjan skúla.
Talan er um nýmótans
felagsskúlan á Giljanesi. Fyrsta
byggistig er tikið í brúk, men eitt
stig er eftir at gera.
Skúlabyggingin kostaði
meira
enn
hálvthundrað
milljónir krónur og helst skulu
meira enn 20 milljónir brúkast
afturat til 2. Byggistig.
Men skúlin er tikin í brúk og
hevur broytt arbeiðið aftur hjá
lærarum og næmingum.
Soppur í gamla skúlanum
noyddi kommununa at arbeiða
skjótari við at byggja skúlan
og meðan arbeiðið fór fram
húsaðust næmingar og lærarar
í sjey ymiskum støðum.
Pengar
Vága kommuna hevur í mong
ár havt eitt høgt skattatrýst – 23
prosent. Skúlabyggingin hevur
erið ein av orsøkunum, men sum
so mangar aðrar kommunur, so
gekst illa at koma fyri seg eftir
kreppuna í níti-árunum.
Nú skyldar kommunan undir
eina álíkning.
Hóast tað, so er hildið
nógv aftur í rakstrinum hjá
kommununi. Onnur mál hava
kravt pening og ein partur fer
til ellisheimið Á Sýnini, sum
verður umvælt.
Kommunurnar í Vágum
fingu ávikavist stuðulslán og
rentufrítt lán frá landinum til
at nýmótansgera og vðlíkahalda
ellisheimið við.
Eitt annað, sum hevur
ávirkað fíggjarviðurskiftini í
Vága kommunu, at lutfalsliga
hevur kommuna nógvar úti
siglarar, sum ikki gjalda fullan
skatt í kommununi.
Vága kommuna fevnir um
bygdirnar Miðvág, Sandavág
og Vatnsoyrar.
Kommunan er saman við
Sørvágs kommunu í eldrasam
starvinum.
Skúlin
ávirkaði
kommununa
og búskapin
Skúlabygging ávirkar búskapin
í miðalstóru kommununum
ómetaliga nógv – soleiðis
eisini skúlin á Giljanesi
Býráðið í Vága kommunu, sum var valt í 2011:
LISTI C
ALBERT ÓLAVUR ELLEFSEN
101
LISTI C
DÁNJAL T. THOMSEN
66
LISTI B
RÓSA SAMUELSEN
63
LISTI A
JÓHANNES S. ELLEFSEN
54
LISTI B
EGIL S. H. PETERSEN
51
LISTI B
JÓGVAN SJÚRÐUR HANSEN
46
LISTI A
DÁNIAL JOHANSEN
46
LISTI C
MARIN S. BLÁBERG
45
LISTI A
MARIUS DAM
44
LISTI B
JONHARD JOENSEN
42
LISTI C
S. JÓHANNIS JOENSEN
35
Rosa Samuelsen, borgarstjóri, stilar uppaftur í heyst
Skúlin á Giljanesi hevur sjálvandi gjørt tað
tungt búskaparliga hesi seinnu árini
SOSIALURIN 88
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
VÁGA KOMMUNA