hósdagur 4. august 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
14
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar
Kommunu fyri Sambandsflokkin
Tað er ein aftur
vendandi trupul
leiki, at Strand
faraskip Landsins
ikki røkir ferða
sambandið við út-
oyggjarnar og smábygdirnar á
nøktandi hátt.
Í Hesti eru fólk, sum vilja bú
leikast har og nøkur parvíst summ
arhálvárið, fyri at kunna røkja
oynna frá fjals til fjøru.
Tórshavnar Kommuna eigur
at stuðla undir, at útoyggjar og
smábygdir í kommununi hava so
gott ferðasamband sum gjørligt,
og soleiðis at fólk trívast á hesum
plássum.
Hestoyggin
liggur
tætt
við
Havnina, og eiga vit tí at hava eitt
ferðasamband, sum er nøktandi, so
fólk í kommununi hava møguleikar
at koma til og frá - regluligt, álítandi
og trygt ferðasamband. Hetta eigur
at kunna gerast uttan at tænastan
hjá Sandoyingum gerst verri.
Tað er ikki meira enn rímuligt
at hava ein túr á middegi út í Hest
og aftur, í hvussu so er summar
hálvárið, so fólk kunnu pendla til
og frá, um eitt hvørt neyðugt ørindi
skal gerast.
At skerja túratalið út í Hest mitt
um dagin, er at niðurlaga tæn-ast
una til eina útoyggj og harvið gera
tað ómøguligt at pendla til og frá
oynni, og harvið búleikast í oynni.
Tað kann ikki góðtakast, nú vit
liva í 2016, at Hestbygd ferð eftir
ferð verður svikin. Latið líkarættin
at búleikast og virka í øllum landin-
um eisini verða galdandi fyri Hest-
bygd.
Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Um føroyingar á
fólkaatkvøðu skulu
taka støðu til eina
nýggja grundlóg,
má
formaður
Javnaðarfloksins
koma fram og erliga
siga føroyingum, um hann ætlar,
at henda Tjóðveldisgrundlógin
skal vera innan fyri ella uttan fyri
ríkisins grundlóg – annars er onki
at fara á fólkaatkvøðu til.
Summir fjølmiðlar í Føroyum
eru opinlýst í parti við 14. sep
tember-samgonguni, og tí frætta
fólk lítið um týðandi mál, og hvat
ið politisku flokkarnir ætla við
málunum.
Andstøðan verður ”redaktionelt”
frávald.
Tí mugu tey, sum ikki eru í krit-
húsinum hjá ávísum fjølmiðlum,
greiða frá týðandi málum í lesara
brøvum og á sosialum miðlum. Har
er ein alternativur kjansur at koma
til orðanna.
Rennur undan
Í Løgtinginum hevur ólavsøkurøða
løgmans verið til viðgerðar í tveir
dagar. Eitt avgerandi mál er, at
14. september-samgongan við
javnaðarløgmanni á odda ætlar at
senda grundlógina hjá Tjóðveldi til
fólkaatkvøðu.
Samgonguleiðarin ikki vil vera
erligur í málinum um Tjóðveldis
grundlógina, og tað er at lítisvirða
føroyska veljaran.
Í røðuni ólavsøkudag segði hann,
at nú skal Tjóðveldisgrundlógin
standa sína roynd. Men hann vil
ikki siga føroyingum, um hann ætl
ar, at grundlógin skal standa oman
fyri ella niðanfyri okkara felags
ríkisgrundlóg.
Aftur og aftur er Aksel V. Jo
hannesen biðin um at svara hesum
púra náttúrliga og neyðuga spurn
ingi, men hann rennur undan.
Øll vita, hvat hendir, um grund-
lógin hjá Tjóðveldinum fer út um
Ríkisgrundlógina. Tá verða Føroyar
loystar úr Ríkisfelagsskapinum við
øllum teimum avleiðingum, sum
tað hevur fyri land og fólk.
Hetta er ikki tað, sum føroyingar
vilja.
Vit vóru fleiri, ið meintu, at
Javnaðarflokkurin
heldur
ikki
vildi loysingina. Men sum kunnugt
hevur Javnaðarflokkurin kastað
saman við víðgongdum fullveldis
flokkum eftir valið, hóast flokkurin
fór til val sum samríkisflokkur.
Hálar í neyðbremsu
Í KVF herfyri hálaði javnaðarfor
maðurin í politisku neyðbrems
una. Tá segði hann brádliga, at
Tjóðveldisgrundlógin og Ríkis
grundlógin skulu standa lið um lið.
Hann vísti á USA og Týskland
sum fordømir, men hann gloymdi –
tilvitað – at greiða frá, at bæði USA
og Týskland eru samveldisríkir.
Tí mugu vit spyrja: ætlar Javn
aðarflokkurin at skipa Føroyar í
eitt samveldisríki?
Ella hvat er tað, Javnaðarflokk-
urin vil saman við Tjóðveldinum?
Sterkur føroyskur samleiki
Mitt í fullveldis-forvirrinum er
leiðarin í 14. september-sam
gonguni farin at kalla grundlógina
hjá Tjóðveldinum eitt ”samleika
skjal”.
Rennandi javnaðarformaðurin
er runnin út, har ið hann ikki
grynnur, tí í Løgtinginum sigur
hann seg vilja hava føroyingar á
fólkaatkvøðu til at samtykkja, at
vit hava rætt til at ganga í haganum
og at fara á flot!
Álvaratos – er einki mark fyri
niðurgeringini av føroyingum?
Fáar tjóðir í heiminum hava
sterkari samleika enn føroying
ar. Her er ikki brúk fyri sam
leikaskjølum ella at staðfesta, at
Føroyar eru føroyskar. Og sjálvs
avgerðarrætturin fær heldur ikki
ligið aðrastaðni enn her heima hjá
okkum.
Nær steðgar villeiðingin av okk
ara fólki?
Sig nú satt Aksel
Tað er eitt samfelt ynski – fyri
ikki at siga krav – frá føroyskum
veljarum at fáa púra greitt at vita,
um tjóðveldisgrundlógin skal
vera innanfyri ella uttanfyri ríkis
grundlógina.
Fólk mugu vita, um tey skulu
fyrireika seg til avleiðingarnar av
loysing, ella um talan meira er um at
dagføra føroysku stýrisskipanina
innan fyri ríkisgrundlógina.
Aksel má steðga á og geva fólki
sannleikan, áðrenn hann rennur
víðari.
Loysingin skal nevniliga ikki
sníkjast inn gjøgnum bakdyrnar.
Og føroyingar skulu ikki missa
ríkisborgararættindi á eini fólka
atkvøðu, sum snýr seg um nakað
heilt annað og álvarsligari enn
rættin til at ganga í haganum ella
fara á flot.
Løgmaður rennur undan
Hestoyggin fyri afturstigi og órætti
KJAK