Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 13 - At fáa møguleika at sparra við Wim Wenders um ymiskt og síggja, hvussu hann arbeiðir, er stórt. Tað sigur Jan Berg Jørgensen, sum saman við øðrum føroyingum hevur hjálpt til við upptøkunum hjá Wim Wenders seinastu vikuna Jan Berg Jørgensen: NELI HELDARSKARÐ - Jan hevur verið álitismaðurin, meðan vit hava verið her. Hann hevur hjálpt okkum sera nógv, og uttan hann høvdu vit als ikki kunnað fingið alla útgerðina og flutningin, ið vit høvdu tørv á. Hesin filmurin er eitt sindur sum ein hernaðaroperatión, tí at vit hava nógv fólk við á filmsliðnum, og øll skulu hava okkurt at gera. Vit skulu alla tíðina flyta okkum frá A-B og vita, hvussu nógva tíð vit skulu brúka á ymsu støðunum. Tá ið vit eru úti, skulu vit alla tíðina vera vard ímóti ringum veðri og vindi, so tað er eitt sindur av ,,hernaðararbeiði”. Jan hevur hjálpt okkum ómetaliga nógv. Soleiðis greiðir Wim Wenders frá um leiklutin, sum føroyski Jan Berg Jørgensen hevur havt í upptøkunum, sum eru gjørdar í Føroyum seinastu vikuna. Jan Berg Jørgensen starvast til dagliga sum lærari í Studentaskúlanum í Hoydølum, har hann undirvísir í lærugreinunum miðlakunnleiki og enskum, men uttanfyri lærarayrkið er hann eisini sera virkin innanfyri føroyska filmslist. Tískil er tað onki løgið, at Visit Faroe Islands heitti á Jan um at hjálpa Wenders og hansara filmsliði við ymsum, tá ið tey komu hendan vegin. - Wim Wenders er komin til Føroya av egnum ynski. Visit Faroe Islands hevur havt ein stóran leiklut í vitjanini hjá Wenders, har serliga Súsanna Sørensen hevur skipað fyri nógvum. Tað var greitt beinanvegin, at skuldi tað lata seg gera at fáa Wenders og hansara leikarar hendan vegin, so máttu íleggjarar finnast, so tað fíggjarliga kundi loysa seg. Uttanríkisráðið, Visit Faroe Islands og privatir íleggjarar sum til dømis Gist & Vist, Hotel Hafnia og kanska serliga Atlantic Airways hava gjørt tað møguligt at fáa føroysk filmsfólk at samstarva við Wenders, sigur Jan Berg Jørgensen, áðrenn hann leggur afturat: - Tá ið alt hetta var gjørt setti Visit Faroe Islands seg í samband við meg og segði, at nú var teirra partur gjørdur, og onkur annar mátti taka yvir. Síðani havi eg fyri tað mesta samskift við ein av teirra filmsframleiðarum. Meðan vit hava fyrireikað teirra vitjan í Føroyum, hava tey tikið upptøkur til filmin í Djibouti og aðrastaðni, sigur Jan Berg Jørgensen. Føroyingar hava havt ein fingur við í spælinum Tá ið Jan Berg Jørgensen kom í samband við Wenders og hansara fólk, setti hann sum krav, at ymsir føroyingar skuldu sleppa at fáa ymsar leiklutir í samband við filmin. - Í sáttmálanum við Wenders settu vit sum krav, at nakrir føroyingar skuldu sleppa at luttaka í leiklutum, sum góvu meining. Ymisk føroysk framleiðsluhjálparfólk hava havt ein fingur við í spælinum. Tilsamans hava eini 10-12 føroysk fólk á ymsan hátt hjálpt til við filminum ta seinastu vikuna, har Wenders hevur tikið upp í Føroyum, sigur Jan Berg Jørgensen. Eisini er ein føroyskur filmsleikari við í filminum, umframt tveir bátaførarar. - Eg fann ein føroyskan leikara, sum Wenders skuldi taka støðu til, og tað var Hans Tórgarð. Eisini tveir føroyskir bátaførarar eru at síggja í filminum. Tað eru fleiri ymisk sløg av upptøkum, ið eru tiknar til Submergence í Føroyum. - Sjálvur filmsstílurin er nokk so hondhildin og dokumentariskur. Tó eru fleiri ymisk sløg av upptøkum gjørdar. Vit hava gjørt nakrar tyrluupptøkur og bátaupptøkur, og síðani eru nakrar meira siðbundnar upptøkur tiknar á landi - til dømis dialogscenur, greiðir Jan Berg Jørgensen frá. Hugvekjandi at arbeiða við Wenders Jan Berg Jørgensen greiðir frá, at sum heild er føroyskur filmur á einum byrjunarstøði, men tó er framgongd at hóma. Hann heldur tað eisini vera ein stóran møguleika fyri føroysk filmsfólk at vísa einum sum Wim Wenders, hvør dugur er í teimum. - Sum heild er filmur í Føroyum á einum byrjunarstøði. Men okkurt er við at henda. Tað týdningarmesta er, at vit framleiða føroyskar søgur til føroyingar. Men at framleiðsla á altjóða støði kemur hendan vegin gevur eisini okkum møguleika at royna okkum sjálvi av og síggja, hvat onnur halda um tað. Harafturat er tað ein upplagdur møguleiki fyri okkum at vísa, hvat vit duga, tí at eg haldi ikki, at vit skulu smæðast burtur, sigur Jan Berg Jørgensen. Við tí stóra arbeiðinum og áhuganum, ið ein sum Jan Berg Jørgensen hevur fyri film, so er onki at siga til, at tað hevur verið stórt fyri hann at arbeitt saman við einum sum Wim Wenders. - Nú havi eg fyri tað mesta arbeitt á framleiðslusíðuni, men tað hevur verið hugvekjandi at arbeitt saman við Wenders. At fáa møguleikan at sparra við hann um ymisk viðurskifti og síggja ítøkiliga, hvussu hann arbeiðir við filmi. Hann arbeiðir altíð við tí, sum er frammanfyri kameranum - tað vil siga, at hann altíð ger broytingar. Men hann er altíð ógvuliga greiður um, hvat hann vil, og dugir hann væl at greiða frá tí. Tað gevur íblástur at síggja ein listamann arbeiða, hóast upptøkudagarnir í Føroyum bert vóru tveir í tali. Eg haldi, at vit arbeiddu sera effektivt, og Wenders og hansara fólk tyktust eisini at lata sera væl at tí, sum kom burturúr, sigur Jan Berg Jørgensen. Alt skuldi ganga eftir ánni Hóast Wim Wenders og filmslið hansara var her í eina heila viku, so vóru bert tveir dagar settir av til upptøku. Hetta gjørdi, at Jan Berg Jørgensen mátti tryggja, at alt gekk eftir ánni viðvíkjandi logistikki og tílíkum. - Saman við Sunvu Larsen og nøkrum av fólkunum hjá Wenders havi eg avgjørt, hvørjar upptøkur hava latið seg gjørt, og hvørjar ikki hava latið seg gjørt. Vit hava roynt at givið teimum umstøðurnar til at fáa síni ynski uppfylt, og tað fevnir um alt frá bátum, bilum, tyrlum, flogførum og húsum til mat, útgerð, loyvum og sáttmálum. Tá ið allar upptøkurnar skuldu gerast upp á tveir dagar, so krevur tað, at alt gongur eftir ánni, og tað haldi eg, at vit hava megnað, sigur Jan Berg Jørgensen. At enda ynskir Jan Berg Jørgensen eisini at nevna nøkur onnur fólk við navni, ið hava hjálpt til við filmsupptøkunum seinastu vikuna. Tey eru Sunva Eysturoy Larsen, ið hevur tikið sær av samskipan, Rógvi Rasmussen, sum hevur verið kamerahjálparfólk og Dávur Djurhuus og Pætur Marjunarson Dahl, ið eisini hava hjálpt til og gjørt eitt stórt arbeiði. HUGVEKJANDI AT ARBEIÐA SAMAN VIÐ WENDERS